Starvsfólk hjá Minesto og veitarum hava gjørt fyrireikandi arbeiði á landi og sjógvi seinastu vikuna í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Av tekniskum ávum varð tó ikki komið á mál við at leggja kaðalin út, sum skal leiða elorkuna frá drekanum upp á land, og sum skuldi verið lagdur á botnin í vikuni.
Teknisku trupulleikarnir við kaðalleggingini eru ikki tengdir at DG 100 sjóvarfalsorkuverkinum hjá Minesto, men fara tó at seinka arbeiðnum nakað. Ætlanin hjá Minesto er at avgreiða fyrireikingararbeiðið, herundir eisini kaðallegging, í næstum, tá streymviðurskiftini loyva tí.
”Uttan mun til, hvussu spent vit eru at fáa sjóvarfalsorkuverkið installerað og at framleiða elorku inn á netið skjótast gjørligt, so virða vit ta tíð, tað tekur at gera hetta á tryggasta hátt”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri hjá Minesto.