SEV   /   Um okkum   /   Kunning um dátuvernd

Kunning um dátuvernd

Á Sev viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara myndugleikauppgávur og avtalur um tænastur og veitingar. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Sev viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Ábyrgd

At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna,  at skráseta, at samkoyra, at goyma,  at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Sev viðger persónsupplýsingar, er Sev «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Sev hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum SEV hevur innsavnað.

Sev viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar á Sev.

Samband við dátuverndarfólk dpo@sev.fo

Hví viðger SEV persónsupplýsingar?

Eitt aðalmál hjá SEV er at tryggja samfelagnum el-megi og býta hana millum íbúgvar í Føroyum fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt. SEV hevur ikki einans eina veitingartrygd, men eisini eina veitingarskyldu, soleiðis at SEV skal veita støðuga elorku út í hvønn krók í samfelagnum - alt árið. Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávu er neyðugt hjá SEV at viðgera persónsupplýsingar.

Persónsupplýsingar verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri, at SEV kann útinna sínar uppgávur sum kommunalur myndugleiki. Persónsupplýsingar eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá boðað verður frá flyting, umsókn um at binda í el-netið, SEV sendir rokning fyri el-nýtslu o.a. Harafturat verða upplýsingarnar viðgjørdar fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta, og at viðgerðin ikki ger seg inn á grundleggjandi rættindi og frælsi.

Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar, og SEV skal eisini fylgja hesum reglum. SEV skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.

Hvørjum lógum og reglum er SEV fevnt av?

SEV viðger persónsupplýsingar sambært ásetingunum í eitt nú

 

Viðgerðarheimildin hjá SEV til viðgerð av persónsupplýsingum er í høvuðsheitum:

  • Dátuverndarlógin 8, stk. 1, nr. 2, fyri at halda eina avtalu (vanligar upplýsingar).
  • Dátuverndarlógin 8, stk. 1, nr. 3, fyri at halda eina rættarliga skyldu (vanligar upplýsingar).
  • Dátuverndarlógin 8, stk. 1, nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur (vanligar upplýsingar)
  • Upplýsingar um persónstøl verða viðgjørdar eftir Dátuverndarlógini 16, stk. 1.
Hvussu fær SEV persónsupplýsingar?

SEV viðger upplýsingar frá skrásetta sjálvum. Hetta kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið SEV. Talan kann eisini vera um upplýsingar, sum tú hevur sent okkum eitt nú í sambandi við flyting av bústaði og lesing av tínum elmálara. SEV kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum.

Tá tú ritar inn í skipanir hjá Sev við Samleikanum, fær Sev títt navn og p-tal.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger SEV?

Viðgerð av persónsupplýsingum

SEV verjir persónsupplýsingar hjá kundanum og her kanst tú lesa um, hvussu SEV viðger persónsupplýsingar, og hvørji rættindi kundin hevur.

Fyri at verja persónsupplýsingar hjá kundanum hevur SEV sett í verk fysisk, tøknilig og fyriskipanarlig trygdartiltøk. SEV eftirmetir og bøtir áhaldandi um hesi trygdartiltøk og setir í verk nýggj tiltøk, í sambandi við tøkniligu menningina, bygnaðarbroytingar ella broytingar í okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Atgongd til persónsupplýsingar er avmarkað til bert at fevna um viðkomandi starvsfólk, ráðgevarar og veitarar, sum í sambandi við ítøkiligar starvsuppgávur hava tørv á hesum. Umframt hetta fáa øll starvsfólk undirvísing í kunningartrygd og viðgerð av persónsupplýsingum, so tey skilja týdningin av, at persónsupplýsingar verða vardar.

Starvsfólk á SEV hava, undir ábyrgd í borgarligari revsilóg, tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri SEV og eftir, at tey eru farin úr starvi. Sama er galdandi fyri hjálparfólk, ráðgevar og veitarar hjá SEV.

Hvørjum letur SEV persónsupplýsingar?

SEV kann lata persónsupplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar. Hetta kann koma fyri, um tað verður álagt SEV við lóggávu (løgregluna ella aðrar myndugleikar) ella um tað er neyðugt fyri at halda eina avtalu við kundan. Eisini kann SEV lata persónsupplýsingar til persónar, sum løgfrøðiliga eru heimilaðir at virka kundans vegna (t.d. verjar ella sakførarar).

Harumframt kunnu veitarar fáa atgongd til persónsupplýsingar um kundan í sambandi við arbeiði, ið veitari ger sum dátuviðgeri vegna SEV.

SEV hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina.

 

Kundi hjá SEV

Tá ið tú ert kundi hjá SEV, samla og viðgera vit upplýsingar um teg við tí endamáli at veita streym, eina støðuga tænastu til tín og at skriva tær rokning fyri veitta tænastu.

Lógarheimild at viðgera tínar persónsupplýsingar er okkara lógligi áhugi, og er hugsað út frá tí sannroynd, at tú brúkar okkara streymveiting og tænastu.

SEV samlar og viðger navn, P-tal, telefonnummar, teldupostbústað, bústað, kundanummar, innleggingarnummar, matrikulnummar, streymstyrki og aðrar tekniskar upplýsingar um sjálva el-innleggingina, IP-adressu og staðseting. Umframt hetta skrásetir SEV, hvørjar tænastur tú hevur frá SEV, el-nýtslu í kWh, byrjan og enda av tænastum, gjaldshátt og rokningar.

 

Veitingarhjálp

Tá ið tú vendir tær til okkum við telefon ella telduposti, samla og viðgera vit persónsupplýsingar við tí endamáli at venda aftur til tín, viðvíkjandi tínum fyrispurningi.

Lógarheimild at viðgera tínar persónsupplýsingar er okkara lógligi áhugi, og er hugsað út frá tí sannroynd, at tú vendir tær til okkum.

Vit viðgera persónsupplýsingar um teg sum kundi í okkara skipan. Hetta vil vanliga vera navn, telefonnummar, teldupostbústaður, trupulleiki og aðrar viðkomandi upplýsingar.

 

Vitjandi á heimasíðuni

Vit samla ikki persónsupplýsingar, tá ið tú brúkar okkara heimasíðu.

Um tú brúkar Youtube á okkara heimasíðu, kemur cookies ávaringin upp. Hetta eru ikki cookies, sum SEV savnar ella goymir. Tað er Youtube, tú gevur loyvi til at samla inn persónsupplýsingar um teg.

 

Senda viðmerking um heimasíðuna

Tá ið tú sendir viðmerkingar til SEV frá heimasíðuni, samla og viðgera vit persónsupplýsingar við tí endamáli at venda aftur til tín og betra okkara tænastu á heimasíðuni.

Lógarheimild at viðgera tínar persónsupplýsingar eru okkara lógligi áhugi at geva tær bestu upplivingina og er eisini hugsað út frá tí sannroynd, at tú hevur skrivað inn tínar upplýsingar soleiðis, at vit kunnu seta okkum í samband við teg.

Vit viðgera til dømis navn, telefonnummar og teldupostbústað.

Vitjandi á sosialum miðlum

Tá ið tú vitjar SEV á Facebook, LinkedIN og Youtube samla vit ikki persónsupplýsingar um teg. Tó samla Facebook, LinkedIN og Youtube inn persónsupplýsingar til teirra nýtslu.

Tá ið tú skrivar til SEV á Messenger, verður títt samskifti við SEV goymt av Messenger, og SEV hevur atgongd til samskiftið, til tú strikar hetta aftur.

 

Løðing av el-bili

Tá ið tú skrásetir teg sum kunda á www.elbil.fo við navni og teldupostbústaði, viðgera vit hesar persónsupplýsingarnar um teg. Tú rindar við tænastu frá NETS og viðger NETS hesar persónsupplýsingar um teg.

Lógarheimild at viðgera tínar persónsupplýsingar er okkara lógligi áhugi, og er hugsað út frá tí sannroynd, at tú skrásetir teg sum brúkara í skipanini.

Gestaløðing og leiga av heimaløðarum

Til ber at skráseta gestaløðing og leigu av heimaløðarum á www.bilegg.sev.fo

Kundin ella virkið skrásetir innleggingarnummar, teldupostbústað, gjaldingar við tænastu frá NETS og slag av tænastu (Gestaløðing ella Leiga av heimaløðistøð).

Tá ið tú skrásetir teg fyri tænastuna Gestaløðing, skrásetir tú bústað, har gestaløðingin skal staðsetast.

Tá ið tú skrásetir teg fyri tænastuna Leiga av heimaløðara, skrásetir tú tín bústað.

 

Boða frá skaða

SEV viðger navn, bústað, teldupostbústað, telefonnummar, innleggingarnummar, hvat hevur tikið skaða og útreiðslur av skaðanum.

Lógarheimild at viðgera tínar persónsupplýsingar er okkara lógligi áhugi, og er hugsað út frá tí sannroynd, at tú fráboðar skaðan um heimasíðuna hjá SEV.

Í sambandi við viðgerð av skaðafráboðan verður skaðafráboðanin latin uttanhýsis veitara av tryggingartænastum. Hesin veitari er Sp/f Íti v/Ali Celebi. Íti setir seg í samband við teg um neyðugt í sambandi við skaðaviðgerðina.

 

Umsókn um starv

Tá ið tú sendir okkum eina umsókn um starv, viðgera vit tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at meta um og velja út rætta umsøkjaran til eitt ávíst starv.

Lógarheimild at viðgera tínar persónligar upplýsingar er okkara lógligi áhugi, og er hugsað út frá tí sannroynd, at tú hevur latið inn eina umsókn fyri at verða mett um í mun til eitt ávíst starv.

Vit viðgera upplýsingar innihaldandi í umsóknini, lívsrenslinum, prógvum og viðkomandi skjølum. Upplýsingarnar verða viðgjørdar fyri at meta um umsóknina. Vit meta eisini um avrik og førleikar gjøgnum samrøðu og møguliga persónstest.

Um tú verður sett/ur í starv hjá SEV, verða upplýsingarnar um teg goymdar so leingi, sum tú ert í starvi hjá SEV. Upplýsingarnar hjá øðrum umsøkjarum verða strikaðar 1 ár eftir, at støða er tikin til starvssetanina, uttan so at klaga er komin inn; so verður viðgerðartíðin løgd afturat hesum, áðrenn upplýsingarnar verða strikaðar.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við SEV.

Nærri upplýsingar um dátuvernd eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?

Starvsfólk á SEV hava atgongd til tær upplýsingar, ið tørvur er á til at útinna myndugleikauppgávurnar hjá SEV.

Hvussu verjur SEV persónsupplýsingar?

Starvsfólk á SEV hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri SEV og eftir, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri SEV.

Hvørjum letur SEV persónsupplýsingar?

SEV letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan.

SEV letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini.

Triðipartur, sum fær útflýggjað persónsupplýsingar um teg, hevur skyldu til at kunna teg um, at viðkomandi viðgerð persónsupplýsingar um teg.

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á SEV, og í teimum einstøku førum at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Hvussu leingi goymir SEV persónsupplýsingar?

SEV hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Tá ið SEV ikki longur hevur tørv á persónsupplýsingunum, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, sambært. løgtingslóg um skjalasøvn.

Upplýsingar, ið verða savnaðar til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðar. Orsøkin er, at hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið.

Um upplýsingar verða savnaðar við samtykki sum heimild, verða upplýsingarnar goymdar sambært samtykkinum. Sum meginregla verða slíkar upplýsingar gjørdar navnleysar eftir tvey ár.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. fýra, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við SEV.

Nærri upplýsingar um dátuvernd eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar SEV hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um  teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur SEV rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

 

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

Tú finnur samskiftisupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

Tað er altíð møguligt at seta teg í samband við dátuverndarfólki hjá SEV. Sí niðanfyri.

Samband við dátuverndarfólki hjá SEV

SEV hevur tilnevnt dátuverndarfólk á SEV. Tú kanst senda okkara dátuverndarfólki ein teldupost á sev@sev.fo, viðmerkjast “Persónsdáta”.

Um tú hevur spurningar um dátuvernd á SEV, ynskir kunning um, hvussu SEV viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært Dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við SEV.

Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast “Persónsdáta”.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking