Árliga tiltakið Earth Hour, eisini nevnt tími jarðarinnar, har ljós verður varpað á skilagóða elnýtslu, var leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30 – 21.30, og aftur í ár minkaði elnýtslan hesa løtuna.
57% grøn orka
Kalt og stilli var, so vindorkuframleiðslan var sera avmarkað, men stóð tó fyri 6,5% av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuframleiðslan var 49%, olja 43% og biogass 1,5%.
Sera væl eydnað Earth Hour tiltak á Havnarverkinum
Á Sev hava vit seinastu árini fylgt væl við elnýtsluni hesa løtuna, og hava eisini varpað ljós á tiltakið.
Í ár var væl meira gjørt burturúr, og skipað varð fyri Earth Hour konsert í dimmi á Havnarverkinum í Gundadali í Havn.
Lena Anderssen og Niclas Johannesen framførdu akustiskt fyri fult settari garasju á Havnarverkinum, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar.
Lena og Niklas stóðu til reiðar at spæla, áðrenn ljósið varð sløkt, og ein einastandandi konsert kundi byrja.