Talan er um dagføring av áminningar- og ómaksgjøldum í sambandi við eftirstøðu.
Higartil hevur áminningargjald verið sett eftir, hvussu stór eftirstøðan var, men tað verður nú broytt til eitt fast gjald.
Dagførdu gjøldini eru:
Ómaksgjald fyri slíting og fráboðan um slíting 250 kr.
Ómaksgjald fyri at seta til aftur eftir sliting 1.069 kr.
Dagførdu gjøldini fáa gildi 1. februar 2025.