Tíðindaskriv SKF og Minesto
Meðan onnur kappast um at koma upp á mánan og aftur, tekur verkætlanin Faroe Islands Space Program, t.e. ‘Rúmdarverkætlanin Føroyar’, eitt stórt stig innan rúmdarrannsókn – uttan at fara upp frá.
Ein av størstu framleiðarunum av m.a. kúlulegum, svenska fyritøkan SKF, sjósetir saman við Minesto eina rúmdarverkætlan fyri at heysta orkuna av mánanum við at gagnnýta sjóvarfallið. Henda rúmdarverkætlan hevur til endamáls at gagnnýta tað tilfeingið, sum vit longu hava her á jørðini.
“Ímynda tær eina framtíð, sum verður drivin av orku stavandi frá atdráttarmegini hjá mánanum. Henda serstaka verkætlan hevur stórar dreymar og hevur sett sær fyri at kanna allar møguleikarnar fyri burðardyggari sjóvarfalsorku. Hjá SKF eru vit errin av at vera partur av hesi jørðnæru verkætlan, sum er í samljóði við okkara virði og mál um at skapa ein burðadyggari heim”, sigur Annika Ölme, tekniskur stjóri og varastjóri hjá SKF.
Hetta seinasta árið hava SKF og Minesto samstarvað um slóðbrótandi sjóvarfalsverkætlan í atlantshavinum kring Føroyar. Endamálið er at heysta orkuna á mánanum í forsøgnari burðardyggari orku. Sjóvarfalsdrekin Luna er sett út í Vestmannasund, og flýgur undir vatnskorpuni, har hon ósjónliga og stillisliga heystar orkuna frá mánanum – uttan mun til veður. Í løtuni eru bara heilt fá lond við serliga góðum umstøðum og ráki, sum eru farin undir at gagnnýta fulla potentialið av mánaskaptari orku – tann mest forsøgna orkukeldan í heiminum.
“Fyri eina tekniska menningarfyritøku sum okkara, er tað at samstarva við eina heimsumfatandi fyritøku sum SKF bæði læruríkt og inspirerandi”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “Eftir okkara metingum eru minst 3000 fleiri oyggjasamfeløg sum Føroyar har úti, sum kunnu njóta gott av okkara rúmdarverkætlan – um tey øll koma við, kundi mánaorkan komið í staðin fyri alla kolaframleiðsluna, sum í løtuni er í umbúna ymsa staðni í heiminum.”
Sjóvarfalsorkustøðin – mánaorkubasan – fer at seta gongd á ‘rúmdarverkætlanina Føroyar’ við støðufesti á jørðini. Sjóvarfalsdrekin Luna hevur ein mátt á 1.2MW, sum er nóg mikið til at veita 200 húsarhaldum streym í eitt ár. Næsta málið er at installera 200 MW av sjóvarfalsorkumátti. Hetta kundi framleitt 40% av væntaða orkutørvinum í 2030, og harvið veitt hesum avbyrgda oyggjalandi grøna orku. Gagnnýtslan av orkuni úr sjóvarfallinum er í samstarvi við Sev.
“Okkara visión er at røkka 100% varandi elorku á landi í 2030, og eftir okkara tykki kann sjóvarfalsorkan koma at spæla ein týdningarmiklan leiklut í hesum”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.
Svenska fyritøkan SKF er komin inn í samstarvið fyri at sniðgeva skipanir við eitt nú legum og pakningum til eitt nú róður og lyftiamboð á drekanum. SKF skipanin roknar t.d. livitíð hjá legum, umframt at gera metingar av CO2 útláti, og hetta ger tað møguligt at samanbera ymiskar loysnir út frá tøkniligum eins væl og umhvørvisatlitum.
“Samstarv tvørtur um vinnugreinar er avgerandi fortreyt fyri framgongd. Saman við Minesto vísa vit á, hvussu tøkni og nýhugsan eru drívmegi fyri skiftinum til varandi orku”, sigur Annika Ölme, tekniskur stjóri og varastjóri hjá SKF.
Endamálið við at lýsa verkætlanina sum rúmdarverkætlan, ið ikki fer uppfrá, er at varpa ljós á týdningin av at kanna, hvussu vit her kunnu heysta orkuna av mánanum við at gagnnýta sjóvarfalsorku – samstundis sum ein nýggj rúmdarkapprenning er í umbúna, har kjakast verður um møguleikar við at røkka tilfeingi á øðrum gongustjørnum og í rúmdini.
Stutt um sjóvarfals- og havorku