Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga, men sum kunnað á heimasíðuni 19. oktober 2022 og í treytunum fyri heimaløðistøðir, skal gjaldast fyri heimaløðistøðina.
Gjaldið er 89 kr. pr. mðr. v/mvg.
Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt eins væl og manuelt viðlíkahald v.m.
Higartil hevur gjaldið ikki verið uppkravt, men eftir 1. desember 2024 verður hetta gjørt.
Gjaldið verður kravt umvegis mánaðaruppgerðina hjá Sev, so tað er ikki neyðugt hjá kundum at gera nakað í hesum sambandi.