SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Vát jól eru grøn jól

Vát jól eru grøn jól

Vát jól eru grøn jól

Um tær leingist eftir kavaveðri á jólum, kanst tú gleðast um, at vát jól við vindi eru grøn jól.

Elframleiðslan í dag annan jóladag er 100% burðardygg um alt landið. Jólaaftan var 89% grønur, og í tilsamans 9 tímar og 35 minuttir 100% grønur. Jóladag var elframleiðslan 93% grøn, og í góðar 13 tímar var elframleiðslan 100% grøn.

Ta løtuna, dunnurnar vóru í ovninum jólaaftan, øktist eftirspurningurin eftir elorku, so tá var neyðugt at tendra motorarnar á Vágsverkinum og Sundsverkinum, men út á seinnapartin dalaði elnýtslan aftur. Vit brúktu mest el í tíðarskeiðnum 15.30 – 17.30 jólaaftan.

Jólamorgun og fyrrapart var nærum eingin vindur, so tá vóru aftur boð eftir Sundsverkinum og Vágsverkinum.

Tað er vatnorkan, sum hevur verið bulurin í elframleiðsluni um jólini. Jólaaftan stóð vatnorkan fyri góðum 51% og jóladag fyri sløkum 63%. Í Suðuroy eru tað tó vindmyllurnar og battarískipanin, sum syrgja fyri 100% grønari orku, tí vatnorkuverkið í Botni er undir umvæling.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking