SEV   /   Húsarhald   /   Tín elmálari

Tín elmálari

Tín elmálari

Málarin mátar alla tína elnýtslu. Allarflestu málarar í dag kunnu fjaravlesast, og tær nýtist einki at gera, tí upplýsingarnar verða sendar beinleiðis til Sev. Hesar upplýsingar um tína elnýtslu verða brúktar til at rokna út mánað fyri mánað, hvussu nógv, tú skalt rinda.

 

Á MíttSev sært tú rokningarnar, sum vit hava sent tær, og har ber eisini til hjá tær at fylgja við, hvussu nógvan streym, tú nýtir.

Málarar til fyribils elinnleggingar, t.d. byggistreym, kunnu ikki fjaravlesast. Hevur tú ein tílíkan málara, skalt tú lesa hann av mánaðarliga og senda okkum upplýsingarnar, soleiðis at tín elnýtsla verður rætt avroknað. Les meira um fyribilsinnleggingar

 

 

Eg haldi, at málarin telur skeivt, hvussu geri eg?

Hevur tú illgruna um, at málarin telur skeivt, set teg í samband við Kundatænastuna á tlf. 34 68 00.

Tú hevur altíð møguleika at fáa málaran kannaðan.

GG! Er einki brek á málaranum og telur hann rætt, rindar tú fyri hesa kanning.

Hví lýsir málarin reytt?

Onkrir málarar hava eina ljósdiodu, sum kann lýsa reytt. Vanliga verður hon nullstillað sjálvvirkandi. Er reyða ljósið ikki sløknað eftir tvær vikur, set teg tá í samband við okkum.

Málarin virkar ikki, hvussu geri eg?

Sig okkum frá beinanvegin, um skermurin á málaranum er blankur, ella um tú hevur illgruna um brek á málaranum.

Málarin hevur fingið skaða ella er blivin í óordan, hvussu geri eg?

Set teg í samband við okkum beinanvegin á tlf. 34 68 00.

Málarin skal flytast, kann eg gera tað sjálv/ur?

Nei, tú hevur ikki heimild sjálv/ur at flyta málaran. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara.

Elveitingin er slitin, hvussu seti eg málaran til aftur?

Er málarin hjá tær fjarslitin, er neyðugt hjá okkum at 'aktivera' hann, so at tú fært sett hann til aftur. Tað gert tú soleiðis:

  1. Trýst á knøttin 'Genindkobling' í 3 sekund. Hesin knøttur sær ymiskur út, alt eftir slag av málara. Er málarin av slagnum E450 PLAN, situr knøtturin aftan fyri eina lúku, sum skal togast niður fyrst.
  2. Bíða í uml. 15 sekund.

Málarin klikkir einaferð, tá hann er settur til aftur.

Ymiskt er, hvar knøtturin situr. Niðanfyri eru dømi:

Ber til at knýta útgerð til elmálaran fyri at fáa ’live-dátur'?

Ja. Allir okkara elmálarar hava eina ljósdiodu, sum sendir sokallaðar optiskar impulsir.

Málarar av slagnum Landis+Gyr E360 hava eitt serligt portur, sum er ætlað til eyka útgerð – ofta nevnt HAN, P1 ella H1.

Um tú vilt hava slíka eyka útgerð setta til portrið, er neyðugt at virkja portið fyrst. Hesa tænastuna veita vit tær fegin, og hon er ókeypis.

Set teg í samband við Innleggingardeildina hjá Sev.

Streymslit

Er streymurin farin heima hjá tær?

·       Finn útav, hvar streymurin er farin. Er tað bara hjá tær, ella er myrkt hjá grannunum eisini, og eingi gøtuljós?

·       Um tað bara er heima hjá tær: Kanna um RCD-releið er sligið frá, og kanna samstundis um sikringarnar í eltalvuni er slignar frá ella brostnar.

·       Er streymurin farin í øllum grannalagnum, kanna so heimasíðuna hjá Sev ella Sev á Facebook, har regluligar dagføringar verða gjørdar í sambandi við streymslit.

·       Hevur tú ikki netsamband, tá streymurin er farin, ber til at ringja til Sev á tlf. 346800.

 

Soleiðis kannar tú RCD-relé’ið:

·      Er relé’ið sligið frá?

·       Um RCD-reléið er sligið frá, tendra tað so aftur.

·       Um tað slær frá aftur, royn so at sløkkja allar bólkaavbrótararnar/sikringarnar.

·       Tendar reléið aftur.

·       Tendra síðani allar bólkaafbrótararnar aftur, ein í senn.

·       Tá tú hevur staðfest, hvørjum bólki feilurin er í, lat tá tann bólkin vera sløktan og ring til elektrikara.

 

Ymisk sløg av málarum

Longu í 2004 byrjaði SEV at nýta fjaravlisnar málarar. Í 2006 varð avgjørt at fara undir at skifta út allar málararnar í Føroyum. Hetta skiftið vardi uml. 10 ár, m.a. fyri at kunna fylgja við tøknligu menningini á økinum. Hetta merkir, at fleiri ymisk sløg av fjaravlisnum málarum eru settir upp heima hjá fólki og á stovnum og vinnuvirkjum. Hesir málararnir hava somuleiðis ymiskar funkur og útsjónd, umframt at samskiftistøknin í málarunum er ymisk.

Uttan mun til, hvat slag av málara, tú hevur, eru nakrar grundleggjandi funkur, sum allir hava:

  • Tú sært altíð aktuellu teljingina á málaraskerminum
  • Tú hevur møguleika at síggja aðrar upplýsingar við at trýsta á ein knøtt
  • Tú fært fylgt við tíni elnýtslu inni á síðuni MíttSEV

SEV skiftir málarar út regluliga. Hetta er ein natúrligur partur av okkara rakstri, og ikki tí at tínum málara bagir nakað. Hongur málarin innandura, seta vit okkum í samband við teg fyri at avtala, nær tað liggur fyri at skifta málaran. Málaraskiftið er ókeypis.

Órógv í samskiftinum

Óljóð ella órógv á elnetinum kann hava við sær, at vit ikki fáa samband við málaran hjá tær. Tí kann koma fyri, at vit meta um tína elnýtslu. Tá vit so aftur fáa samband við málaran, verður hetta rættað aftur. Tú sært altíð á rokningini, um talan er um metta nýtslu ella veruliga avlisna nýtslu.

Vit miða altíð ímóti at fáa samband við málararnar so skjótt sum gjørtligt. Av og á kann tað taka tíð, og onkuntíð kann koma fyri, at vit biðja teg lesa málaran av, soleiðis at vit kunnu avrokna rætt.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking