SEV   /   Um okkum   /   Grøna kósin   /   Sjóvarfalsorka

Sjóvarfalsorka

Sev samstarvar við svensku fyritøkuna Minesto um royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Samstarvið er fyrsta stigið í ætlanunum um at leggja sjóvarfalsorku aftrat samlaðu samansetingini av burðardyggum orkukeldum í føroysku elorkuframleiðsluni.

Sjóvarfalsorkuverkætlanin er ein royndarverkætlan, sum fevnir um 'drekar', sum eru festir í botnin, og sum ferðast rundan um hetta botnfestið í einum áttatali. Fyrstu drekarnir, sum hava verið royndarkoyrdir í Vestmannasundi fingu nøvnini Havfrúgvin, Drekin og Íðunn.

Royndarverkætlanin fevnir eisini um at finna besta snið til orkuverkini (drekarnar), og Minesto arbeiðir tí støðugt við at dagføra snið og funktiónir.

'Dragon 4' hevur eitt nakað øðrvísi snið enn tann fyrsti drekin hevði.

Royndarverkætlanin er í 2023 víðkað til eisini at umfata ein væl størri dreka enn teir upprunaligu. Størsti drekin er Dragon 12, sum er eitt orkuverk á 1,2MW við einum veingjabreiði á 12 metrar, og sum vigar 28 tons.

Hví sjóvarfalsorku?

Fyrimunir við sjóvarfalsorku eru millum annað, at sjóvarfallið er forsøgið og ikki tongt at veðurlíkindum og eins óstøðugt sum t.d. vindorka, vatnorka og sólorka. Harumframt hevur sjóvarfalsorkutøknin sera lítið náttúruinntriv við sær, og als einki sjónligt árin á náttúruna.

Sjókaðalin, sum leiðir elorkuna, kemur upp á land á Oyrargjógv, har ein fyribils transformarastøð er sett upp til at taka ímóti framleiddu elorkuni.

Minesto hevur ment slóðbrótandi tøkni at vinna el úr sjóvarfalsorku, har rákið er lítið. Við einum sloðbrótandi og patenteraðum prinsippi líkt einum dreka, sum flýgur í vindinum, framleiðir Deep Green-tøknin hjá Minesto elorku í støðum við lítlum ráki og úr havstreymi.

1. desember 2020 komu fyrstu kWt úr sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið.

Umhvørvisgóðkenning

Royndarverkætlanin hevur umhvørvisgóðkenning frá myndugleikanum

Í umhvørvisárinsmetingini stendur m.a. soleiðis:

Mett verður, at bæði kópur og hvalur sansa orkuverkið í minsta lagi tveir km burturfrá, og at teir tí verða ávaraðir í góðari tíð og kunnu svimja uttanum. Tí verður hildið, at lítil sannlíkindi eru fyri samanstoyti. Verður ein grind rikin móti orkuverkinum, verða sannlíkindini fyri samanstoyti munandi størri.

Stongt øki

Í sambandi við royndarverkætlanina eru tvær ymiskar staðsetingar í Vestmannasundi friðaðar. Hetta merkir, at mælt verður staðiliga frá at fiska, kava og arbeiða í verkætlanarøkjunum. Vandi er fyri skaða á fiskireiðskapin og/ella drekarnar.

Les meira

Stongt øki í Vestmannasundi

Stongt øki í Vestmannasundi

Minesto miðsavnar sítt virksemi í Føroyum í 2022

Minesto miðsavnar sítt virksemi í Føroyum í 2022

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking