Kósin er sett móti málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030.
Men hvussu náa vit málinum? Hvørjar útbyggingar skulu gerast, hvussu stórar skulu tær vera, nær skulu tær gerast, og hvar skulu tær gerast?
Varðagøtan fram móti 2030 vísir, hvussu vit á skilabestan hátt náa hesum máli. Varðagøtan, sum er ein útbyggingarætlan, verður dagførd regluliga, og fyrilit verður tikið fyri nýggjum tøkniligum loysnum, kostnaðarmetingum v.m.
Sum sæst, er sjóvarfalsorka enn ikki partur av varðagøtuni. Tá royndarverkætlanin í Vestmannasundi er av, vita vit betur, um og hvønn leiklut hon skal hava í útbyggingarætlanini.