Her eru nøkur dømi um, hvar og hvussu málarar kunnu setast upp. Teknið "XXX" merkir góðkent málarapláss.
Víst verður til Fællesregulativet, har nærri er greitt frá, hvørji mát og hvørjar fjarstøður skulu haldast.
Serligar umstøður
Um serligar orsøkir eru fyri at seta málaran á annað stað enn nevnt í dømunum (t.d. í friðaðum bygningum), skal hetta, áðrenn arbeiðið byrjar, avtalast skrivliga við SEV í hvørjum einstøkum føri.
Dømi
Á niðanfyrinevndu støðum kann málari setast upp, uttan at tað er avtalað frammanundan. Tó skal málarin vera vardur ímóti mekaniskum ágangi, har hettar er neyðugt, t.d. aftan fyri eina hurð.
1. Í duri
Soleiðis at ikki er neyðugt at fara um meira enn eina hurð, afturat úthurðini, fyri at koma til elmálaran.