SEV   /   Húsarhald   /   Sjálvgreiðsla   /   Boða frá skaða

Boða frá skaða

Her kanst tú boða frá tínum kravi, um tú heldur, at onkur av tínum ellutum hevur fingið skaða orsakað av elveitingini frá Sev.
GG! Til ber ikki at brúka Internet Explorer til skaðafráboðanina.

Skaðafráboðan 1/3

Upplýsingar um teg/virki


GG: Tað er umráðandi, at tú boðar frá tínum kravi so skjótt sum gjørligt og tryggjar tær ta kravdu skjalprógvanina, t.v.s. váttan frá løggildum virki, avrit av kvittan fyri skadda lutin, myndir og annað. Eisini er umráðandi at skriva tíðarbilið og dagin fyri skaðahendingina. 

Í hesum sambandi skulu vit kunna teg um, at Sev kemur undir Produktábyrgdarlógina. Treytin fyri, at Sev kemur undir endurgjaldsábyrgd, er í útgangsstøði millum annað, at tú kanst prógva, at ein skaði er hendur, at feilur hevur verið í tænastuveitingini frá Sev, og at hetta er orsøk til skaðan.

Í sambandi við viðgerð av skaðafráboðan verður skaðafráboðanin latin uttanhúsis veitara okkara av tryggingartænastum. Hesin veitari er North Risk Tryggingarmekling Sp/f v/Ali Celebi, sum setir seg í samband við teg um neyðugt í sambandi við skaðaviðgerðina.

 

Kunning um endurgjaldshátt fyri eltól:

 

Tá ið talan er um endurgjaldsupphæddir fyri eltól, verður hædd tikin fyri aldur og slit, ið minka um virðið á skadda tólinum.

Útrokningarhátturin tekur støði í tí grundsjón, at tað ikki fæst eitt nýtt tól í endurgjaldi fyri eitt eldri tól. Hetta førir við sær, at endurgjald ikki kann verða givið fyri brúks- ella kensluvirði.

Niðanfyri endurgjaldsyvirlit vísir endurgjaldsupphæddirnar í prosentum  í mun til aldur og slit, og er hetta sami uppgerðarháttur, ið tryggingar-feløgini nýta.


Aldur:                                               Endurgjald:

0 - 2 ár                                             100%

2 - 3 ár                                               80%

3 - 4 ár                                               70%

4 - 5 ár                                               60%

5 - 6 ár                                               40%

eldri enn 6 ár                                      20%

Sev fylgir vanligari lóg og mannagongd, og fara vit at heita á viðskiftafólk um at tryggja síni eltól móti elskaða.

Á henda hátt tryggjar tú eisini aðrar elskaðar sum til dømis móti snarljósi og skammlopi.

Hevur tú tryggingarspurningar, ert tú vælkomin at senda teldupost til tryggingarráðgeva Sev´s , North Risk Tryggingarmekling Sp/f, teldupost adressa ace@northrisk.dk.

 

Sí kunning um dátuvernd

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking