Áðrenn tú fert undir at byggja nýggjan bústað, er neyðugt at útvega tær fyribilsstreym. Fyribilsstreymurin skal brúkast, inntil húsini eru klár at flyta inn í, og vanligur streymur kann nýtast.
Soleiðis gert tú
- Set teg í samband við løggildan elinnleggjara - Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggingarfyritøkur á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum
- Løggildi elinnleggjarin setir byggistreymsmálara upp og sendir Sev fráboðan við upplýsingum um navn, dagfesting og avlestur. Byggistreymurin skal bara brúkast í byggitíðini. GG! Prísurin fyri byggistreym er 20% hægri enn vanligi prísurin.
- Elinnleggjarin sendir umsókn til Sev um íbinding í elnetið.
- Sev viðger umsóknina og sendir tær rokning við tilboð um íbinding. Gjaldsfreistin er 60 dagar.
- Tá ið bústaðurin er klárur at flyta inn í, og elinnleggingin er liðug, boðar elinnleggjarin Sev frá.
- Um íbindingargjaldið er goldið, kemur eftirlitsfólk frá Sev at sýna innleggingina. Lýkur elinnleggingin lógarásettu krøvini, verður endaliga elinnleggingin bundin í elnetið hjá Sev.
- Byggistreymsmálarin verður frátikin, og løggildi elinnleggjarin boðar Sev frá við dagfesting og avlestri. Eftir hetta verður ein endalig uppgerð/avrokning gjørd fyri byggistreymin.
Góð ráð í sambandi við byggistreym
- Les byggistreymsmálaran av javnan, t.d. eina ferð um mánaðin. Hetta er fyri at tryggja teg ímóti óvæntaðum útreiðslum.
- Ráðfør teg við Kundatænastuna hjá Sev um sjálvvirkandi gjalding.
- Hitapumpur kunnu økja munandi um elnýtsluna. Serliga um so kalt er í veðrinum, at hitapatrónin slær til. Í summum førum er neyðugt at sløkkja hitapatrónina manuelt. Verður tað ikki gjørt, brúkar hitapumpan óneyðugan nógvan streym, og tað kann gerast sera kostnaðarmikið.
- Neyðugt er eisini við byggistreymi, um størri umvælingar verða gjørdar á bústaðin.
Umvæling/umbygging
Fert tú undir at umvæla ella byggja um, og fevnir hetta arbeiðið um broytingar av elinnleggingunum í húsinum, er eisini neyðugt at seta seg í samband við góðkendan elinnleggjara, sum vegna teg søkir Sev um góðkenning.
Reglugerðin sigur soleiðis um nýgerð, broyting og afturatgerð av elinnleggingum
Umsókn skal sendast Sev, tá hesi arbeiði skulu gerast:
- Nýggjar elinnleggingar
- Víðkan ella broyting, ið umfatar 50m2 ella meira
- Víðkan ella broyting, ið umfatar 25% av verandi innlegging ella meira
- Tá ið bygningur broytir nýtsluhátt
- Umlegging av stikkleiðing
- Umlegging av kaðalum, ið eru yvirstreymsvardir av sikringum, sum føra ómáldan streym
- Broyting av stødd á stikkleiðingssikring.
Vert at umhugsa
Minst til, um tú umhugsar at fáa tær:
- Hitapumpu
- Elbil
- Sólpanel
- Vindorku
- Vatnorku
er best at ráðføra teg við elinnleggjaran um hesi viðurskifti beinanvegin. M.a. um ynski er at fáa bíligari streym fyri til hitapumpu og/ella elbilin, tí tá er neyðugt við tveimum elmálarum.