Vælkomin til tiltak í Norðurlandahúsinum
Mánadagin 3. februar bjóðar Minesto øllum áhugaðum at hoyra meira um Minesto og sjóvarfalsorku, tøknina, ætlanirnar og um hvussu Føroyar hava møguleika at koma nærri 100% burðardyggari elorku við sjóvarfalsorku.
Á skránni er m.a. framløga hjá Martin Edlund, forstjóra og pallborðskjak um fyrimunirnar og avbjóðingar fyri framman.
Tiltakið verður mánadagin 3. februar kl. 16.30 – 18.15 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis, okkurt lætt verður til góman, men neyðugt er at tekna seg.