SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Earth Hour 2025

Earth Hour 2025

Earth Hour 2025

Kom við á eina serstaka Earth Hour garasjukonsert í dimmi við Lenu Anderssen.

Leygarkvøldið 22. mars 2025 verður Havnarverkið í Gundadali kamur um eina forvitnisliga konsert. Vit sløkkja ljósið og lata ketiljósini bleiktra til vøkru tónarnar hjá Lenu Anderssen.

Dato: leygarkvøldið 22. mars 2025
Klokkan: 20.25 - 21.30
Staður: Havnarverkið, Gundadalsvegur 41 í HavnTiltakið er ókeypis, men avmarkað pláss er, og tí er neyðugt at tekna seg til tiltakið.

Melda til her
Gevið gætur, tiltakið er fullteknað.


Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani tiltakið byrjaði í 2007 er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk. Earth Hour verður nú nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild.
Sum elfelag ynskja vit at stuðla altjóða tiltakinum, og at geva fólki eitt gott høvi at sløkkja ljósið hendan tíman.

17.03.2025
Earth Hour 2025