1. grein
Til hús við vegir, har ravmagnsleiðingar frá SEV eru, ber vanliga til at fáa streym veittan í samsvari við hesar treytir og tey uppískoyti og tær rættingar, sum stjórnin fyri SEV skuldi hildið fyri neyðugar.
2. grein
Umsókn til felagið um at fáa streymveiting verður beind til ravmagnsinnleggjara, sum SEV hevur góðkent og verður síðan sagt frá, við hvørjum treytum ravmagn verður veitt.
3. grein
Um nú streymveitingin ber við sær broyting ella afturatgerð á verkum felagsins, ger felagið av, um allar ella summar tær útreiðslur, ið standast av hesum, skulu verða lagdar á nýtaran.
Um streymveiting til hús ella virki ber við sær, at felaginum tykir neyðugt at seta transformatorstøð á hesari ogn ella í hesum virki, skal verkið uttan viðurlag fáa til nýtslu tað rúm, sum tørvar.
4. grein
Felagið leggur vanliga heimleiðingarnar og vælar um tær á kostnað nýtarans.
Felagið ger av, hvussu heimleiðingin verður løgd, og føri hennara við møguligari afturatgerð í framtíðini í huga.
Felagnum er heimilað at gera av, at innleggjarin ger heimleiðingina ella partar av henni.
Felagnum er heimilað at gera av, at innleggjarar væla um heimleiðingarnar.
Í teimum bygdum, har lágspenningsnetið er liðugt at taka til nýtslu 1.7.1954, galda viðvíkjandi heimleiðingum hesar reglur:
a. Fyri innleggingar, sum eru búnar til rakstur fyri 1.7.1954.
Felagið ger og kostar heimleiðingina til húsið, isolatorar viðroknaðar. Kaðalinnføring
(longd málaraleiðing) ger innleggjarin, og kostnaðurin verður býttur soleiðis, at umsøkjarin
rindar tann part av kaðalinum, sum vanliga fer til, tá ið tað er vanlig niðurføringarmastur,
kaðalhólkin (horndósin) viðroknaðan, meðan felagið rindar hin partin av kaðalinum.
b. Fyri innleggingar, sum verða settar í rakstur eftir 1.7.1954.
Nýtararnir mugu sjálvir gjalda part av heimleiðingini eftir tí, sum SEV gjølligari ásetur, tó at
felagið í vanligum umstøðum ber kostnaðin til eina heimleiðing, 35 m longd til loftleiðingar
og 8 m til kaðalinnføringar (longd málaraleiðing). Hesin avrokningarháttur hevur eisini gildi,
sjálvt um heimleiðingin er løgd frammanundan, við tað at dagurin, tá ið innleggingin er
búgvin til rakstur, ger av, annaðhvørt nýtarin skal gjalda part av heimleiðingini ella ikki.
Í bygdum, har lágspenningsnetið ikki er liðugt at taka í nýtslu 1.7.1954, verður
ravmagnsnýtarum seinri boðað frá, nær innleggingar teirra í seinasta lagi skulu vera búnar
til rakstur, fyri at teir kunnu koma undan gjaldi fyri heimleiðing.
5. grein
Innleggjarin ger málaraleiðingina eftir ávísan felagsins, eins og felagið ávísir málarapláss.
6. grein
Hvør ein gerð av ravmagnsinnlegging, veri tað afturatgerð, minkan um ella hvør sum helst atgerð í innleggingum, sum eru íbundnar ella, sum biðið er um at fáa bundnar í veitingarnetið hjá SEV, skulu verða gjørdar av ravmagnsinnleggjara, sum stjórnin fyri SEV hevur góðkent.
Roynist nú tað aftan á íbindingina, hóast felagið hevur loyvt hana, at ein innlegging ella nýtslulutur spillir fyri móttøku av radiofoni, telefoni el. tíl., ella ger óskil í ravmagnsljósinum hjá nýtarum har um leiðir, hevur nýtarin skyldu til við tað sama at fáa í lag, at bøtt verður um óskilið, og um hetta eydnast ikki, hevur felagið rætt til at slíta veitingina.
7. grein
Starvsfólk felagsins skal hava ótálmaða atgongd til allar partar av ravmagnsinnleggingunum til at hava neyðturviligt eftirlit o.a. við teim.
Felagið hevur rætt til at slíta streymin til innleggingarnar ella part av teimum, verða fyriskipanirnar frá ravmagnsverkinum ella í sterkstreymslógini ikki hildnar.
Fyri eftirkanning av innleggingum kann felagið krevja inn hóskandi gjald eftir avgerð stýrisins.
8. grein
Veitingarspenningurin er u. 220/380 volt veksilstreymur ella u. 20.000 volt veksilstreymur, 50 periodur. Felagið ger av, hvat streymslag og hvør spenningur verður veittur.
9. grein
Ravmagnsnýtslan verður máld við málara, ið felagið leigar út. Um so er, at tann gjaldskrá, sum er í gildi fyri avrokningina, ger tað neyðugt at hava onnur málitól, leigar felagið eisini hesi út.
Felagið útvegar og vælar um tey tól, sum neyðug eru til málingina.
Nýtarar lata eitt gjald fyri leigu, umvæling og avlesing.
Málaragjaldið verður innheimtað saman við gjaldinum fyri ravmagnsnýtslu.
Talið á málaranum, stødd teirra og hvar teir verða settir, ger felagið av.
Felagið hevur rætt til at krevja málara fluttan, um tað rúmið, har hann er settur, er broytt, so tað ikki longur tykir felaginum hóskandi til at uppseta málarar í.
Nýtararnir standa til svars fyri málarunum, og hevur felagið rætt til at krevja endurgjald, verða teir ónýttir ella skalaðir.
10. grein
Er einki funnið at bila málaranum, er vísing hansara avgerandi fyri ravmagnsgjaldið.
Verður tað prógvað, at okkurt er í ólagi við málaranum, avlesingini ella útrokningini av gjaldinum, tá verður nýggj útrokning, sum felagið ger, høvd sum mát fyri ravmagnsgjaldingina.
Nýtari kann krevja, at kannað verður eftir, um málarin vísir skeivt; sýnir slík eftirkanning, sum felagið ger, at málarin er í lagi, rindar nýtarin útreiðslurnar, annars felagið.
Sum brek, ið ber við sær eftirgjalding til felagið, verður roknað skeiv vísing við meira enn ÷ 10%.
Sum brek, ið ber við sær eftirgjalding til nýtaran, verður roknað skeiv vísing við meira enn + 5%.
Málararnir verða, áðrenn teir verða uppsettir, lógrættaðir (justeraðir) til eina vísing, ið er minni enn +÷ 3%.
11. grein
Nýtararnir hava skyldu til at halda innleggingar sínar í fyriskipaðum standi.
Hvørja ferð okkurt er í óstandi í innleggingini, skal hetta beinanvegin verða skilt frá við at slíta við høvuðsavbrótara ella partavbrótara, og góðkendur innleggjari ger hetta í stand aftur, áðrenn streymur aftur verður tilsettur.
Fer sikring fyri innleggingina, er nýtaranum loyvt at seta í nýggja av somu stødd; fer henda nýggja sikringin eisini, er ikki loyvt at skifta hana um, men góðkendur elinnleggjari skal fyrst kanna innleggingina.
At nýta afturgjørdar sikringar ella okkurt í staðin fyri sikringar er bannað, og kemur undir sakarmál.
Verður umsitingin av innleggingum vanrøkt, ella verður innlegging av øðrum orsøkum hættislig fyri lív ella ognir, hevur felagið rætt til, í tann mun, tað krevst, og uttan at siga frá frammanundan, at slíta veitingina.
Viðvíkjandi bilandi veiting kann ein venda sær til felagið. Er ólagið í innleggingi, áleggur felagið honum at fáa ein innleggjara til at bøta um hetta.
12. grein
Plumbur á málarum o.ø. mugu bert verða tiknar burtur av starvsfólki felagsins. Brýtur óviðkomandi plumbu, er hann skyldugur at gjalda allar útreiðslur, ið av hesum standast. Møguliga verður eisini tikið upp sakarmál móti honum.
13. grein
Áðrenn felagið byrjar nakað arbeiði fyri rokning nýtara, kann verða kravt, at peningur verður settur sum trygging fyri, at arbeiðið verður goldið, ella onnur trygging sett.
Verður streymveiting, gjørt arbeiði ella annað ikki goldið í seinasta lagi átta dagar aftaná fyrstu krevjing, hevur felagið rætt til at slíta veitingina, taka málarar burtur og rættarvegin innheimta bæði skuldarpeningin og afturat honum rentu og kostnað, uttan so at onnur skrivlig avtala er ella viðskiftaskipan.
Um felagið, tá ið eftirstøður hava verið fleiri ferðir, heldur tað vera beinast, kann verða kravt, at tryggingarpeningur verður goldin, áðrenn veitingin aftur verður sett til.
Tryggingarpeningur kann í teim førum, har tað viðvíkur gjald fyri ravmagn, verða settur til eina peningahædd, sum røkkur til at gjalda nýtsluna í upp til eitt ár.
Eingin renta verður latin av inngoldnum tryggingarpeningi.
Hevur nýtari ikki ræði á búgvi sínum, skal tryggingarpeningur vera inngoldin, soleiðis at nýtsla og aðrar veitingar altíð eru goldnar frammanundan.
14. grein
Tær gjaldskráir og tey gjøld, sum stýrið fyri SEV hevur samtykt, hava altíð gildi fyri avrokningina av ravmagnsnýtsluni.
Tær galdandi gjaldskráir verða kunngjørdar av felagnum, tá ið biðið verður um tað.
15. grein
Nýtarar, sum hava ella seinri byggja privat ravmagnsverk, ella sum ikki einans fáa veiting frá SEV, kunnu vanliga ikki fáa avrokning eftir teim galdandi vanligu gjaldskráum, men skulu gjalda nýtslu eftir gjaldskrá, sum felagið ásetur í hvørjum einstøkum føri.
Rúm, sum fáa veiting frá øðrum ravmagnsverkum, kunnu vanliga ikki fáa veiting frá SEV.
Heldur stýrið fyri SEV tað vera rætt, ella vil nýtarin ikki ganga undir tað, sum ásett er sambært tí, ið her framman fyri stendur, hevur felagið rætt til at nokta at veita ravmagn til slík rúm ella hús, har ið veiting frá privatum ravmangsverki er ella verður sett á stovn; somuleiðis hevur felagið rætt til at slíta veiting, sum longu er í gongd, við mánaða ávaring.
Hesar fyriskipanir galda eisini fyri veiting av motorravmagni til nýtarar, sum hava ella seinri fáa sær egið kraftverk við mekaniskari yvirføring, ella sum við tekniskari yvirføring fáa kraft frá øðrum stað.
16. grein
Felagið vil eftir førimuni royna at fáa veitingina regluliga, men kann ikki verða drigið til svars fyri støðg í rakstri ella at okkurt bilar.
Felagið átekur sær við sínum eftirliti við innleggingunum onga ábyrgd fyri, at hesar eru gjørdar eftir reglunum.
SEV mælir kundunum til at tekna rakstrartapstrygging har hetta kann verða relevant.
Í tann mun, at ófrávíkilig lóggáva ikki forðar fyri hesum:
1) hevur SEV onga ábyrgd fyri óbeinleiðis tap, herundir men ikki avmarkað til rakstrartap, vinningstap, tap av dátur v.m., uttan so, at talan er um tilætlan (fortsæt) ella groft ósketni (grov uagtsomhed) hjá SEV.
2) hevur SEV onga ábyrgd fyri avleiðingum av streymsliti ella vantandi verkseting av ætlaðum streymsliti.
3) hevur SEV onga ábyrgd av feilum ella manglum við streymveitingina herundir tekniskari dygd v.m., uttan so, at talan er um tilætlan (fortsæt) ella groft ósketni (grov uagtsomhed) hjá SEV.
4) er endurgjaldsábyrgdin hjá SEV yvirfyri vinnurekandi kundar avmarkað til 5 milliónir krónur fyri hvørja einstaka støðu SEV kemur undir ábyrgd, uttan so, at talan er um tilætlan (fortsæt) ella groft ósketni (grov uagtsomhed) hjá SEV. Møguligt endurgjald fyri tingskaða skal ásetast við atliti at sliti og aldri.
Um talan gerst um force majeure verða skyldurnar hjá SEV settar úr gildi (suspenderaðar) so leingi sum force majeure stendur við. Roynast skal at fáa bast (overvinde) force majeure støðuni skjótast gjørligt.
Talan er um force majeure, um SEV verður forðað í at lúka skyldur sínar orsakað av viðurskiftum, sum eru uttanfyri ræði hjá SEV, og um SEV hevur sýnt umhugsni í nóg stóran mun.
Sum dømi um force majeure kunnu serliga nevnast (ikki úttømandi):
- Heilt serligar (ekstraordinære) náttúrukreftir
- Samfelagsfíggindarligar gerðir
- Kríggj
- Terror
- Eldibrandar
- Herverk
- It-manipulatión ella aðrar hendingar, sum elva til it-brek
- Samanbrot ella skaði á elnetið, útbúnað v.m. hjá SEV, sum ikki stavar frá feili ella vansketni hjá SEV
- Ómøguleiki við atliti at fáa neyðuga arbeiðsmegi, maskinur, tilfar ella veitarar
- Arbeiðsósemjur, herundir, men ikki avmarkað til, verkfall og verkbann
Talan er harafturat um force majeure, um SEV bert við heilt ósamsvarandi búskaparligum kostnaði kann uppfylla sínar skyldur.
Peningatrot er ikki force majeure.
Í tann mun, at ófrávíkilig lóggáva ikki forðar fyri hesum, eru omanfyri nevndu ábyrgdarfráskrivingar eisini galdandi millum øðrumegin teir elframleiðarar, sum framleiða streym inn á netið hjá SEV, og hinumegin kundarnar hjá SEV.
SEV hevur undir øllum umstøðum onga ábyrgd í tilfelli av spreingiarbeiði á skaðastaðnum, kaðalog/ella leidningsbrot/-brek sum avleiðing av eini samanseting av høgum kuldastigum og stormi, saltlag, yvirspenning orsakað toru, spreinging, flogvanlukku ella partar av hesum, sjálvkoyrandi maskinum, it-manipulatión umframt skaða/tap, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur samband við atomkjarnureaktiónir (fissión, fusión og radioaktiv stráling), uttan mun til um skaðin hendir í krígsella friðartíð. Somuleiðis hevur SEV onga ábyrgd fyri ein og hvønn skaða, sum íkemur orsakað av byggi-/verklags-/umvælingarbeiði framt av øðrum enn SEV og samstundis ikki umbiðið av SEV. T.d. graviarbeiði, sum førir við sær kaðal- og/ella leidningsbrot/-brek.
17. grein
Umframt tær fyriskipanir, sum nevndar eru í hesum treytum við uppískoytum, skal verða skilað til, at øll innleggingararbeiði, her uppi í málaraleiðing, málaratalva o.a.m., skulu verða gjørd í samsvari við tær til eina og hvørja tíð galdandi lógir, almennar reglugerðir og fyriskipanir, og somuleiðis skal gjølla verða gjørt eftir ávísingum felagsins.
18. grein
Hvør tann, sum fær ravmagn frá SEV ella eigur hús, har slík veiting er sett í verk, hevur skyldu til at gera eftir hesum fyrisøgnum og broytingum í teimum, sum skuldu verið gjørdar.
Øll ivamál, sum kunnu verða hesum treytum viðvíkjandi, kunnu vera skotin til stýrið fyri SEV, og við avgerð tess verður tað.
19. grein
Hesar fyriskipanir koma í gildi beinanvegin. Stýrið fyri SEV skilar sær rætt til at gera broytingar, skuldu slíkar seinri gjørst neyðugar.