Føroyar í miðdeplinum av altjóða marknaðarføringsátaki

Føroyar í miðdeplinum av altjóða marknaðarføringsátaki

Í dag er stórt marknaðarføringsátak nevnt Faroe Islands Space Program farið av bakkastokki um stóran part av heiminum.

Talan er um átak hjá tveimum svenskum fyritøkum  - ávikavist Minesto og SKF - sum gera vart við burðardygga orkuframleiðslu, og ítøkiliga royndarverkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi.

SKF, sum er altjóða fyritøka við gott og væl 42000 starvsfólkum í 129 ymiskum londum, hevur sniðgivið og leverað fleiri av deilunum og skipanunum í sjóvarfalsdrekunum hjá Minesto, og marknaðarføringsátakið tekur støði í hesum.

Boðskapurin í átakinum er ein áheitan um at gagnnýta tilfeingið í havinum á ein burðardyggan hátt, heldur enn at kappast um at koma upp í rúmdina, fyri at náa tilfeingi á øðrum gongustjørnum. Atdráttarmegin hjá mánanum stýrir rákinum, og við at gagnnýta hetta, gera vit longu brúk av ‘mánaorku’, uttan at fara uppfrá. Tí verður verkætlanin lýst sum ein rúmdarverkætlan, sum ikki fer uppfrá.

Átakið fevnir m.a. um film og lýsingar á sosialu miðlunum, umframt meira málrættað tilfar á portalum við tøkniligum fokus. Eitt nú hevur tøkniheimasíðan IFLScience samrøðu við umboð fyri Sev, SKF og Minesto.

Átakið verður virkið í Evropa, USA, India, Kina v.m.

 

Filmur - Faroe Islands Space Program 

 

Sí meira her

17.03.2025
Earth Hour 2025