Starv - Maskinmeistari/maskinistur til Sundsverkið

Starv - Maskinmeistari/maskinistur til Sundsverkið

Vit sóknast eftir maskinmeistara/maskinisti til Sundsverkið.

 

Sundsverkið

Sundsverkið er enn  bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av el-orkuni á landi.

Nýggj grøn brennievni til motorar eru undir støðugari menning og kunnu gerast týðandi partur av at røkka málinum um grøna orku. Sev fylgir væl við í menningini og hevur í løtuni kanningarverkætlan í gongd saman við størri motorframleiðara um, hvørt tað ber til at brenna grøn brennievni, eitt nú á Sundsverkinum.

Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum  hevur ein framleiðslumátt á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og hjálparskipanir eru:

·    2 x B&W Diesel  á 12,4 MW 1984/1989

·    2 x MAK  á 8 MW 2001/2004

·    2 x MTU  á  2,4 MW

·    4 x MAN  á 9,2 MW 2019

Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

 

Starvið

Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.

Vanligu arbeiðstíðir tínar eru frá kl 8 – 16 mánadag til fríggjadag, men væntast kann eisini vaktararbeiði.

 

Vit vænta, at tú hevur:

·        Maskinmeistaraprógv/maskinistprógv

·        viðkomandi royndir

·       góðar samskiftisførleikar og samstarvsevni, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

 

Sev

Hjá Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Vit bjóða tær:

·    góða upplæring

·    møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína

·    smidligar arbeiðsumstøður

·    fjøltáttaðan arbeiðsdag

 

Setanar- og lønarviðurskifti                                                                                                                           

Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið. Roknast kann harumframt við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

 

Umsóknin

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á tel. 286912 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419.

Umsóknarfreistin er 8. januar 2025. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari/maskinistur Sundsverkið

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking