SEV   /   Um okkum   /   Grøna kósin   /   Sólorka

Sólorka

Sólorka

Sól í Sumba

Sólorkulundin í Sumba er royndarverkætlan við sólpanelum, sum eru staðsett á helvtini av gamla fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba. Sólorkulundin varð tikin í nýtslu 5. desember 2019, tá borgarstjórin í Sumba Eyðbjørn Thomsen, tendraði skipanina.

Sólorkulundin fevnir um 768 eyst-vestvendar sólkyknur við einum samlaðum mátti á 242 kWp og 60 suðurvendar sólkyknur við einum samlaðum mátti á 19kWp. tilsamans 261 kWp. Uttara fysiska víddin á sólkyknunum er 1,67 m2.

Verkætlanin skal umframt at kanna, hvussu sólorkuframleiðsla roynist í Føroyum, eisini vísa, hvussu sólpanel hátta sær í føroyska veðurlagnum, og hvussu væl tey tola veður og vind. Partur av verkætlanini er somuleiðis ein mátistøð, sum mátar vind, vætu, ætt, hita og sólstráling.

Metingarnar siga, at sólorkuskipanin í Sumba hevur møguleika at framleiða 174 MWt av streymi árliga. Hettar svarar til tørvin hjá uml. 35 húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum uml. 35 tons av olju.

Fylg við sólorkuframleiðsluni her.

Higartil hevur sólorkulundin roynst væl. Eingir stórvegis skaðar hava staðist av harðbalna veðurlagnum á staðnum, og framleiðslan hevur verið hægri enn áður mett.

Sum sæst á myndini omanfyri, eru bestu mánaðirnir til sólorkuframleiðslu ikki óvæntað mai, juni og juli.

Hví sólorku?

Í strembanini eftir at náa málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030 er neyðugt at finna røttu samansetingin av orkukeldum. Framleiðslan av vindorku og vatnorku í Føroyum minkar munandi í summarmánaðunum, og tá er neyðugt at hava aðrar orkukeldur eisini.

Í summarhálvuni hava vit í Føroyum nógvar tímar við dagsljósi og/ella sól. Tí verður mett, at møguleiki er fyri at kunna vinna elorku úr sól og dagsljósi, tá ið lítið er av vindi og regni.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking