Eingin broyting í elprísinum komandi ár

Eingin broyting í elprísinum komandi ár

Á regluliga eykaaðalfundinum hjá Sev í dag legði nevndin fram roknskap og frágreiðing fyri árið higartil.

Roknskapurin visir, at Sev væntar eitt avlop fyri árið á góðar 48 mió. kr., sum verða brúktar til komandi íløgur, eitt nú til koblingsstøð og battarískipan í Sandoy.

Nevndin hevur avgjørt ikki at broyta elprísin fyri komandi ár.

Oljuavgjaldið eigur at verða brúkt rætt

Grøna kósin skal haldast, til gagns fyri alt samfelagið, men ymiskar avbjóðingar eru á leiðini. Ein teirra er heldur ógreiði politikkurin frá landsins síðu hvat burðardygd viðvíkur. Eitt nú oljuavgjaldið, sum komandi ár væntast at tyngja roknskapin hjá Sev við 55 mió. kr., og sum í hesum førinum í roynd og veru er eitt avgjald á el.

“Eitt sokallað oljuavgjald, sum ikki verður nýtt í burðardygga virkisøkinum er bara ein eyka skattur, sum tekur pening úr skipanini og leggur fót fyri grønu kósina. Tað er meiningsleyst”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

 

Sí nevndarfrágreiðing og fíggjarætlan fyri 2025

 

 

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking