Mítt Sev – títt besta innlit í tína elnýtslu
Visti tú, at tú kann fylgja við frá einum degi til annan, hvussu nógv el títt húski nýtir?
Á orkuportalinum Mítt Sev ber eitt nú til at
Orkuportalurin er greiður og lættur at fara um, og eisini er tað sera skjótt at skráseta seg. Til ber at stovna brúkara og rita inn við Samleikanum.
Ritar tú ikki inn við Samleikanum, kanst tú rita inn við telduposti og loynitali.
Fyrstu ferð tú ritar inn, verður tú biðin um at tøppa inn kundanummar og loynital. Kundanummarið er at finna á einari eldri uppgerð og loynutalið fæst við at seta seg í samband við Sev. Av trygdarávum verður tú tá biðin um at velja nýtt brúkaranavn og loyniorð, og fært ein váttanarteldupost. Tú ert nú til reiðar at nýta orkuportalin hjá Sev.
GG! Orkuportalurin Mítt Sev er ikki tøkur í Internet Explorer.
GG! Fyri at verja um trygdina í orkuportalinum Mítt Sev og tína trygd sum brúkari, er ein tvey-faktor samgildisskipan fyri tey, sum ikki nýta Samleikan. Tað merkir, at ein eyka kota skal til fyri at rita inn. Tú kanst velja, um tú fært tvey-faktor kotuna um sms-boð ella í telduposti.
Samanber tína orkunýtslu við onnur
Ivast tú í, um tín elnýtsla liggur lágt ella høgt í mun til onnur húsarhald, sum líkjast tínum? So hevur tú nú møguleika at samanbera tína nýtslu við onnur. Sí vegleiðing niðanfyri.
Rita inn á orkuportalin Mítt SEV
Ivast tú í onkrum? Sí videovegleiðingarnar niðanfyri.