LØGTINGSLÓG NR. 134 FRÁ 10. JUNI 1993
1. kapittul
§ 1.
§ 1.
Sum sterkstreymsútbúnaðurin er at skilja í hesi lóg virki til framleiðslu, flyting og býti av elmegi við so høgum spenningi ella so stórari streymstyrki, at vandi kann standast av, og allar íbundnar elinnleggingar, nýtslulutir og tílíkt.
2. Stk. Sum eltilfar er at skilja maskinur, tól og tilfar av øllum sløgum, ið nýtt verða í sterkstreymsútbúnaðum.

§ 2.
Landsstýrið ásetir reglur um 1)gerð og rakstur av stermstreymsútbúnaðum,
2)framleiðslu, eftirkannan, góðkenning, sølu og nýtslu av eltilfari.
3)gerð og rakstur av øðrum útbúnaðum, ið standa hættisliga nær ella hava samband við sterkstreymsútbúnað.
2. stk. Landsstýrið kann heimila elnevndini, sbr. § 6, á nærri avmarkaðum økjum at áseta tær reglur, sum nevndar eru í 1. stk. Landsstýrið kann harumframt áseta reglur fyri at gera frávik frá ásetingunum.
3. stk. Landsstýrið kann áseta, at ávís sløg av sterkstreymsútbúnaðum og ávísir bólkar av eltilfari ikki skulu koma undir tær reglur, sum nevndar eru í 1. stk.
4. stk. Landsstýrið kann áseta, at tær reglur, sum danska _elektricitetsrådet" eina og hvørja tíð ger um 1)gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum,
2)gerð og rakstur av øðrum útbúnaðum, ið eru hættisliga nær ella í sambandi við sterkstreymsútbúnað og
3)gerð, eftirkannan og nýtslu av eltilfari, sum eru kunngjørdar í _stærkstrømsreglementet" (sterkstreymsreglugerðini), allar ella lutvíst skulu galda her á landi. Landsstýrið kann harumframt áseta, at tær umsitingarligu reglurnar í sterkstreymsreglugerðini heilt ella lutvíst skulu galda her á landi.
5. stk. Tær reglur, ið verða ásettar eftir 2. og 3. stk. og sterkstreymsreglugerðin, sbr. 4. stk., sleppa undan upptøku í Kunngerðarblaðnum. Upplýsing um innihaldið í teimum reglum, sum ásettar eru sbr. hesi grein, fáast hjá elnevndini.

§ 3.
Eftirlitið við, at tær reglur, ið eru ásettar sbr. § 2., verða hildnar, verður útint av elnevndini sbr. reglum, ið landsstýrið ásetir.
2. stk. Til tess at fremja eftirlitið við eltilfari, kann landsstýrið m.a. áseta reglur um: 1)Krav um, at eltilfar, ið verður selt, útflýggjað ella innlagt til nýtslu her á landi, er fráboðað DEMKO (Danmarks elektriske materielkontrol) við atliti at skráseting ella skrásett av DEMKO.
2)Forboð móti sølu, útflýggjan, innlegging og nýtslu, heruppií framhaldandi nýtslu av tilfari, ið kann gerast vandamikið fyri persónar, húsdjór og ogn.
3)Upplýsingarskyldur viðvíkjandi eltilfari, um samsvar við galdandi konstruktiónsfyriskipanir ikki er staðfest, ta stund søla útflýggjan ella innlegging av tilfarinum fer fram.
4)Skylda hjá monnum, ið selja eltilfar, at taka aftur tilfar, ið kemur undir forboð, ið er gjørt sambært regluni í nr. 2, og at halda aftur tílíkt tilfar eftir nærri avgerð frá elnevndini.

§ 4.
Landsstýrið kann áseta reglur um, at eigarar og nýtarar av sterkstreymsútbúnaðinum, virkiseigarar, innflytarar og menn, ið selja eltilfar, hava skyldu at geva allar upplýsingar, sum elnevndin metir at vera neyðugar til tess at útinna eftirlitið sbr. § 3, 1. stk.
2. stk. Tá ið tað eftirlit, sum nevnt er í § 3, 1. stk. verður útint, hava umboðsmenn hjá elnevndini uttan rættarúrskurð við at vísa hóskandi heimild atgongd til allan sterkstreymsútbúnað og til øll høli, har eltilfar verður framleitt, selt, goymt ella nýtt.
3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um rætt til at kæra avgerð, sum elnevndin hevur tikið, eitt nú at avgerðirnar ikki skulu kunna verða kærdar til landsstýrið.

§ 5.
Við bót verður hann revsaður, ið
1) skúgvar til viks treytir fyri loyvi sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnar sambært lógini, ella
2) letur vera við at lýða forboð ella boð, ið eru fráboðað sambært lógini ella fyriskipanum, ið eru settar eftir lógini.
2. stk. Í fyriskipanum, sum verða settar sbr. lógini, eitt nú sterkstreymsreglugerðin, kann revsing verða ásett við bót fyri brot móti ásetingum í fyriskipanunum.
3. stk. Fyri brot, sum lógfrøðiligir persónar, eitt nú feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur og landið gera, kann verða álagt tí lógfrøðisliga persóni sum slíkur sektarábyrgd.
4. stk. Fyrningarfrestin fyri revsiábyrgdina er 10 ár.

2. kapittul
§ 6.
Sett verður á stovn elnevnd, ið røkir teir fyrisetningar, ið eru settir nevndini í hesi lóg ella í fyriskipanum, uppsettar sambært lógini. Elnevndin skal umframt vera landsstýrinum til hjálpar í neyðugan mun við ráðum o.s.fr. í spurningum, sum koma undir hesa lóg.
2. stk. Elnevndin er samansett av formanni, ið skal vera lógfrøðingur, rakstrarleiðaranum fyri SEV, landsverkfrøðinginum, einum góðkendum elinnleggjara, sum Føroya elinnleggjarfelag tilnevnir, og einum limi við elfrøðiligari útbúgving. Landsstýrið tilnevnir formannin og seinast nevnda lim.
3. stk. Nevndarlimunum kann verða veitt árlig samsýning og fáa teir endurgjald fyri skjalprógvaðar ferðaútreiðslur. Teir limir, sum ikki fáa samsýning, fáa dagpening samsvarandi landsstýrisins reglum um samsýning til limir í nevndum, ráðum o.ø.
4. stk. Nevndin ger uppskot til starvsskipan, ið landsstýrið skal góðkenna.
5. stk. Nevndin kann fáa sær neyðug hjálparfólk.

§ 7.
Útreiðslurnar av virkseminum hjá elnevndini verða goldnar úr landskassanum.
3. kapittul
§ 8.
Sterkstreymsútbúnaðir skulu ikki órógva raksturin av øðrum virkjum, ið eru. Slepst undan hesum órógvi við at seta í verk trygdartiltøk, verða hesi gjørd fyri kostnað tess virkiseigara (nýtara), ið hevur verið atvold í órógvunum. Hini virkini skulu tó bera ein hóskandi part av útreiðslunum, um tiltøkini, ið verða sett í verk, føra við sær munandi fyrimunir fyri rakstur teirra.
2. stk. Spurningar um, a)hvør vítt ein sterkstreymsútbúnaður ger tað, at raksturin av verandi virki verður fyri órógv,
b)hvørji trygdartiltøk skulu verða tikin til tess at útihýsa órógvinum,
c)hvør ið skal seta trygdartiltøkini í verk, og
d)um og í hvønn mun hini virkini skulu bera útreiðslurnar í sambandi við hetta, verða avgjørdir, um semja ikki fæst, av serligari nevnd, og hennara avgerð er endalig og bindandi fyri partanar.
3. stk. Nevndin kann gera av, at ikki kann verða farið undir bygging ella rakstur av sterkstreymsútbúnaðinum, fyrr enn tey trygdartiltøk, sum verða hildin neyðug, eru framd.
4. stk. Í úrskurðinum ásetir nevndin, hvør av pørtunum skal bera kostnaðin av nevndarviðgerðini av málinum og við hvørjari upphædd. Spurningurin um støddina á upphæddini kann tó verða lagdur fyri landsstýrið innan 14 dagar aftaná, at úrskurðurin er kunngjørdur.
5. stk. Tann serliga nevndin er samansett av sorinskrivaranum ella einum av fulltrúum hansara sum formaður og 2 øðrum limum, ið verða tilnevndir frá einum máli til annað av elnevndini uttanum teir.

4. kapittul
§ 9.
Hann, ið rekur sterkstreymsútbúnað, hevur skyldur at endurrinda tann skaða á persón ella ognir, sum standast av útbúnaðinum, uttan so at tað verður upplýst, at hin skaddi sjálvur við vilja ella av óansni hevur velt skaðan, ella at hann (skaðin) ikki kundi havt verið forðaður við tí sketni ella umhugsan, sum raksturin av slíkum útbúnaði krevur bæði viðvíkjandi rakstarhátti og tilfari.
§ 10.
Hann, sum verður fyri skaða, hevur rætt til endurgjald ikki bara fyri tann skaða, sum hann beinleiðis líður, men eisini fyri tær útreiðslur, vinnumiss og ampar, ið harav standast.
2. stk. Er persónskaði, verður at rinda endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, heilsubótarútreiðslur og annan miss, sum stendst av skaðanum, og eina samsýning fyri sviða og pínu. Hava varandi fylgjur staðist av skaðanum, verður eisini at rinda samsýning fyri varandi mein og endurgjald fyri miss ella skerjan av vinnunevni. Virðið av arbeiði í heiminum verður sett javnt við vinnuinntøku.
3. stk. Við deyða skal endurgjald verða goldið fyri rímiligar jarðarferðaútreiðslur og endurgjald til tann, ið við andlátið hevur mist uppihaldara. Uppihaldið fevni eisini um virðið av arbeiðinum hjá tí deyða í heiminum.

§ 11.
Kann skaðin standast av fleiri sterkstreymsútbúnaðum, bera allir teir útbúnaðir (sbr. § 9), viðvíkjandi hvørjum tað ikki kann verða prógvað, at skaðin ómøguliga kann verða elvdur av teimum, samábyrgd mótvegis tí, sum verður skaddur. Teir útbúnaðir, sum eru bundnir at rinda endurgjald, ábyrgjast javnt, um annar sáttmáli vantar.
5. kapittul
§ 12.
Sterkstreymsleiðingar kunnu verða leiddar yvir og undir gøtur og vegir, tá ið tær kunna verða lagdar uttan ampa fyri ferðsluna.
2. stk. Áðrenn farið verður undir arbeiðið, skal verða boðað eigaranum av vegnum frá hesum 4 vikur frammanundan. Eigarin av vegnum kann innan 3 vikur aftaná fráboðanina mótmæla, at leiðingarnar verða leiddar, til elnevndina.
3. stk. Aftaná tinging við partarnar, løgregluna og vegamyndugleikan ger elnevndin endaliga av, um og á hvønn hátt leiðingarnar kunnu verða leiddar.
4. stk. Um elnevndin metir, at tað at føra fram leiðingar fer at hava við sær fíggjarligan miss hjá eigaranum av vegnum, ella um menn vilja hava elsteyrar, stengur o.t. uppsett á vegaøkinum, skal verða farið fram eftir reglunum í § 13 ff.

§ 13.
Tá ið almannagagnið krevur tað, kann landsstýrið loyva, at farið verur undir ognartøku viðvíkjandi fastari ogn eftir reglunum í hesi grein sbr. §§ 15-18, til at leggja undir ella oman jarðarleiðingar við mastrum, transformarastøðum o.t., ið hoyra til, tá ið útbúnaðurin er ætlaður til býti av elmegi til spenningar niðan fyri 50kV.
2. stk. Um landsstýrið ikki beinavegin sýtir umsókn eftir 1. stk., sendir landsstýrið elnevndini málið til kanningar og ummælis.
3. stk. Elnevndin sær til, at eigarar og nýtarar av teimum økjum, ið munnu ætlast at verða nervað av tí ætlaða útbúnaðinum, við innskrivaðum brævi fáa boð um umsóknina og um hvørji rættindi, ið ynskt verða. Samstundis verður mælt teimum til innan 3 vikur, aftan á at boðini eru send, at seta fram tær atfinningar, teir hava móti umsóknini. Somuleiðis verður at boða býar- og bygdaráðum í teimum kommunum, sum útbúnaðurin nemur við, frá.
4. stk. Elnevndin kunnger 2 reisur í Kunngerðablaðnum og umframt á slíkan hátt, sum eftir viðurskiftunum á staðnum verður hildið at vera mest hóskandi, at umsóknin er fingin og við tilskilan av innihaldinum í umsóknini og hvørji rættindi ynskt verður at fáa. Ein og hvør, ið hevur rættarligan áhuga at røkja í sambandi við umsóknina, og sum ikki serstakliga hevur fingið boð, sbr. 3. stk., verður biðin innan 3 vikur frá seinastu kunngerð í Kunngerðablaðnum at seta fram sínar viðmerkingar fyri elnevndini.
5. stk. Umsøkjarin verður at geva elnevndini allar tær upplýsingar um útbúnaðin og rakstur tess, sum ætlast at vera neyðugar til metingar av umsóknini.
6. stk. Elnevndin gevur ummæli til landsstýrið, sum ger av, hvørt umsóknin kann verða játtað.

§ 14.
Við atliti at gerð av útbúnaðum, sum koma undir § 13, hevur hann, ið eigur býtisútbúnaðin, heimild at gera neyðugar fyrireikandi uppmátingar og onnur tøknilig fyrireikingararbeiði og kanningar.
2. stk. Til at fara undir tey fyrireikingararbeiði og tær kanningar, sum nevndar eru í 1. stk., skulu teir avvarðandi eigarar og nýtarar í minsta lagi 14 dagar frammanundan fáa serstakt boð um hetta. Ber hetta ikki til, verður kunngjørt soleiðis, sum mett verður hóskandi á staðnum.
3. stk. Teir skaðar, ið standast av arbeiðinum, skulu verða endurgoldnir. Fæst ikki friðarsemja um støddina á endurgjaldinum, verur hetta ásett av elnevndini. Avgerðin hjá elnevndini kann verða skotin inn fyri landsstýrið.
4. stk. Tann, ið við vilja tekur burtur, avlagaðar ella løstar merkingar, sum verða gjørdar í sambandi við fyrireikingararbeiðini, verður revsaður við bót, uttan so at strangari revsing er uppiborin eftir revsilógini.

§ 15.
Tá ið landsstýrið eftir § 13 hevur givið loyvi til ognartøku viðv. fastari ogn, boðar elnevndin bæði tí ella teimum, ið hava fingið loyvi og eigarum og nýtarum av tí føstu ognini til fundar á avvarðandi økinum, ella har nevndin heldur hóskandi. Fráboðan um fundin verður við 14 daga frest við innskrivaðum brævi ella við stevningarmonnunum. Nevndin ger av, hvørjir av hennara limum skulu luttaka.
2. stk. Á fundinum tingast elnevndin við partarnar um ta gjøllari skipanina. Fæst ikki semja, ella koma ikki allir av eigarunum ella nýtarunum á fundin, ásetir nevndin innan karmin av loyvi landsstýrisins innihaldið og víddina av teimum rættindum á hvørjari ogn sær, ið verður at ognast, meðan spurningurin um støddina á endurgjaldinum verður skotin inn fyri gerðararætt til ásetingar, sbr. § 16. Elnevndin kann gera av, at tann ella teir, sum hava fingið loyvið, skulu veita trygd fyri greiðslu av endurgjaldinum, áðrenn arbeiðið byrjar. Verður ikki semja millum partarnar, ger elnevndin av, í hvørjum peningastovni trygdin verður latin til varðveitslu.

§ 16.
Gerðarrætturin, sbr. § 15, 2. stk. hevur 2 limir. Tann ella teir, sum hava fingið loyvið sbr. § 13 og fastognarmenninir ella nýtararnir velja hvør sín lim. Um annar parturin ikki skrivliga hevur sagt hinum partinum frá sínum vali innan 14 dagar, aftaná at hin seinri hevur boðað frá sínum vali, missir hin fyrri sín rætt til at velja sín lim, soleiðis at hin parturin eisini hevur rætt at velja hin limin.
2. stk. Um gerðarrætturin ikki kann semjast, tilnevnir sorinskrivarin (dómarin) ein ástøðumann. Ástøðumaðurin ger av innanfyri markið av teimum ósambærligu áskoðanum teir spurningar, ið ósemjan er um.
3. stk. Úrskurðurin hjá gerðarrættinum verður fráboðaður báðum pørtum skrivliga. Úrskurðurin kann ikki verða skotin inn fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 17.
Upphæddin, sum eigarin av útbúnaðinum skal gjalda í endurgjaldi, verður at rinda avvarðandi eigara ella nýtara beinleiðis. Eigarin av útbúnaðinum hevur tó heimild til, áðrenn endurgjaldsupphæddin verður útgoldin, at krevja neyðuga sannan um, at veðhavarar, sum hava tinglýstan rætt, og onnur avvarðandi samtykkja í útgjaldingini, og til slík sannan er til skjals, at lata endurgjaldsupphæddina í varðveitslu í peningastovni við tí avleiðing, at upphæddin við aftratkomnari rentu ikki kann verða tikin út uttan samtykki frá báðum pørtum.
§ 18.
Sum prógv um, at rættindi til ogn hjá øðrum manni er fingin, er úrskrift av tí, ið farið er fram í elnevndini. Úrskriftina kann eigarin av útbúnaðinum lata tinglýsa sum skuldbinding í ognini.
§ 19.
Tá ið almannagagnið krevur tað, kann landsstýrið aftaná at hava fingið ummæli frá elnevndini loyva, at sett verður í verk ognartøka viðvíkjandi fastogn eftir reglunum í _lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne" til útbúnað, til framleiðslu, flutning og býti av elmegi.
2. stk. Ognartøka sbr. 1. stk. kann fara fram til nýggjar útbúnaðir, til at vaksa um og broyta útbúnaðir, sum eru, til tryggingar av, at slíkir útbúnaðir verða verandi, til neyðug eyka tiltøk og vegna brúk, røkt, trygt virksemi og hóskiligan rakstur av teimum nevndu útbúnaðum, heruppií t.d. til orkustøðir, transformarastøðir, umformarastøðir, goymsluøki, ruskøki og leiðingar omaná og undir jørð við mastrum, ið hoyra til, og øðrum tilhoyri. Ognartøka sbr. 1. stk. kann eisini fara fram til teir útbúnaðir, ið nevndir eru í § 13, 1. stk.
3. stk. Í einari avtalu um avhending av rættindum yvir fastari ogn til útbúnaðir, sum ikki koma undir § 13, 1. stk. kann verða avgjørt, at gerðarrætturin, nevndur er í § 16 ásetir endurgjald fyri avhending. Avgerðin hjá gerðarrættinum kann tá verða viðgjørd við yvirmeting eftir reglunum í § 4 í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881.
4. stk. Reglurnar í § 14 um fyrireikandi uppmátingar hjá útbúnaðarhavaranum og onnur tøknilig fyrireikandi arbeiði og kanningar o.s.fr. verða nýttar samsvarandi.
5. stk. Við ognartøku av lendi í sambandi við nýtslu av vatnorku til elframleiðslu verða nýttar reglurnar í "lov nr. 169 af 18. maj 1937 om benyttelse af indsøer og vandløb".
§ 20.
Eigarin av útbúnaðinum ber allan kostnað av tí starvsemi við meira, sum nevnt er í §§ 12-19 heruppií dagpening og ferðaútreiðslur til limirnar í gerðarrættinum, sbr. § 16, eftir reglum landsstýrisins um samsýning til limir í nevndum, ráðum o.ø.
6. kapittul
§ 21.
Landsstýrið kann eftir tilmæli frá elnevndini heilt ella lutvíst avhenda eftirlitið við innleggingum til eigaran ella nýtaran av teimum útbúnaðum, haðani avvarðandi innleggingar fáa streym.
2. stk. Avhending av eftirliti kann verða tikin aftur, um elnevndini eftir gjørdar kanningar tykir, at eftirlitið ikki verður gjørt nóg væl.

§ 22.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
2. stk. Samstundis, sum lógin kemur í gildi, fara úr gildi "anordning nr. 63 af 27. marts 1936, hvorved lov nr. 169 af 11. maj 1935 om elektriske stærkstrømsanlæg sættes i kraft på Færøerne", og "midlertidig bestemmelse nr. 34 af 28. oktober 1940 om tilsyn med stærkstrømsanlæg på Færøerne", sum broytt við "midlertidig bestemmelse nr. 42 af 11. desember 1942" og við løgtingslóg nr. 39 frá 11. juni 1958.