Nakað fyri kl. 13.30 sunnudagin fór streymurin í Kunoy og Kalsoy. Orsøkin er tvær linjur, sum eru slitnaðar í illveðrinum, og sum ikki ber til at umvæla í hesum veðrinum.
Koblað varð um, so streymurin var skjótt aftur í Kunoy, men í Kalsoy ber ikki til at kobla um á sama hátt. Fólk hjá Sev fóru út í Kalsoynna við tveimum aggregatum. Annað fyri at fáa rampuna at virka, so lastbilarnir kundu sleppa í land.
Seinna aggregatið varð síðan sett upp, so bygdirnar kundu fáa streym aftur. Kl. 19.39 var spenningur á, og kalsoyingar fingu ljós og hita aftur.
Hugt verður eftir linjunum so skjótt tað ber til.