SEV   /   Vinna   /   Elinnleggjarar   /   Elinnleggjarabókin   /   A2: Byggistreymur

A2: Byggistreymur

Uppskot um gerð av byggistreymstalvu.

Stikkleiðingskaðal til byggistreymstalvu skal vera minst 6 mm².
Serreglurnar fyri byggistreymstalvur og -innleggingar eru at finna í Stærkstrømsbekendtgørelsen (hereftir nevnt SB) kap. 711 og kap 702 og í Fællesregulativet (hereftir nevnt FR). Fyri gerð av byggistreymstalvum er serliga afsnit 13-4 galdandi.

Høvuðskrøvini eru hesi:
·    Eltilfarið, ið nýtt verður, skal vera av slíkum slag, at tað tolir tann ágang, tað kann koma út
fyri. (SBEi 510.1).
·    Hyggjast skal at innleggingini triðjahvønn mánaða. Hettar er ábyrgd eigarans (nýtarans).
(SBEi 711.61).
·    Monteringstilfar skal vera IPX4, tó IPX1 um tað er vart móti vætu við veðurfastum tilfari.
(SBEi 702.512.2).
·    Stikkontaktir til og við 32 A skulu vanliga vera vardar við HFI ella HPFI relé. (SBEi
711.471).
·    Annars er kravið, at øll innleggingin skal hava eyka­verju (BIB).
·    Byggistreymstalvur skulu vera IP43, tá lúkurnar eru afturlatnar, brúksflatan kann tó vera
IP21, um lúkurnar fáast aftur undir vanligari nýtslu. (afsnit 13-4 stk. 7.2).
·    Sambært afsnit 13-4 skulu byggistreymstalvur vera typutestaðar TTA (sí annars SBEi kap.
711).

Krøv ið FR og SEV seta til málaraskáp í byggistreymstalvum.
Málaraskáp skulu lúka tey krøv, ið FR setur, serliga verður gjørt vart við fylgjandi:
·    Tilfar skal vera stabilt, ljóstætt, korrosiónsfast, og tola veður og vind. (FR stk. 24.1).
·    Hæddin á skápshurð skal minst vera 30 cm + klemmukassan, t.v.s. umleið 53 cm.
·    Hurðaopið skal vera minst 20 cm (FR stk. 27).
·    Hurðin skal haldast afturlatin við knarva ella slá. Um lás er á, skal SEV hava lykil til lásið.
·    Rútur úr brottryggum og veðurfastum tilfari skal vera í hurðini, hann skal vera so stórur, at
málarin kann lesast av, tó ikki størri enn 20 cm hædd og 10 cm breidd. (FR 24.2).
·    Óviðkomandi lutir eiga ikki at vera í skápinum. (FR 13.3).
·    Stikkleiðing til byggistreymstalvur kann leggjast samb. SBEi kap. 710 ella 711 .
 


 
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking