Montørur til rakstrardeildina

Montørur til rakstrardeildina

Trívist tú við fjølbroyttum arbeiðsdøgum og spennandi uppgávum, og vilt tú vera við til at tryggja føroyska elnetið? Vit sóknast eftir montøri til rakstrardeildina. Á rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið.

Starvið
Talan er um eitt spennandi starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum innan nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí er alt landið arbeiðsstaður tín. Arbeitt verður í toymum, og talan kann verða um skiftandi arbeiðstíðir. Roknast kann við nakað av ferðing. Setanarstaðið er Havnaverkið í Gundadali í Tórshavn.


Tað er ein fyrimunur, at tú hevur handverksliga útbúgving sum elektrikari, smiður, bilsmiður ella líknandi.
Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú aftrar teg ikki við at fara undir nýggjar avbjóðingar, og tú trívist við at arbeiða úti í frískari luft. Vit vænta somuleiðis, at tú ert liðleikari, dugir væl at samskifta og samstarva. Fyrimunur er, um tú er kropsliga væl fyri og ikki ræðist hæddir. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

Vit bjóða:
· fjøltáttaðan arbeiðsdag
· ávirkan á egið arbeiði
· fakliga menning
· viðkomandi skeið

Setanar- og lønarviðurskifti
Tú hevur tilvísing til økisleiðaran fyri rakstrardeildina meginøkið.

Lønar- og setanarviðurskifti eru antin sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag ella sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Jógvan Kristoffersen, økisleiðara, á telefon 219010 ella Otto West, deildarleiðara á rakstrardeildini, á 225513. Umsóknarfreistin er 21. apríl 2025.

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Montørur Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.