C4: Viðmerkingar og ískoyti

Viðmerkingar og ískoyti til Fællesregulativet (FR), í samband við at hettar verður sett í gildi í Føroyum


Á blaðsíðu 11: Mynd 2.1 skal skiljast soleiðis

FR umfatar leidningar, ið føra ómáldan streym, og/ella eru vardir av sikring, ið førir ómáldan streym.
 

Á blaðsíðu 13: Mynd 5.4 fær soljóðandi ískoyti tilmynda­tekstin

Tá kaðalavslutningur uttan klemmur verður brúktur, skal elinnleggjarin bera so í bandi at skoytið, ið sperrar fyri vatnið, skal setast á hvønn leiðara sær. Ein vatnnøs er ikki nokk.
 

Á blaðsíðu 15: Sum ískoyti til FR stk. 7.2 kemur talva C.4.1

Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar


SlagL1L2L3N
PVIK(S)BrúntSvart/hvíttSvartBlátt
NKTReyttGráttSvartBlátt
AlcatelBrúntHvíttSvartBlátt
Gamal kaðalReyttHvíttSvartBlátt
NKT-PSPBláttGráttReyttSkermur
Alcatel-PFSPBrúntHvíttSvartSkermur

Talva C.4.1 Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar

Á blaðsíðu 25: Ískoyti til FR stk. 19

Fyri innleggingar, ið eru veittar beinleiðis frá trafostøð, verða frammanfyri nevndu laststøddir faldaðar við fýra.
 

Á blaðsíðu 34: kemur soljóðandi ískoyti FR stk. 31


Kaðalstødd

Monteringshædd

25 - 35 mm²

15 cm

50 - 95 mm²30 cm
120 mm² og størri40 cm


Talva C.4.2 Kaðalstøddir og vegleiðandi monteringshæddir

Á blaðsíðu 35: Ískoyti til FR stk. 33.4

SEV leverar og uppsetur málitransformarar.

Innlegging ið krevur málitransformarar 600/5 og størri, skal málifeltið vera dupult vísandi til FR stk 35 síða 37.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking