Elkervið er øll elskipanin, sum hon er, frá teimum stóru motorunum og vatnturbinunum á verkum, vindmyllunum í høgunum til linjur, kaðalar, transformarar og heilt til brúkaran - tín og mín - t.v.s. til stikkontaktina í køkinum.
Linjurnar og elsteyrarnir hjá Sev eru helst av teimum sterkast bygdu í heiminum, tí tey eru bygd til føroyska veðurlagið.
Elnýtslan ella ravmagnsmátturin á kervinum er avgerandi fyri, hvussu sterkt ella stívt netið er. Sev ger sostatt ikki einsamalt av, hvussu sterkt netið er roknað í ravmagnsstyrki. Tann avgerðin er eisini hjá brúkaranum, sum skapar tørvin, tá ið hann tendrar kontaktina og vil hava streym av netinum.
Lægsti mátturin á meginøkinum er um náttina, tá er hann 38-40 MW. Hægsti eftirspurningur er á middegi og aftur kl. 17-18 á kvøldi, tá mátturin kemur upp ímóti 60-63 MW.
Tað rullandi inertiið í maskinunum á framleiðsluverkunum - t.e. at allir lutir hava lyndi til áhaldandi rørslu - skal alla tíðina syrgja fyri, at ein støðugur frekvensur á 50 Hz er á kervinum. Harumframt skulu aðrar reguleringsskipanir syrgja fyri, at spenningurin er støðugur. Kervið er mest viðbrekið um náttina. Serliga í vikuskiftum og halgidagar er kervið viðkvæmt, tí tá er mátturin lægstur.