SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Orðalisti

Orðalisti

Orðalisti

Hvat er gott Sev veður? Hvat er veitingarskylda, veitingartrygd, og hvat merkir samhaldsfesti í Sev høpi?

Veitingarskyldan merkir, at Sev hevur skyldu at veita øllum streym, og tað, at Sev hevur samhaldsfastar prísir, merkir, at øll rinda tað sama, hóast tað er dýrari at framleiða streym summa staðni í Føroyum enn aðrastaðni.

Orðalistin greiðir frá hesum og øðrum hugtøkum.

Ofta settir spurningar um Elbilar

Elbilaløðing vegleiðingar

Battarískipan

Vindorka er óstøðug orka, hon er bókstaviliga sum vindurin blæsur. Hetta merkir, at tað er neyðugt at javna orkuna, áðrenn hon fer út á elnetið.

Saman við útlendskum veitarum hevur Sev ment eina battarískipan, sum ger tað møguligt at javna vindorkuna, áðrenn hon fer út á netið. Í stuttum virkar hon soleiðis, at tá ið nógvur vindur er, løðir battaríið og goymir orkuna, og tá ið vindurin minkar, letur battaríið goymdan streym inn á netið.

Battarískipanin í Húsahaga er fyrsta av sínum slag í heiminum, og Sev hevur saman við samstarvspørtum sínum vunnið altjóða virðislønir fyri hesa skipanina.

Sev hevur eisini størri battarískipanir í Suðuroy og í meginøkinum, sum viðvirka til, at væl meira vindorka kann fáast til høldar á elnetinum.

 

Meginøkið

Meginøkið er Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar (undantikið Fugloy) og Sandoy. Hesi øki er bundin saman í sama elnet, meðan Suðuroyggin er fyri seg.

Útoyggjarnar Mykines, Koltur, Fugloy, Skúvoy og Dímun hava egin smá orkuverk.

Ogn Føroya fólks

Kommunurnar eiga SEV. Hetta merkir, at allir føroyingar eiga SEV.

Les meira um søguna hjá SEV. 

Pumpuskipan - Mýruverkið II

Ein pumpuskipan er eitt orkuverk staðsett við vatnorkuverk. Vanliga tá el verður framleitt úr vatni, rennur vatnið ígjøgnum turbinurnar, oman í niðaru byrgingina og síðan út á sjógv.

Við eini pumpuskipan millum tvær byrgingar verður vatnið pumpað niðan aftur í byrgingina, eftir, at tað er runnið ígjøgnum turbinurnar. Vatnið verður endurnýtt.

Pumpuskipanin er tí ein orkugoymsla og virkar í roynd og veru sum eitt risastórt battarí, sum løðir seg sjálvt umaftur og umaftur. Ætlaða pumpuskipanarverkið í Vestmanna - Mýruverkið II - skal rekast við vindorku. Tvs. tá nógvur vindur er, verður vindorkan nýtt til at pumpa vatn niðan í ovaru byrgingina. Tá lítið er av vindi, rennur vatnið ígjøgnum turbinurnar og framleiðir el.

Pumpuskipanin er eisini við til at tryggja javnvágina millum elframleiðslu og elnýtslu.

Søkt var um loyvi til at fara undir pumpuskipan í Vestmanna í 2018. Arbeiðið við at byggja pumpuskipan tekur uml. fýra-fimm ár, men farast kann ikki undir hetta, fyrrenn øll loyvi eru fingin til vega.

Les meira um Mýruverkið II

Reguleringskraft

Tað mugu vera maskinur í gongd á elverkunum, sum veita reguleringskraft, t.v.s. kunna regulera (javna út) broytingar í nýtslu og óstøðugari framleiðslu (vindi).

  • Dieselmotorar hava nógv teir bestu reguleringseginleikarnar og laga seg til broyttar fortreytir í forbrúki (broytta last) innan fyri túsundapartar av einum sekundi (millisekund).

  • Vatnturbinur hava góðar reguleringseginleikar og laga seg til broyttar fortreytir í forbrúki (broytta last) innan fyri fá sekund.

Samhaldsføst prísskipan

Hvat merkir tað, at Sev hevur eina samhaldsfasta prísskipan?

Í stuttum merkir hetta, at prísurin, sum tú rindar fyri at fáa streym frá Sev, er tann sami fyri øll, uttan mun til hvar í Føroyum tú býrt, og harvið uttan mun til kostnaðin av at veita tær streymin.

T.d. er væl dýrari fyri Sev at veita føroyingum á útoyggj streym, enn tað er at veita teimum streym, sum búgva í miðstaðarøkinum. Um vit skuldu ásett prísin eftir kostnaðinum av at veita streymin, hevði tað verið munandi dýrari at kóka ketilin í Fugloy enn í Hoyvík.

Samhaldsfasta prísskipanin tryggjar, at familjur í Skúvoy og Mykinesi rinda tað sama fyri at hava streym í kontaktini, sum hoyvíkingar og vágafólk, hóast kostnaðurin fyri at veita streymin ikki er tann sami.

Sjóvarfalsorka

Sjóvarfalsorka er elorka vunnin úr sjóvarfallinum.

Í mun til aðrar burðardyggar orkukeldur, er sjóvarfalsorkan forsøgin, og tí ein sera spennandi orkukelda at kanna nærri.

Higartil hava tøkniligu loysnirnar til at vinna elorku úr sjóvarfallinum verið sera kostnaðarmiklar, men á heysti 2018 gjørdi Sev samstarvsavtalu við svensku fyritøkuna Minesto, sum arbeiðir við slóðbrótandi og kostnaðarminni tøkni. Samstarvsavtalan umfatar eina royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Les meira um sjóvarfalsorkuverkætlanina í Vestmannasundi og Minesto.

Streymslit

Er streymurin farin heima hjá tær?

·       Finn útav, hvar streymurin er farin. Er tað bara hjá tær, ella er myrkt hjá grannunum eisini, og eingi gøtuljós?

·       Um tað bara er heima hjá tær: Kanna um RCD-releið er sligið frá, og kanna samstundis um sikringarnar í eltalvuni er slignar frá ella brostnar.

·       Er streymurin farin í øllum grannalagnum, kanna so heimasíðuna hjá Sev ella Sev á Facebook, har regluligar dagføringar verða gjørdar í sambandi við streymslit.

·       Hevur tú ikki netsamband, tá streymurin er farin, ber til at ringja til Sev á tlf. 346800.

 

Soleiðis kannar tú RCD-relé’ið:

·       Er relé’ið sligið frá?

·       Um RCD-reléið er sligið frá, tendra tað so aftur.

·       Um tað slær frá aftur, royn so at sløkkja allar bólkaavbrótararnar/sikringarnar.

·       Tendar reléið aftur.

·       Tendra síðani allar bólkaafbrótararnar aftur, ein í senn.

·       Tá tú hevur staðfest, hvørjum bólki feilurin er í, lat tá tann bólkin vera sløktan og ring til elektrikara.

 

 

Vatnorka

Vatnorka er tann fremsta burðardygga orkukeldan. Vatnorka hevur nærum einki útlát og gevur eina støðuga og sterka elframleiðslu.

Tí kann vatnorka eisini virka sum útjavnandi orka, tí til ber at broyta framleiðsluna skjótt hvønn vegin. Vatnorka riggar sera væl saman við vindorku at javna út sveiggið í vindinum.

Veitingarskylda

Sev hevur veitingarskyldu. Hetta merkir, at Sev hevur skyldu til at veita øllum føroyingum streym. Sev kann eitt nú ikki nokta at veita útoyggjunum streym, orsakað av at tað er lutfalsliga dýrari enn at veita meginøkinum streym.

Sev skal byggja og røkja elnetið og verkini soleiðis, at tað er møguligt hjá privatum húsarhaldum, vinnukundum og stovnum um allar Føroyar at fáa streym, tá ið teimum tørvar.

Tá ið vinnuvirki fara undir stórar útbyggingar, er ofta neyðugt hjá Sev eisini at byggja netið og verkini út, fyri at kunna nøkta tann økta tørvin á streymi, sum virkini fáa. Arbeiðið hjá Sev má gerast samstundis, sum arbeitt verður við vinnuvirkinum, soleiðis at streymurin er tøkur, tá ið virkið letur upp.

Veitingartrygd

Sev skal liva upp til krøv um veitingartrygd. Hetta merkir, at Sev ikki bara skal byggja elnetið og verkini út, so at tað er møguligt hjá húsarhaldum, stovnum og vinnulívi at binda í, men haraftrat at tá tú til eina og hvørja tíð trýstir á kontaktina, so er streymur á – alt samdøgrið.

Við øðrum orðum er veitingartrygdin trygd fyri, at mjólkin er køld og kaffið heitt, 24 tímar um samdøgrið, sjey dagar um vikuna, 52 vikur um árið.

Vindorka

Vindorka er, sum liggur í orðinum, elorka vunnin úr vindi - við vindmyllum. Bløðini á vindmylluni fanga vindin og byrja at mala runt. Inni í mylluni er ein generatorur og framleiðir streym inn á elnetið hjá Sev, sum syrgir fyri, at hann kemur víðari inn í kontaktina hjá tær, tá ið tú hevur brúk fyri honum.

Vindorka er burðardygg orka og hevur einki útlát.

Men vindorka er eisini óstøðug elorka. Hetta gevur tvinnar avbjóðingar:

  1. Vit hava bert vindorku, um nóg mikið av vindi er. Tá ið vindstilli er, er neyðugt við øðrum orkukeldum til at framleiða streym, eitt nú sól-, vatn-, sjóvarfalsorku ella olju.

  2. Enn ber illa til at goyma vindorku, so tá ið nógvur vindur er, og "ovurframleiðsla" er av vindorku í mun til elnetið, fer nógvur vindur til spillis.

Tá ið tað snýr seg um avbjóðing 1 við øðrum orkukeldum at taka til, tá ið vindorkan svíkur, hevur Sev í dag vatnorkuna, sum er kjarnuframleiðslan hjá Sev. Enn brúka vit eisini í ávísan mun olju til at framleiða streym, um nóg mikið ikki er av vindi og vatni, men oljan er hvørki umhvørvisvinarlig ella bílig, so tørvur er á øðrum loysnum. Tí arbeiðir Sev við at kanna sólorku og sjóvarfalsorku.

Tá ið tað kemur til avbjóðing 2, hevur Sev saman við fronskum veitara ment og framleitt slóðbrótandi battarískipan, sum kann javna vindorkuna, sum verður framleidd, soleiðis at mest møgulig vindorka verður gagnnýtt. Fyri hetta arbeiðið hevur Sev vunnið fleiri altjóða virðislønir.

Vanliga sigur mann, at tað ikki er ráðiligt, at meira enn 60% av framleiðsluni koma frá vindi. Annars verða bæði spenningur (Volt) og frekvensur (Hz) óregluligir, og brúkslutir kunna oyðileggjast. Við nýggju battarískipanunum ber tó til at hava meira enn 60% av vindorku inni á elnetinum.

Sev veður

Hvat er gott Sev veður? Sev framleiðir streym úr vatni og vindi, so ein skuldi trúð, at vit bara vilja hava nóg mikið av avfalli og ódnir annanhvønn dag. Men so er ikki. Vindmyllurnar framleiða ikki streym, um vindurin er ov lítil ella ov nógvur.

Regn

Fyri vatnverkini er sjálvsagt gott við avfalli (regni), men fyri at fáa sum mest burturúr, hava hiti og kuldi stóra ávirkan. Hóast tað regnar millum húsini í bygd ella býi, er ikki vist, at tað regnar í fjøllunum, har avfallið verður savnað (oman fyri 150 m hædd).

Fer hitin niður um fimm hitastig í bygdum øki, er væl kaldari í fjøllunum, og vit fáa tað, sum kallast frostbinding, og tá hava vatnverkini onga gleði av avfallinum. Er hitin hinvegin oman fyri fimm hitastig, fáa vatnverkini fulla nyttu av regninum.

Vindur

Vindmyllunum tørvar sjálvsagt vind fyri at mala. Tá ið vindstilli er, fæst eingin vindorka til høldar.

Hinvegin er heldur ikki gott, um ov nógvur vindur er. Myllurnar framleiða streym, tá ið vindmegin er millum 4–25 m/sek. Fer vindmegin upp um 24 m/sek, steðgar vindmyllan fyri ikki at fáa skaða. Fer vindmegin niður um 4 m/sek, steðgar vindmyllan eisini. Vindmyllur arbeiða best, tá ið vindmegin er støðug og uml. 14 m/sek.

Tá er gott Sev veður.

Sól

Enn gera vit í Føroyum ikki so nógv við at fáa sólorku til høldar. Ætlanin er, at sólorka í framtíðini skal kunna framleiða streym tær tíðirnar á árinum, tá ið lítið er av vindi til vindorku, og lítið av avfalli er til vatnorku. Summarhálvárið í Føroyum er ljóst nærum alt samdøgrið og væl minni av vindi og regni enn í vetrarhálvuni, og tá tørvar okkum aðra loysn.

Nakrar royndarverkætlanir við sólorku eru settar í verk, sum skulu geva meira vitan um, hvussu sólorka best og bíligast kann gagnnýtast í Føroyum við teimum veðurlíkindum, sum vit hava.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking