SEV   /   Húsarhald   /   Góð ráð   /   Nýt el við skili

Nýt el við skili

Nýt el við skili

Standby er burturspilt elorka

Tá ið tú sløkkir sjónvarpið, er best at sløkkja ordligt. Á leið 10% av elnýtsluni í húsarhaldinum eru til onga nyttu. Serliga um tólið er framleitt áðrenn 2013.

Flest øll tól til undirhald hava rímuliga stóra "standby-nýtslu" (aninýtslu), serliga tí at hesi tól ofta standa og ana í nógvar tímar dagliga.

Teldur, telefonløðarar, prentarar, skannarar, hátalarar, sjónvørp, talgildir sjónvarpsmóttakarar, DVD-spælarar, PlayStation o.s.fr. hava eina ávísa streymnýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá ið liðugt er at brúka tey.

Best er at sløkkja á sjálvum tólinum ella á vegginum - ikki bert við fjarstýringini.

Halt eyga við hitapumpuni

Vert er at minnast til, at hitapumpur kunnu økja munandi um elnýtsluna. Serliga um so kalt er í veðrinum, at elpatrónin slær til. Í summum førum er neyðugt at sløkkja hitapatrónina manuelt. Verður tað ikki gjørt, brúkar hitapumpan óneyðuga nógvan streym, og tað kann gerast sera kostnaðarmikið.

Spar streym á fartelefonini og teldlum

Tað ber til at spara streym á fartelefonini uttan at vera Facebook og aðrar appir fyriuttan.

  • Minka t.d. um ljósstyrkina á telefonini og teldlinum, soleiðis at battaríið heldur longri.
  • Set í flogstøðu, meðan tú løðir, so tólið løðir skjótari og sparir elorku.
  • Minst til at taka løðaran úr kontaktini, tá ið hann ikki er í brúki.

Brúka hvítvørurnar rætt

Uml. helvtin av elorkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørurnar.

Hesi tól brúka nógva orku: komfýrur, køliskáp, frystiboks, uppvaskimaskina, vaskimaskina og turkitrumla. Tí er týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt.

  • Fyll altíð maskinurnar og vaska við rætta hitanum, t.e. 30 og 60 stig.
  • Royn so vítt gjørligt at turka klæðini á snórinum.
  • Um turkitrumlan verður nýtt, er best at sentrifugera klæðini eina ferð eyka fyrst.
  • Eru hvítvørurnar eldri enn 10 ár, er tíð at skifta, og eru tær eldri enn fimm ár, er tíð at kanna góðsku og elnýtslu.

Stilla køliskáp og frystiboks rætt inn og spar streym

Hitin í einum køliskápi eigur at vera uml. fimm hitastig, og kuldin í frystiboksini eigur at vera uml. 18 kuldastig. Fyri hvørt stigið tað er kaldari, veksur elnýtslan uml. tvey-fimm%.

Tiðna mat í køliskápinum

Brúkar tú køliskápið at tiðna mat í, sparir tú streym samstundis. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma.

Sløkk ovnin og undir grýtuni, áðrenn maturin er liðugur

Eitt gott ráð er at brúka sokallaða fyri- og eftirhitan, uttan at tað ávirkar góðskuna á matinum.

  • Set matin inn, tá ið tú tendrar ovnin.
  • Sløkk ovnin 10 minuttir, áðrenn tú tekur steikina úr ovninum.
  • Grýtuni nýtist ikki at standa á tendraðari plátu alla tíðina. Sløkk fimm minuttir áðrenn maturin er liðugur.
  • Ein grýta við ongum loki brúkar upp til tríggjar ferðir so nógva orku sum ein við loki.
  • Kóka við minst møguligum vatni.

Brúka røttu køkstólini

Tað er væl bíligari og effektivari at kóka vatn í elketlinum enn í grýtu ella ketli á komfýrinum. Breyð skal ristast við breyðristara heldur enn í ovninum.

Skift til LED-perur

Hevur tú enn gløðiperur í lampunum, er tíðin komin til at skifta. LED- og A-perur halda væl longri og brúka minni streym.

Brúka ljósdoyvara

Ljóstørvurin í einum rúmi kann vera skiftandi. Tá er ein ljósdoyvari góður. Niðurskrúvað ljós brúkar minni, og peran heldur eisini longri.

Sløkk og stýr

  • Sløkk altíð ljósið, tá ið brúk ikki er fyri tí.
  • Fá tær útgerð til at stýra ljósinum - tað sparir orku og kann verja fyri innbroti.
  • Fá tær rørsluvakt, tá ið tað er myrkt - eitt nú til útiljós, sum tendrar, tá ið okkurt rørist á einum ávísum øki.
  • Set 'timara' ella 'stikkontaktur' á jólaperur og annað uttandura eljólaprýði. Til ber eisini at seta eyka útgerð á jólaprýðið, soleiðis at tú fært sløkt og tendrað við fjarstýring ella við app á telefonini.

Hitapottur

Keypir tú hitapott at hava standandi alt árið, skalt tú rokna við útreiðslum upp á 500-700 kr. um mánaðin. Góð ráð til at minka um orkunýtsluna við hitapottum eru:

  • Hav altíð lokið á, tá ið hitapotturin ikki er í brúki
  • Skal hitapotturin ikki brúkast komandi tveir dagarnar ella longri, er best at skrúva hitan niður á t.d. 30 hitastig.
  • Skal hitapotturin standa óbrúktur longri enn uml. eina viku, er best at skrúva hitan niður á 20 hitastig.
  • Um veturin missir potturin eitt hitastig triðja hvønn tíma, - skrúva tí niður.
  • Tað loysir seg tó ikki at sløkkja pottin ímillum brúk, um tú brúkar hann fleiri ferðir um mánaðin, tí nógv orka skal til at hita pottin upp aftur.

Fylg við nýtsluni

Orkuportalurin MíttSEV er eitt gott amboð til at fylgja við elnýtsluni. Tú fært m.a. innlit í hvussu nógv, tú brúkar í kWt og kr. næstan í somu løtu, sum tú brúkar streymin. Umframt gott yvirlit yvir rokningar og inngjøld v.m.

Les meira um orkuportalin MíttSEV

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking