Skammlop í Skálabotni orsøk til Blackout

Blackout var í meginøkinum seinnapartin og út á kvøldið 8. januar. Streymveitingin fór fyrst til Norðoyggjar um fýra tíðina og ein góðan hálvan tíma seinni var fult blackout í meginøkinum. Byrjað varð beinavegin at kobla um og starta upp aftur, og økini komu spakuliga innaftur. Fyrst í norðara parti av Eysturoynni og Streymoynni, síðani Vágum og nakað eftir kl. 19 var ljós aftur í Eysturoy, Streymoy, Sandoy og í Vágum. Tó lá Kambsdalur myrkur nakað longri. Beint fyri kl. 21 høvdu eisini norðoyingar streymveiting aftur.

Orsøkin til streymslitið var skammlop á koblingsstøðini í Skálabotni, sum er eitt knútapunkt í streymveitingini.

Orsøkin til, at tað tók longri tíð enn vanligt at fáa økini og serliga Norðoyggjar inn aftur, var ein samanrenning av fleiri viðurskiftum á netinum og í framleiðsluni.

Skammlopið ávirkaði kaðalsambandið millum Sund, Runavík og Skálabotn.

Loftlinjan millum Sund og Vestmanna er enn úti, eftir at tvær mastrar fingu skaða í ódnarveðri seint í fjør, og var tí ikki til taks at taka yvir. Linjan er tó næstan liðugt umvæld, og væntast at vera virkin aftur fyrst í komandi viku.

Vatnorkuframleiðslan hjá okkum er avmarkað í løtuni av frostbinding, sum kemur av liggjandi kulda, og harafturat eru Mýruverkið og vatnturbinan á Strond óvirkin í løtuni. Ein turbina á Eiðisverkinum fekk skaða mikumorgunin og var undir umvæling, men okkara fólk fingu hana samlaða og virkna aftur móti kvøldi. Avmarkaða vatnorkuframleiðslan í slíkum veðri merkir, at stórur partur av Eysturoynni umframt Norðoyggjar fær streym av Sundi, og hetta leggur eyka trýst á sambandið millum Sund og Runavík og haðani til Skálabotn. 

 

Streymslitið verður eftirmett og kannað út í æsir í dag.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking