1. Lat bert eljólaprýðið gløða í tíðarskeiðnum, tú fært gleði av tí.
Tú kanst spara 70% av elorkuni við at hava tað tendrað kl. 16-23, heldur enn alt samdøgrið.
2. Nýt orkusparandi perur.
Visti tú, at ein LED-pera brúkar 80% minni av orku og heldur 25 ferðir longri enn ein gløðipera?
3. Hygg eftir Watt-talinum á pakkanum, tí stórur munur kann vera á orkunýtsluni.
Hægri W-talið er, meiri orku krevur tað.
4. Set tíðarvørð á eljólaprýðið, so tær ikki nýtist at hugsa um at sløkkja.