Almenna løðistøðin hjá Sev á Tvøroyri er tikin niður, tí arbeiði er í gongd í økinum.
Tá arbeiðið er liðugt, og vit aftur fáa atgongd til økið, seta vit ikki somu løðistøð uppaftur. Í staðin verður tað ein DC Alpitronic Hypercharger, sum løðir skjótari og betur enn tann gamla.
Løðistøðin er spildurnýggj, hevur ein mátt á 200 kW og tvey løðistikk, tvs. at tveir bilar kunnu løða í senn.
Væntandi verður løðistøðin sett upp nú í apríl.