Í samrøðuni við útvarpið mikukvøldið 4. aug. kl. 18 endurgav undirritaði frá nøkrum av teimum viðurskiftunum, sum eru umrødd millum landsstýrið, Kommunufelagið og SEV, har eitt ynski hjá landsstýrinum um at SEV ikki luttekur í vindorkuvirksemi er framført og umrøtt.
Innslagið kann kanska misskiljast á tann hátt, at ynskið hjá landsstýrinum er góðtikið av SEV og kommununum. So er ikki.
Kommunurnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum. Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, tá ið fólk eru komin aftur úr feriu.
Kári Johansen
nevndarformaður í SEV