“SEV hevur ongantíð fyrr kært eitt vindútboð, men fyri at verja elskipanina, síggja vit í hesum førinum ikki annan møguleika enn at leggja málið fyri Vinnukærunevndina”, sigur nevndarformaðurin.
Orsøkin til kæruna er í stuttum, at skeiva staðsetingin og skeiva ‘teimingin’ við hesum vindútboðnum hava við sær, at elveitingin verður ótryggari.
Stutt sagt, eru vansarnir, at:
Eftir fleiri ferðir at hava gjørt vart við vansarnar við hesum vindútboðnum, og uttan úrslit at hava mælt Umhvørvisstovuni til at taka vindútboðið aftur, hevur SEV avgjørt at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni til Vinnukærunevndina.
“SEV hevur ábyrgdina av góðskuni og trygdini í elveitingini til føroyska samfelagið, og Umhvørvisstovan hevur við avgerð síni sett trygd og góðsku til viks, hóast tey eiga at vita betur. Tí kenna vit okkum tíverri noydd til at kæra”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.
Framferðin hjá Umhvørvisstovuni í hesum málinum er ikki í samsvari við elveitingarlógina; m.a. er lógarásetta ráðføringin við SEV ikki framd, og harumframt er kapping munandi avmarkað við einum slíkum útboði, har ongin annar sleppur framat økinum í Hoyvíkshagnum.