Tá løgmaður Bárður á Steig Nielsen vitjaði á staðnum herfyri, skjeyt hann upp, at nýta navnið Havfrúgvin. Hetta hildu umboð fyri Minesto vera eitt frálíkt hugskot, og Havfrúgvin er nú navnið.
Fyrstu ferð navnið Havfrúgvin, sambært Vestmanna søgu, verður brúkt í Vestmanna er til eitt fýramannafar smíðað í Vestmanna í 1906. Í 1928 fingu vestmenningar fyrsta fimmmannfarið til kappróður, sum fekk navnið Havfrúgvin. Sagt verðu, at longu fyrsta róðurin vunnu vestmannagentur; ein minutt frammanfyri strandagentur og tveir minuttir frammanfyri havnagentur.
Havfrúgvin VN 220 (1932-1949) var fyrsti nýbygningur sum skonnart ella slupp, sum kom til Vestmanna, og var við til at leggja lunnar undir endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Áðrenn 2. heimsbardaga høvdu sjey skip heimstað í Vestmanna, men eftir kríggið var bara Havfrúgvin eftir. Hini skipini fórust av krígsávum