Neyðugt er nú við nýggjari koplingarstøð í Vestmanna. Nýggja støðin, sum fer at loysa gomlu støðina á Válinum av, verður uml. 580 fermetrar til støddar og verður bygd millum Fossáverkið og goymsluna.
Arbeiðið at byggja koplingarstøðina varð boðið út, og av teimum fýra tilboðunum, sum inn komu, átti Kanjon lægsta tilboðið áljóðandi 21,6 milliónir krónur.
Høgni Hansen, deildarleiðari SEV og Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon
Mánadagin 5. november varð sáttmálin undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Kanjon í Klaksvík.
Arbeiðið fer í gongd 18. november. Gongst eftir ætlan, stendur nýggja koplingarstøðin í Vestmanna liðug í apríl 2020 og verður klár at taka í nýtslu á heysti 2020.
Nýggja koplingarstøðin, sum hon fer at taka seg út móti vegnum. SNA arkitektar hava teknað.