Vindmyllulundin hjá Sev í Húsahaga oman fyri Havnina var tikin í nýtslu í 2014. Við henni trýfaldaðist vindorkukapasiteturin í Føroyum.
Framleiðslumátturin í Húsahaga er 11,7 MW, og tær 13 vindmyllurnar, sum eru av slagnum ENERCON, kunnu framleiða 41 GWt um árið.
Samstarvið millum Sev og ENERCON umfataði eisini eina serstaka battarískipan, sum varð ment til vindmyllulundina í Húsahaga. Battarískipanin var eitt tøkniligt frambrot.
Vindmyllurnar sjálvar er meira framkomnar, enn tær, sum vóru í Føroyum frammanundan. Myllurnar í Húsahaga hava eitt nú Storm Control, ið ger tær førar fyri at framleiða, hóast vindurin fer heilt upp í 34 m/s. Á gomlu myllunum var markið 25 m/s.
Myllurnar kunnu eisini stýrast eftir sonevndari “aktivari og reaktivari effekt”, sum í stuttum merkir, at framleiðslan kann lagast eftir tørvi.
Elektriski útbúnaðurin í hesum vindmyllunum hóskar munandi betur til føroyska elnetið. Tær eru útgjørdar við STATCOM, ið er tøkni, sum kann verða við til at stabilisera spenningin á elnetinum, eisini hóast eingin vindur er. Fault Ride Through er onnur tøkni í myllunum, sum fær tær at verða verandi á netinum – og ikki kopla úr – tá ið smærri brek eru á elkervinum.
Battarískipanin, sum varð ment til vindmyllulundina í Húsahaga, var ein verkætlan í sjálvum sær. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt javnar battarískipanin vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.
Støddin er 2,3 MW, meðan goymslukapasiteturin er 0,7 MWt.
Power Hub skipanin økir eisini um møguleikarnar at leiða meira vind inn á elnetið. Skipanin, ið støðugt eygleiðir gongdina á netinum, koplar stórar útvaldar brúkslutir úr, tá hon varnast, at framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin ta givnu løtuna – t.d. tá brek er á eini framleiðslueind. Hetta gevur í sjálvum sær eitt støðugari elkervi, sum tískil eisini kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum sum vindorku, ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður, tí Power Hub er við til at skapa javnvág ímillum elframleiðsluna og nýtsluna.
Kollafjørð Pelagic, alivirkið Fútaklettur og Bergfrost í Fuglafirði eru bundin í Power Hub, og harumframt er Pelagic í Fuglafirði eisini knýtt at skipanini. Tá ið Power Hub ger vart við seg, verða hitapumpuskipanir, kompressarar og frystiútgerð á hesum virkjum tikin av elnetinum eina løtu, inntil Sev hevur fingið streymveitingina í javnvág aftur. Talan er um brúkaraeindir, sum tola eitt streymslit eitt styttri tíðarskeið í nøkur sekund ella fáar minuttir.
Sev vann í 2015 Umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri slóðbrótandi verkætlanina í Húsahaga.