Vindmyllurnar í Porkeri eitt frambrot

Vindmyllurnar í Porkeri eitt frambrot

Tær sjey nýggju vindmyllurnar í Porkeris-haga kunnu stundum framleiða stívliga 60 prosent av samlaða eltørvinum í Suðuroynni. Málið er við nýggjari tøkni at koma upp á nærum 100 prosent av eltørvinum í oynni.

- Framkomin tøkni hevur væntandi við sær, at nýggju vindmyllurnar í Suðuroynni, sum longu í ávís tíðarbil hava megnað at framleitt stívliga 60 prosent av eltørvinum í oynni, stundum fara at nøkta 100 prosent av tørvinum í Suðuroynni, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri elframleiðsluni hjá SEV.

Nýggja tøknin, ið fevnir um eina stóra battarískipan og ein synkronkompensator, sum hava til endamáls at goyma og javna elorkuna út á netið, verður væntandi liðug at seta upp á heysti 2021. Battarískipanin í Porkeri verður væl størri enn battarískipanin í Húsahaga, sum javnar elorkuna út á netið eftir sekundum og minuttum. Mátturin í battarískipanini í Porkeri verður líka stórur sum mátturin í sjálvari vindmyllulundini, og tí kann nýggja battarískipanin virka sum tiltaksverk upp til ein hálvan tíma í senn í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar. Henda skipanin økir veitingartrygdina við grønari orku í Suðuroynni.

- Eins og battarískipanin í Húsahaga var ein serstøk loysn, er aftur her talan um eina sergjørda loysn til føroysku elskipanina, sum er ment víðari frá battarískipanini í Húsahaga. So eg loyvi mær at siga, at talan er um enn eitt frambrot, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV.

Vindmyllulundin í Porkeri økir burðardyggu elframleiðsluna í Suðuroynni munandi, og elorkan, sum suðringar brúka, verður nú framleidd úr ávikavist vatni, vindi, sól og olju. Nýggju vindmyllurnar eru mettar at framleiða 2 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á elnetið. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og oljunýtslan á Vágsverkinum fer at minka umleið 4.400 tons um árið.

"Higartil hava úrslitini og royndirnar verið sera góð. Vindmyllurnar hava roynst væl, men hinvegin hevur eisini verið neyðugt at havt motarar á Vágsverkinum koyrandi samstundis fyri at tryggja okkum ímóti sveiggjum í elframleiðlsun"

Avbjóðandi verkætlan

Tað var ein stór avbjóðing, tá SEV í 2016 fór í holt við at kanna møguleikan fyri vindmyllum í Porkerishaga. Veðurtíðindini boða ofta frá nógvum vindi á staðnum, og fyrsta avbjóðingin var at kanna vindviðurskiftini. Næsta stigið var at finna rætta staðið í haganum til vindmyllurnar, og triðja stigið var at projektera og seta tær sjey vindmyllurnar upp.

Deildarstjórin fyri framleiðlsuni hjá SEV metir, at samanumtikið hava hesi trý stigini í tilgongdini at fáa meira grøna orku í Suðuroynni hepnast rættiliga væl, tá hugsað verður um ivasomu arbeiðsviðurskiftini á staðnum, har veðrið ofta hevur tarnað arbeiðsgongdunum.

Vindmyllurnar í Porkerishaga hava síðani fyrstu royndarkoyringarnar í november 2020 í ávís tíðarskeið framleitt meira enn 60 prosent av eltørvinum í oynni.

- Higartil hava úrslitini og royndirnar verið sera góð. Vindmyllurnar hava roynst væl, men hinvegin hevur eisini verið neyðugt at havt motarar á Vágsverkinum koyrandi samstundis fyri at tryggja okkum ímóti sveiggjum í elframleiðlsuni, tá so nógv vindorka fer inni á elnetið í senn, sigur Heri Mortensen.

Hann vísir á, at í roynd og veru fer eitt slóðbrótandi arbeiði fram í Porkerishaganum, har vindmyllurnar longu nú stundum hava framleitt meira enn 60 prosent av elorkutørvinum, og har tað við nýggjari tøkni verður møguligt at nærkast 100 prosentum.

- Tað er ikki roynt nakrastaðni áður. Vit vóna, at henda stóra battarískipanin saman við einari framkomnari stýrisskipan verður klár í oktober 2021, sigur deildarstjórin fyri elframleiðsluni hjá SEV.

Útlendskt felag gav upp

Fyrstu ábendingarnar um, at tað fór at vera ein avbjóðing at seta vindmyllur upp í Porkerishaga komu beinanvegin. Eitt útlendskt felag skuldi seta ta fyrstu vindmastrina upp, men megnaði ikki uppgávuna, og so kom stígur í. Úrslitið gjørdist, at serliga masturtoymið hjá SEV tók uppgávuna á seg. Sjálv vindmasturin var tá komin til landið, men restina av arbeiðinum noyddist toymið hjá SEV at loysa á staðnum, og amboðini máttu teir at kalla sjálvir gera sær.

Hetta var somuleiðis nógv tann hægsta masturin, sum masturtoymið hjá SEV hevur sett upp - heilar 80 metrar høg. Vanliga hæddin á vindmastrum er 20-30 metrar.

- Ein tann størsta avbjóðingin var at finna røttu staðsetingina, og úrslitini frá fyrstu vindmastrini vóru ikki nóg góð. Tí varð avgjørt at seta upp eina vindmastur aftrat. Vit høvdu brúk fyri at fáa meira vitan um vindviðurskiftini í økinum. Miðal vindferðin í Porkerishaga er oman fyri 10 metrar um sekundið, og tá er í vindmylluhøpi talan um nógvan vind, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá SEV.

Sjálvt arbeiðið at gera klárt til vindmyllurnar, sum Articon stóð fyri, byrjaði í januar 2020, og tíðarætlanin hevur hildið.

"Úrslitið gjørdist, at serliga mastur­toymið hjá SEV tók uppgávuna á seg. Sjálv vindmasturin var tá komin til landið, men restina av arbeiðinum noyddist toymið hjá SEV at loysa á staðnum, og amboðini máttu teir at kalla sjálvir gera sær"

Suðuroyggin á odda í grønari orku

Vindmyllulundin í Porkerishaga fer at flyta Suðuroynna heilt fram í oddin, tá ræður um grøna orku í Føroyum. Harðbalnu umstøðurnar krevja tó sín prís, tá grønar orkukeldur skulu fáast til vega. Vanliga verður roknað við eini livitíð fyri vindmyllur á 20 ár, men orsakað av veðurumstøðunum í Porkerishaga, er livitíðin sett til 18 ár. Hetta tí vindmyllurnar verða útsettar fyri einum størri trýsti frá veðrinum enn til dømis vindmyllurnar í Húsahaga.

Fyri Terja Nielsen, menningarleiðara hjá SEV, er nýggja vindmyllulundin alt stríðið vert, tí hon er slóðbrótandi og veitir avgerandi vitan, sum SEV hevur stórliga brúk fyri á grønu kósini.

- Nú kenna vit væl til vindmyllutøkni sum so, og vit síggja eisini, at vindorkan í Føroyum er sera óstøðug. Tí eru vit noydd at byggja stabiliserandi tøkni afturat. Tað ber tí tøkniliga ikki til at seta fleiri vindmyllur upp í einum og so siga, at trupulleikin við grønari orku er loystur, sum vit ofta hoyra fólk mæla til, sigur Terji Nielsen.

Hann vísir á, at áhaldandi avbjóðingin er at tryggja føroysku elskipanina ímóti sveiggjum, so hvørt fleiri óstøðugar orkukeldur verða bygdar inn í skipanina.

- Vit eru noydd at taka eitt stig í senn og læra skipanirnar at kenna, so hvørt vit seta vindorku upp. Tað eru altíð tillagingar at gera, alt eftir hvar vit seta vindmyllurnar upp. Og hetta hava vit sjálvandi eisini verið noydd at gera í Suðuroynni. Somuleiðis mugu tillagingar gerast í meginøkinum, tá vit seta vindmyllur upp har, so at tað heila koyrir, sum tað skal, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV.

FAKTA

Tær sjey vindmyllurnar í Porkerishaga av slagnum ENERCON E-44 hava ein framleiðslumátt á tilsamans 6,3 MW. Tær eru 45 metrar høgar, og veingjabreiðið er 44 metrar. 100 tons av stáli og 900 kubikk av betongi eru brúkt til fundamentini. Battarískipan og synkronkompensatorur eru partur av verkætlanini, og tilsamans er talan um eina íløgu á 70-80 milliónir krónur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking