Sólorkan gav eitt vet meiri enn væntað

Sólorkan gav eitt vet meiri enn væntað

Sólorkulundin í Sumba hevði sítt fyrsta fulla rakstrarár í 2020. Sólorkulundin gav eitt vet meira elorku til føroysku elskipanina, enn væntað var. Knappiliga 169.000 kWt fingust burtur úr sólorkuni í 2020, tað svarar til árligu elnýtsluna hjá 35 sethúsum.

Framleiðsla
169
MWt
Árliga framleiðslan svarar til elnýtsluna hjá 35 vanligum húskjum

Sunnast í Føroyum í ein útsynning í 2019 stóð fótbóltsvøllurin á Krossinum sum eitt ekkó av einari farnari tíð. Fótbóltsvøllurin, sum einaferð var savningarstaðið í bygdini, lá undir í runu, meðan fánaðu lýsingarskeltini bønliga skimaðust eftir uppmerksemi.

Fótbólturin, sum einaferð var ein kapping millum bygdir, var langt síðani vorðin big business, og unglingarnir, sum fyrr savnaðust á Krossinum, eru í dag partur av felagsliðum, sum berjast um fíggjarligan vinning og pláss í Betrideildini.

Men við einari lættari umskriving av orðafellinum "maður kemur í mans stað", so samdust sumbingar um, at tíðin var komin til at sleppa fótbóltinum í bygdini og lata Krossin koma til heiður og æru við at gerast fyrsta sólorkulundin í Føroyum. 2020 var fyrsta árið, har sólpanelini í Sumba skimaðust eftir sínum plássi í grøna orkuskiftinum.

Sólin – tá regn og vindur hvíla  

Endamálið við sólorkulundini í Sumba var veruliga at royna sólorkutøkni í Føroyum fyri at kanna eftir, um samband var millum teori og praksis. Grafarnir hjá SEV hava øll árini víst, at vatn- og vindorkan er munandi lakari um summarið, og higartil hevur úrslitið verið, at í bestu summartíð hava motorverkini verið álitið.

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, vísti á, at teoriin segði SEV, at sólorkan kann gerast eitt gott íkast til grøna orkuframleiðslu í Føroyum.

- Sólorkan sum heild er ein áhugaverd orkukelda, haðani tað er møguligt at fáa 5-7 prosent av árligu elframleiðsluni, sum er mett til 600 GWt í 2030. Eitt sera gott ískoyti á grønu kósini – serliga um summarið, greiddi Terji Nielsen frá, stutt eftir at sólorkulundin var sett í rakstur.

Nú fyrsta árið er farið afturum og væl tað, so vísir tað seg, at sambandið millum teori og praksis heldur. Sólorkuverkið í Sumba hevur verið í rakstri alt árið 2020, og tað hevur roynst væl við einari framleiðslu beint oman fyri tað, sum upprunaliga væntað – smáar 169.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu elnýtsluna hjá 35 sethúsum.

Verður hetta sett upp ímóti mettu úrtøkuni burtur úr sólargeislunum á Krossinum, so er ljósið, myndaliga talað, tendrað hjá trimum húsum fleiri enn væntað. Metta úrtøkan - býtt á sethús - var 32 sethús.

"Endamálið við sólorkulundini í Sumba var veruliga at royna sólorkutøkni í Føroyum fyri at kanna eftir, um samband var millum teori og praksis"

Eitt grønt og livandi putlispæl

Sólorkulundin hevur fyrsta árið í rakstri knýtt bandið millum teori og praksis. Tað er tó helst nakað tíðliga at siga nakað endaligt um, hvat kann væntast av miðalúrtøkuni frá sólorku yvir fleiri ár. Sólorkan skrivar seg tískil inn í tað stóra grøna putlispælið hjá SEV, sum flytur seg, meðan tað verður lagt.

Okkurt árið setir vindorkan met, eitt annað ár fæst munandi meira burtur úr vatnorkuni, og í Vestmannasundi flýgur ein dreki í 8-tølum fyri eisini at vísa sítt virði. Fleiri grønar og spennandi orkukeldur, sum allar hava tað til felags, at tær broytast við náttúruni.

- Hóast vit temja vindin, byrgja vatnið inni, heysta sólina og reka við rákinum, so eru tað enn náttúrukreftirnar, sum gera av, hvussu nógv orka kemur burturúr. Og enn er tað oljan, sum tekur um endan, tá ið á stendur við grønari orku, sigur Terji Nielsen.

Hann vísir á, at jú meira verður lagt av putlispælinum, jú betri og sterkari verða varandi orkukeldurnar og førleikin at temja og gagnnýta tær. 5-7 prosent av sólorku um árið í 2030 gera stóran mun í samlaða putlispælinum, tá vindurin leggur seg, himmalin klárnar og havastólarnir verða tiknir út á terassurnar.

Fánaðu lýsingaskeltini á Krossinum í Sumba hava fingið eitt nýtt lívsinnihald. Tíðin, tá lýsingarnar bardust um eyguni hjá áskoðarunum sunnast í Føroyum, er av, og í dag eru tær vitni til, at sólin gevur sítt íkast til 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.

Sólorka í 2020
169
MWt
Árliga framleiðslan svarar til elnýtsluna hjá 35 vanligum húskju­m
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking