- Vit hildu tað geva meining at seta sjóneykuna á, hvussu korona ávirkaði starvsfólkahópin hjá SEV. Serliga var dentur lagdur á avrik og trivnaðin hjá starvsfólkunum við atliti at broytingum, forboðum og tilmælum, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV. Sí spurnarkanningina á síðu 54-55.
SEV setti fleiri avmarkandi koronutiltøk í verk, tá ið sjúkan tók seg upp í Føroyum. Fleiri skuldu m.a. arbeiða heimanífra, og nýggj vaktarskipan var gjørd á verkunum, so ymisku vakthavandi fólkini ikki komu í samband við onnur. Matriklarnir hjá SEV vóru stongdir, kantinurnar vóru stongdar, og teams var í stóran mun nýtt til fundarvirksemið. Har-umframt vóru øll vanlig tilmæli sum at spritta og halda frástøðu sjálvsagt galdandi.
54 av 150 starvsfólkum svaraðu spurnarkanningini. Fleiri svaraðu, at tey ikki høvdu svarað, tí tey annaðhvørt ikki hildu spurningarnar vera nóg viðkomandi, ella tí at koronustøðan hvørki hevði ávirkað arbeiðslívið ella trivnaðin í síni heild. Nøkur starvsfólk upplivdu ikki stórvegis broytingar í arbeiðsdegnum.
Í kanningini siga 22 starvsfólk, at koronutíðin ávirkaði trivnaðin, 21 svara nei, og 25 siga, at tey hava saknað starvsfelagar. Niðanfyri eru nøkur sitat frá starvsfólkunum.
"Eg havi følt meg tryggari í koronutíðini, við at SEV hevur tikið støðuna í álvara."
"Tað kennist sum at liva í eini ostaklokku, har mann er avbyrgdur frá øllum, tí mann ikki vil verða tann, sum ger, at starvsfelagar verða smittaðir, og at arbeiðsplássið legst lamið."
"Í mínum føri hava eg og konan arbeitt heima eina tíð eftir tilmæli frá arbeiðsgevara. Í hesum tíðarskeiði hava børnini eisini verið heima. Tað hevur verið mest sum ógjørligt at skipa sær dagin."
29 av teimum 54, sum hava svarað, halda ikki, at broytingarnar í arbeiðsdegnum vóru ávirkaðar av koronustøðuni. Serliga nevna tey orsøkina vera, at færri avbrot vóru, og betur bar til at hugsavna seg. Mong upplivdu tó støður, sum ávirkaðu avrikini. Nøkur dømi eru niðanfyri.
"Meðan børnini eisini vóru heima, var tað bæði hugnaligt og krevjandi. Hugnaligt at vera saman. Men tá øll skuldu á netið í senn, var ofta kaos og tannagrísl."
"Eg slapp ikki inn á nakran SEV-matrikkul, og okkurt arbeiði kann ikki loysast "remote".
"Nei, tað hevur ikki beinleiðis ávirkað arbeiðsavrikini, men tað hevur økt um arbeiðsbyrðuna. Serliga koordinering av montørum o.ø, ið eru komin úr útlandinum, hevur kravt nógva tíð."
"Til tíðir sera nógv at gera. Arbeitt mest við 'brandslukning' ella her og nú uppgávum."
Miðalaldurin á starvsfólkahópinum hjá SEV er um 50 ár. Tó so, fleiri starvsfólk hava børn undir og í skúlaaldri.
Fleiri teirra siga, at tey stundum hava hildið, at koronutíðin hevur givið eina góða nærveru í familjuni, meðan onnur siga, at tað er trupult at skipa gerandisdagin og fáa nóg mikið frá hondini, serliga ta tíðina dagstovnar og skúlar eisini vóru stongdir.
- Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðafellið. Ein skjót loysn mátti finnast fyri fundarvirksemið hjá starvsfólkunum. KT-deild okkara gav okkum heilt skjótt amboð og førleikar at brúka teams. Á fundunum hjálptust vit við at læra hvønn annan at brúka hetta amboðið til fundarvirksemið. Flest øll vóru samd um, at korona hevði við sær, at vit lærdu at gagnnýta hetta amboðið væl skjótari enn annars, tí tað var alneyðugt. Sera hugaligt at uppliva, greiðir Bergtóra Høgnadóttir frá.
Fleiri hava víst á, at tey hildu fundarvirksemið á teams rigga væl. Fundirnir vóru ítøkiligari, effektivari, styttri og málrættaðir við færri avbrotum og minni “small talk”. Samstundis søgdu fleiri, at tey saknaðu at hittast andlit til andlits, og at teams-fundirnir vóru krevjandi. Heldur ikki øll dittaðu sær at seta spurningar á teams.
Fleiri halda, at teams riggar væl, um talan er um fólk, ein hevur eina relatión til. Starvsfólkini halda eisini, at teams er eitt fínt “supplement” til vanligu andlit-til-andlits fundirnar, men at annað ikki eigur at útiloka hitt.
Nógv kjak hevur verið bæði í Føroyum og grannalondum, um møguleikin at arbeiða hemianífrá er ein gongd leið – eisini frameftir. Tí var eisini spurt í kanningini, um starvsfólkini, har tað ber til og gevur meining, hava hug til lutvíst at arbeiða heimanífrá eisini frameftir.
16 av teimum, sum hava svarað, halda tað vera líka mikið, hvar tey arbeiða. 17 siga, at tey ikki høvdu tikið av slíkum tilboði. Ein lítil meiriluti – 21 starvsfólk – sigur, at tey eisini frameftir fegin høvdu arbeitt heima av og á.
Nevnast skal, at ein stórur partur av starvsfólkunum hjá SEV arbeiðir í vaktum á verkunum, og onnur eru montørar, sum arbeiða kring alt landið. Hesi hava ikki møguleika at arbeiða heimanífrá.
Tey, sum fegin vilja arbeiða heimanífrá, fegnast um at brúka minni tíð til ferðing, fáa betri møguleika at hugsavna seg og færri avbrot. Summi halda hinvegin, at arbeiðsdagurin riggar væl betur, tá ein fer frá húsum, og onnur halda, at arbeiðsamboðini ikki altíð eru nóg góð við hús, og tí vilja tey heldur vera á sínum vanliga arbeiðsplássi. Tey gerast t.d. troytt, um tey bert hava farteldu, ella tí at borð og stólur við hús ikki eru nøktandi.
Samanumtikið kann sigast, at ymiskt er, hvussu koronutíðin hevur ávirkað trivnaðin og avrikini hjá starvsfólkunum í SEV.
Ymiskar uppgávur og ymiskar menskur. Tað er ymiskt, hvussu hetta hevur ávirkað hin einstaka. Bergtóra Høgnadóttir vísir á, at tað er áhugavert at fáa ein feril av innliti í hesi viðurskifti – og at vita eitt sindur meiri heldur enn at gita og generalisera.
Hon hevur hoyrt og sæð mong bera fram bæði andlit til andlits og í kanningini, at alt tað sosiala er skorið inn á bein. Kantinan er stongd, felags samvera í døgurðasteðgi er burtur, og harumframt eru jólaborðhald, kórsangur, útferðir og starvsfólkadagar eisini tikin av skránni.
- Starvsfólkahópurin er so spjaddur í gerandis-degnum, og tí kann upplivingin stundum vera, at vit mistu sambandið og prátini bæði fakliga og sosialt við hvønn annan. Nøkur nevndu eisini í kanningini – 9 fólk – at tey kendu seg einsamøll hesa tíðina. Starvsfelagar hava ein hóp at siga fyri fleiri okkara, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV.
HR-leiðarin fegnast um, at gerandisdagurin so smátt minnir um tíðina undan koronu – nú várar aftur, bæði so og so.
Í 2020 fingu 219 fólk útgjald gjøgnum lønaskipanina hjá SEV. Í hesum talinum er 9(9) fólk, sum hava fingið útgjald í sambandi við nevndararbeiði, 4 (4) tænastumannaeftirlønir, 46 (47) hjálparfólk, avloysarar og fólk í tíðaravmarkaðum starvi umframt tey 160 (161) fólkini í føstum starvi hjá SEV.