SEV leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi, og hevur tí eina deild, sum burturav tekur sær av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum í felagnum.
SEV orðaði hin 17. desember 2008 Heilsu-, Trygdar- og Umhvørvispolitikk (HTU), ið er alment tøkur á heimasíðuni hjá SEV. HTU politikkurin varð dagførdur 26. oktober 2018 og er soljóðandi:
Heilsu-, Trygdar- og Umhvørvispolitikkur
HTU-politikkurin er staðfestur á leiðslustigi, og hann er týðandi arbeiðsamboð, sum øll starvsfólk hjá SEV skulu halda seg til í dagliga arbeiðinum.
Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum og virka fyri, at okkara virksemi ikki elvir til skaða á starvsfólk ella nakran annan, sum er í nánd av virksemi okkara.
Vit verja umhvørvið, og vit leggja dent á at stimbra nýtsluna av varandi orkukeldum.
Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi og leggja dent á, at starvsfólkini hava bestu førleikar.
Vit nýta alt tilfeingi og tilfar á skilabesta hátt og halda okkara virki reint og ruddiligt, og vit rudda altíð upp eftir okkum.
Vit arbeiða skipað og miðvíst við heilsu, trygd og umhvørvi. Trygdarnevnd, trygdarumboð og starvsfólk verða tikin við uppá ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar. Hetta fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum.
Vit hava eina tilbúgving, ið altíð er lagað eftir okkara virksemi.
Vit hava eitt opið samstarv við íognarar og avvarðandi myndugleikar til frama fyri framhaldandi menning innan heilsu-, trygdar- og umhvørvismál.
Vit meta um og velja tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi.
Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkjunum og virka fyri at halda landsins stevnumið og altjóða sett mál á nevndu økjum.
Vit eggja hvørjum øðrum at vera virkin innan heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði.
SEV er eitt framkomið virki, sum raðfestir trygd og arbeiðsumhvørvi frammarlaga til gagns fyri okkum øll.
Trygdararbeiði
Í 2020 hevur trygdararbeiðið hjá SEV hevur í størsta mun snúð seg um fyribyrging ísv. koronu. Nevnast kann at ongin er vorðin smittaður av koronu á arbeiðsplássinum í 2020. Á mynd 1 sæst trygdarskipanin hjá SEV.
Persónskaðar
Hóast SEV arbeiðir skipað við trygdini, og visjónin er, at eingir skaðar henda, slepst ikki heilt undan skaðum. Á mynd 2 sæst tal av persónskaðum, sum hava havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin. Í 2020 er ein persónskaði fráboðaður Arbeiðseftirlitinum.
Á mynd 3 sæst ein mynd av høvuðsárinunum, virksemið hjá SEV hevur á umhvørvið í sambandi við elframleiðslu. Vinstrumegin á myndini sæst, hvørji evni verða nýtt í framleiðsluni. Ovast og niðast á myndini sæst, hvørji evni ávikavist verða útleidd til luft og sjógv í framleiðsluni. Á høgru síðu sæst, hvørji evni fáast burtur úr framleiðsluni – til dømis kann nevnast el og fjarhiti.
Tann vanliga elframleiðslan fer fram á 13 verkum, sum framleiða eftir tørvi. Av hesum 13 verkunum eru trý stór oljurikin verk – Strond, Sund og Vágsverkið. SEV hevur seks vatnorkuverk – Strond, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og verkið í Botni. Harumframt fimm smáverk, sum elveita Fugloy, Mykines, Koltur, Skúvoy og Stóru Dímun.
SEV hevur harafturat seks vindmyllur í Neshaga í Eysturoynni, sjey í Porkerishaganum og 13 vindmyllur í Húsahaga omanfyri Tórshavn.
Umhvørvisgóðkenningar
Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til Løgtingslóg um umhvørvisvernd, skulu hava eina umhvørvisgóðkenning. Tey virkir ella útbúnaðir, talan er um hjá elfelagnum SEV, eru Sundsverkið og Vágsverkið, hjá P/F Vindfelagnum í Neshaga, eru vindmyllurnar í Neshaga, Porkeri og á Eiði, og hjá P/F Vindfelagnum í Húsahaga, eru vind- myllurnar í Húsahaga.
Útlát til luftina
Eitt tað størsta árinið á umhvørvið er brenningin av fossilum brennievnum. Størsti parturin av CO2-útlátinum frá virkseminum hjá SEV stavar frá oljunýtsluni til framleiðslu. Harnæst stavar CO2-útlátið frá oljunýtsluni til upphiting av bæði bygning-um og motorum umframt oljunýtslu til flutning við arbeiðsakførum hjá SEV. Mynd 4 vísir, hvussu stórt útlátið av CO2 var í 2020 og mynd 5 vísir, hvussu stórt útlátið av CO2 hevur verið frá 2008 til og við 2020.
Yvirskipaða málið hjá SEV er at gerast 100% grøn á landi í 2030.
Mynd 6 vísir býtið í % millum termiska og grøna orku. Tað er úr vatni, vindi, biogassi og sól. Talan er um sólorkuverkið í Sumba og nýggja biogassverkið Førka í Hoyvík. Eisini sæst elframleiðslan í tíðarskeiðnum 2008 - 2020 uppgivin í MWt.
Seinastu árini hevur SEV keypt fleiri elbilar, hetta millum annað fyri at minka um útlátið av CO2.
Burturkast
Gjøgnum virksemið hjá SEV verður nógv burturkast framleitt. Ein stórur partur av tí framleidda burturkastinum verður brent og endurnýtt, og eisini verður burturkast sent til serviðgerð, hetta er tað sum kallast serliga dálkandi burturkast – eitt nú kemikaliurestir (Sí mynd 7).
Í sambandi við grevstur verður nógv mold, grót o.a. latið til tyrvingarplássini. Vanliga verður tað sum verður tyrvt roknað sum serliga tyngjandi fyri umhvørvið, men tá ið hetta í flestu førum er ódálkað mold og grót, sum verður endurnýtt, eru hesi tøl ikki tikin við í yvirlitið. Ein onnur orsøk er at tað er torført at fáa savnað øll hesi tøl tí, at tey í fleiri førum eru tengd at ymiskum verkætlanum, har onnur gera hetta arbeiðið fyri okkum.
Á mynd 8 sæst yvirlit yvir burturkast til endurnýtslu frá 2017 til 2020. Størsti parturin av burturkastinum til endurnýtslu er spillolja, sum verður latin IRF. Eisini eru káplar ein stórur partur.
Myndin vísir, at meiri elektronikkur er latin til endurnýtslu í 2020 samanborið við árini frammanundan. Á Høvuðskrivstovuni í Tórshavn er nógv telduútgerð o.a. elektronikkur ruddað burtur.
Mynd 8. Yvirlit yvir burturkast til endurnýtslu frá 2017 til 2020.
Umhvørvisgóðkenning av vindmyllum í Neshaga
Sett í gildi: 14.05.04
Umhvørvisgóðkenning av elverkinum á Sund
Sett í gildi: 28.03.18
Umhvørvisgóðkenning av vindmyllum í Neshaganum
Sett í gildi: 13.01.12
Umhvørvisgóðkenning av elverkinum í Vági
Sett í gildi: 18.11.15
Umhvørvisgóðkenning av vindmyllum í Húsahaga
Sett í gildi: 16.01.13
Umhvørvisgóðkenning av vindmyllunum í Porkeri
Sett í gildi: 05.05.20
Umhvørvisgóðkenning av vindmyllunum á Eiði
Sett í gildi: 10.09.20