Frágreiðing frá nevndini

Frágreiðing frá nevndini

Ein gjøgnumgongd av árinum 2020 er valla møgulig uttan at nevna koronufarsóttina, sum í størri og minni mun hevur herjað allan heim.

Á grækarismessu í fjør, tá ið landið lat aftur og fór niður í ferð, fyri at verja land og fólk móti koronufarsóttini, hevði SEV longu tikið neyðug stig til at verja elskipanina og harvið tryggjað veitingartrygdina.

SEV, ið varðar av samfelagsberandi tænastum, er ein hornasteinur undir føroyska samfelagnum. Ta ábyrgdina og tað álitið taka vit í allarstørsta álvara.

Tí hevur SEV ikki bara fylgt almennu tilmælunum, men hevur havt skerpaði tiltøk og atlit fyri at tryggja veitingartrygdina í landinum, og starvsfólk hava uttan at himprast tikið undir við og virkað í samsvari við herdu koronutiltøkini á SEV.

Virksemið hjá SEV síðani seinasta ársaðalfund verður lýst nærri í hesi frágreiðing, har nevndin lýsir tey mál, sum nevndin metir hava størstan áhuga hjá eigarunum. Frágreiðingin verður latin sambært grein 3, stk. 12b og grein 4, stk. 11a í viðtøkum felagsins.

Aftara rað: Oddmar á Lakjuni, umboðandi Norðoyggjar, Sune Jacobsen, Vágar, Heri Mortensen, deildarstjóri, Sonni L. Petersen, Eysturoy, Poul Klementsen, Sandoy, Niclas Hentze, Suðuroy. Fremra rað: Bogi Bendtsen, deildarstjóri, Hákun Djurhuus, stjóri, Kári Johansen, formaður, umboðandi Tórshavn, Haraldur S. Hammer, næstformaður, umboðandi Norðstreymoy, Jón Nielsen, deildarstjóri

Nýggj nevnd 

Á eykaaðalfundi í SEV fríggjadagin 19. februar 2021 varð nevndin mannað av nýggjum soleiðis:

Kári Johansen, umboðandi Tórshavn, Haraldur S. Hammer, Norðstreymoy, Sonni L. Petersen, Eysturoy, Sune Jacobsen, Vágar, Oddmar á Lakjuni, Norðoyggjar, Poul Klementsen, Sandoy og Niclas Hentze, umboðandi Suðuroy.

Nevndin skipaði seg eftir fundin. Formaður er Kári Johansen og næstformaður er Haraldur S. Hammer.

Á eykaaðalfundinum hin 19. februar í ár varð einmælt samtykt, at bygnaðurin í orkufelagsskapinum SEV skal eftirmetast, og um hildið verður neyðugt, skal ítøkiligt tilmæli gerast um ábøtur á verandi bygnað. Møguligt uppskot um nýggjan bygnað verður lagt fram á eykaaðalfundi seinri í ár.

5 borgarstjórar og nevndarformaðurin fyri SEV manna eftirmetingarbólk, sum sjálvur tilevnar arbeiðssetningin og tekur sær tann uttansyndis førleika, sum neyðugur er, eisini innan úr felagnum, fyri at røkka skilabesta úrslitinum.

Hesir manna bólkin
Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna, Torbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, Bjarni Prior, Vága kommuna, Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna, Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Úrslitið aftaná skatt
Úrslitið aftaná skatt
49,8
Milliónir krónur
Leiðslan er nøgd við úrslitið. Ætlað var við 34 mió. Kr.

Politiska gongdin

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at endurskoða elskipanina; hetta varð kunngjørt í samgonguskjalinum frá september 2019.

24. februar 2020 skipaði SEV fyri evnisdegi fyri Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum. Evnisdagurin viðgjørdi elskipanina og grønu kósina. Saman við landsstýrismanninum luttóku eisini viðkomandi starvsfólk í ráðnum og á Umhvørvisstovuni.

Í juli 2020 legði landsstýrismaðurin saman við einum arbeiðsbólki hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR) fram fyri kommununum og SEV fatanina hjá landsstýrismanninum av, hvussu elskipanin skuldi umskipast vísandi til orðingina í samgonguskjalinum ”Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpart-inum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og at framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja”.

Kommunurnar, sum eigarar av SEV, viðgjørdu beinavegin støðuna og gjørdu vart við sína ónøgd. Sjónarmiðið er, at møguligar broytingar yvirskipað skulu gagna brúkaranum og skunda undir málið um at fáa grønari orku. Kommunufelagið og SEV vóru á fundi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann og Helga Abrahamsen, landsstýrismann hin 17. september 2020 um, hvussu arbeiðast skuldi frameftir.

“Vit standa sum samfelag framman fyri stórum umhvørvisligum avbjóðingum, umframt hækkandi oljuprísi, og hendan avbjóðingin krevur eina dagføring og/ella umskipan av øllum orkuøkinum - ikki bert av elskipanini”

Hin 24. september 2020 vóru Kommunufelagið og SEV á fundi við Helga Abrahamsen, landsstýrismann um arbeiðssetningin, sum arbeiðsbólkurin hevði fingið frá ráðnum. Semja var um at víðka arbeiðssetningin til eisini at fevna um loysnir við støði í verandi deildarbýtinum á SEV og við støði í sundurskiljing innan ein samtaksleist.

Innan rammuna av víðkaða arbeiðssetninginum hevur SEV samskift við arbeiðsbólkin hjá UVMR um elorkuskipanina, m.a. um hvørjir trupulleikar, avmarkingar, forðingar og fyrimunir eru í verandi skipan, og hvussu skipanin kann betrast.

Arbeiðið við at skapa størri gjøgnumskygni í veitingini frá SEV er í gongd. Um stutta tíð kann støða takast til, um nýggj prísskipan skal setast í verk. Talan kann blíva um skipan, har prísurin til dømis broytist dag fyri dag ella tíma fyri tíma í mun til ítøkiligu kostnaðirnar í elveitingini.

Ein slík skipan skal eggja brúkarunum at brúka grøna og bíligari elorku, og geva brúkarum og vinnulívinum størri gjøgnumskygni og rásarúm viðvíkjandi nýtslu og kostnaði av elorku. Ikki minst miðar ein slík skipan ímóti at gagnnýta útbúnaðin hjá SEV best møguligt, og soleiðis lækka tørvin á øktum mátti.

Vit standa sum samfelag framman fyri stórum umhvørvisligum avbjóðingum, umframt hækkandi oljuprísi, og hendan avbjóðingin krevur eina dagføring og/ella umskipan av øllum orkuøkinum - ikki bert av elskipanini.

SEV er av teirri fatan, at umframt eina endurskoðan av elskipanini, eigur dentur at verða lagdur á eina dagføring av øllum orkuøkinum í Føroyum. Tað er tó altumráðandi at hava sær fyri eyga, at elskipanin í Føroyum altíð er soleiðis skipað, at hon er til størst gagn fyri føroyska samfelagið, brúkaran og grønu kósina.

Lyklatøl 2020
Vatnorka (GWt)
109
2019: 104 GWt
Vindorka (GWt)
47
2019: 53 GWt
Olja (GWt)
249
2019: 230 GWt
Sólorka (MWt)
169
2019: 135
Biogass (GWt)
1,4
2019: 0
Sjóvarfalsorka (KWt)
17,5
2019: 0
Løðistøðir (stk.)
12
2019: 12

Brúkarin

Sum áður staðfest, er alneyðugt fyri grøna orkuskiftið, at vinnulívið og stovnar, eins væl og privati brúkarin, taka undir við burðardyggum loysnum, m.a. tá ið tað snýr seg um upphiting og flutning. Nýggjastu tølini vísa, at tiltøkini hjá landinum við MVG-frítøku fyri keyp av hitapumpum og elbilum o.ø. – saman við lægri elprísum til nevndu nýtslubólkar – gera mun.

Politiska skipanin eigur at hava í huga, at omanfyri nevndu stuðulsskipanir kunnu gera seg inn á eitt nú kappingarførið hjá P/F Fjarhitafelagnum, sum longu er ein grøn hitaloysn.

Vit meta, at tað er óheppið, at samgongan hevur víðkað stuðulsskipanina við mvg-frítøku til eisini at umfata hybrid og plug-in hybrid bilar. Uppruna endamálið við stuðulsskipanini er at skunda undir skiftið frá olju til elrikin akfør, ikki at stuðla bilasølu sum heild.

Prísskipan fyri almennu løðistøðirnar hjá SEV kom í gildi 5. oktober 2020. Prísirnir eru samansettir av ávikavist kilowattímaprísi og minuttprísi í mun til brúk av løðistøðini. Munur er á løðikostnaðinum um dagin og náttina, hetta partvís fyri at javna nýtsluna út á samdøgrið og partvís fyri at geva teimum, sum ikki kunnu løða heima, ein bíligari løðimøguleika.

Dentur verður lagdur á brúkarasamskifti, og seinastu árini hevur verið kunnað væl meira og oftari á heima-síðuni og øðrum pallum, har brúkarin ferðast. Somuleiðis er lagt upp til, at brúkarin samskiftir beinleiðis við SEV og fær skjótt svar umvegis sosialar miðlar.

Nýggja heimasíðan hjá SEV, sum varð verksett í desember, er eisini merkt av hesum. Partur av nýggju heimasíðuni er ein ‘orkuportalur’, har kundar hava møguleika fyri tættari samstarvi við SEV. Á orkuportalinum fær kundin innlit í egna nýtslu og egið nýtslumynstur, og serliga fyri vinnukundar og stovnar verður portalurin eitt hent amboð til betri yvirlit yvir og stýring av elnýtsluni. Møguligt fer at verða hjá kundum at rita inn á henda orkuportal umvegis almennu talgildu møguleikunum á Vanganum og við Samleikanum.

“Á orkuportalinum fær kundin innlit í egna nýtslu og egið nýtslumynstur”

Orkuportalurin sum amboð til stýring av elnýtsluni fer serstakliga at geva meining fyri privat-, og vinnukundar og stovnar, tá komið er á mál við arbeiðnum at greina kostnaðirnar í elskipanini og harnæst verkseting av skipan við broytiligum prísum.

Elskipanin hevur tað best, um tey, sum reka hana, gera tað í tøttum samstarvi við kundan við atliti til brúkaraatferð, fyri at sleppa undan óneyðugum kostnaðarmiklum útbyggingum, sum aftur ávirka prísin.

Íløgur
331
Milliónir krónur
Íløgurnar javnt býttar millum framleiðslu og net

Vindorkan

Fyri fyrstu ferð síðan vindmyllulundin í Húsahaga varð verksett í 2014, er nýggj vindmyllulund reist í Føroyum. Tær 7 Enercon E44 vindmyllurnar eru staðsettar í Porkerishaga. Verkætlanin, sum hevur gingið eftir ætlan, bæði í mun til tíð og kostnað, varð  handað P/F Vindfelagnum í Neshaga 11. februar 2021. Royndarkoyringin byrjaði í november 2020, og higartil hevur hilnast heilt væl.

Sjálv vindmyllulundin er tó bert ein partur av samlaðu verkætlanini, sum eisini fevnir um battarískipan á 6 MW og ein synkronkompensator. Hetta fyri at fáa sum mest burtur úr óstøðugu vindorkuni. Mátturin í battarískipanini er líka stórur sum mátturin í vindmyllunum, og tað merkir, at battaríini einsamøll kunnu bera streymveitingina upp til ein hálvan tíma, um myllurnar brádliga steðga. Hesin hálvi tímin munar sera væl, meðan aðrar framleiðslueindir verða settar í gongd at taka yvir framleiðsluna um neyðugt. Hesi tøkniligu framtøk hava samanumtikið við sær, at elveitingin í Suðuroynni javnan kann vera 100 prosent grøn. Bygging av koplingsstøðini við nevndu útgerð er farin í gongd, og bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur í vár. Skipanin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári.

Líknandi verkætlan er ikki roynd áður, og talan er tískil um slóðbrótandi verkætlan, sum hevur vakt áhuga uttanlands, og sum vit skulu læra av, fyri at nýta somu samanseting í meginøkinum.

Arbeitt verður framhaldandi við at fremja 18 MW vindmylluætlanina á Eiði. Neyðugt hevur verið at gera broytingar í staðsetingunum av myllunum. Viðurskiftini við lendiseigarnar eru nú so gott sum greið. Eftir er, at Eiðis kommuna veitir byggiloyvi og Yvirfriðingarnevndin játtar umsóknini. Arbeiðið at útvega neyðug loyvi og neyðugar góðkenningar hevur tó verið somikið drúgt, at talan verður ikki um at reisa myllurnar fyrr enn á sumri 2022.

Verandi útbjóðingarleistur hjá myndugleikanum, sum nýttur verður í sambandi við vindorkuútboð, er ikki optimalur, og SEV arbeiðir saman við myndugleikanum at betra um útbjóðingarleistin til komandi vindorkuútboð.

Tað er tó ikki bert útbjóðingarleisturin, sum er óheppin. Mannagongdir, sum eru niðurfestar í elveitingarlógina, verða ikki altíð hildnar, og tað er ørkymlandi.

Seinasta dømi um hetta er Open-door umsókn um loyvi til at framleiða vindorku á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga, sum Umhvørvisstovan fekk í januar í ár. Heldur enn at ráðføra seg við SEV um umsóknina, avgjørdi myndugleikin at viðgera umsóknina, uttan at kenna tøkniligu og fíggjarligu avleiðingarnar av hesum, og síðan at lýsa vindútboð. Hetta viðførir eina óneyðuga eykarokning til brúkaran, samstundis sum at veitingartrygdin verður sett í váða, tí at skipanin verður sett undir trýst.

SEV hevur gjørt vart við vansarnar við at loyva fleiri vindmyllum inn á netið, áðrenn skipanin er til reiðar til tess. Eisini hevur SEV gjørt vart við, at sjálv framferðin ikki lýkur ásetingarnar í elveitingarlógini, men myndugleikin hevur ikki latið við seg koma.

Við tað at SEV stendur til svars yvirfyri samfelagnum hvat veitingartrygd, elgóðsku og elprísi viðvíkir, og vit eru sannførd um, at ætlaða útboðið er ábyrgdarleyst, kenna vit okkum noydd at umhugsa at fara víðari við hesum máli, um so er at málið ikki tekur aðra vend.

Í Flatnahaga kann Magn fara undir at seta upp 6 Enercon E82 vindmyllur. Sp/f Vindrøkt kærdi tilsøgnina frá Orku til P/F Magn um loyvi til at reisa 18 MW av vindorkumátti í Flatnahaga, men Vinnukærunevndin hevur staðfest tilsøgnina.

Í Neshaga hava fleiri av myllunum fingið skaða við kortslutningi í generatorunum, og hava tær tí staðið stillar í longri tíð. Nú framleiða allar uttan ein aftur. Talan er um størri umvælingar, og SEV samskiftir við Enercon um at fáa framt ábøtur, soleiðis at skaðarnir ikki endurtaka seg.

Enercon hevur avtalu við Mest um at røkja myllurnar í Føroyum. Hjá SEV eru vit fegin um, at tænastan er blivin betri, við tað, at skúlaði fólk altíð eru í landinum, til reiðar at traðka til, eisini tá smábrek eru á myllunum, og harumframt er tað jaligt, at grøna kósin á henda hátt hevur avleitt virksemi við sær til gagns fyri føroyskt vinnulív. 

SEV er farið undir at gera kanningar av møguleikanum at staðseta eina 96-120 MW sjóvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW.

Kanningarnar umfata dýpdir, botn-, aldu- og vindviðurskifti, umframt umhvørvisárinsmetingar. Umsókn er send myndugleikunum um loyvi til at fara undir hetta kanningararbeiðið. Eisini skulu kanningar gerast í mun til íbinding og flutning av orkuni, ið kemur frá eini sjóvindmyllulund, umframt hvørji tiltøk skulu gerast fyri at tryggja framhaldandi støðufesti í elskipanini. Metti kostnaðurin fyri verkætlanina er smáar tvær mia. kr. Ætlanin er at fíggja verkætlanina í samstarvi við føroyskt vinnulív og grunnar.

Í sambandi við avrokningina millum P/F Vindfelagið í Húsahaga og SEV, sum er regulerað í prísavtalu, ið er góðkend av Elveitingareftirlitinum, hevur SEV gjørt vart við, at feilur er í tekstinum í prísavtaluni, soleiðis at skilja, at prísavtalan ikki endurspeglar alt tað búskaparliga grundarlagið, sum var í útboðnum. SEV samskiftir við myndugleikan um málið.

Tøkt gjaldføri
537
Milliónir krónur
Miðað verður ímóti at endurfíggja partar av skuldini innan árslok 2021, tó í seinasta lagi november 2022

Pumpuskipan í Vestmanna

Hóast SEV enn ikki hevur fingið svar upp á umsókn um loyvi til eina pumpuskipan í Vestmannaøkinum millum Heygadal og Mýrarnar, so hevur støðugt verið arbeitt við hesum.

Nú fyriliggur eitt endaligt skipanaruppskot. Næsta stig er eitt projektuppskot, og farið verður undir at gera hetta, so skjótt sum loyvi frá myndugleikanum fyriliggur. Talan er um eina rættuliga stóra og slóðbrótandi verkætlan, sum verður krumtappurin í nýggju grønu elskipanini. Hendan verkætlanin er avgerandi fyri at meira vindorka kann fáast inn á elskipanina.

Ein seinkað pumpuskipan kann lættliga gerast ein fløskuhálsur á grønu kósini. Tí er tað altavgerandi, at myndugleikin nú viðger og avgreiðir umsóknina.

Onnur grøn átøk

Nú eitt ár eftir, at royndarverkætlanin við sólorku í Sumba varð verksett, kann staðfestast, at skipanin roynist væl. Talan er um eitt 262 kW anlegg, staðsett á fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba. Ikki óvæntað, er úrtøkan munandi minni um heystið og serliga veturin enn um summarið. Besta úrtøkan fekst í mai, juni og juli. Tilsamans framleiddi sólorkulundin í Sumba 169.000 kWt í 2020, sum svarar til árligu miðalnýtsluna hjá á leið 35 húsarhaldum.

Í Vestmannasundi halda royndirnar við sjóvarfalstøknini hjá svensku fyritøkuni Minesto fram. ‘Havfrúgvin’, sum annar 100 kW drekin er nevndur, hevur verið royndarkoyrd í fleiri umførum í sundinum. Ætlandi kemur seinni drekin til landið fyrra hálvár 2021, tá farið eisini verður undir meira varandi ‘koyring’.

Minesto og SEV fara saman við øðrum undir størri verkætlan innan sjóvarfalsorku, har ætlanin er at flota 4 størri drekar á 1,2 MW í Hestfirði. Til hesa verkætlan er umsókn send ES European Green Deal Call grunninum.

Sjóvarfalsorka er forsøgin orka, í mun til eitt nú sól og vind. Hetta ger sjóvarfalsorku til eitt rættuliga áhugavert møguligt ískoyti til samansetingina av grønum orkukeldum í Føroyum.

Biogassverkið á Skarðshjalla er farið undir framleiðslu. Á verkinum er ein gassmotorur, ið framleiðir el, og veitir el til biogassframleiðsluna; avlopið verður latið inn á elnetið. Í 2020 framleiddi biogassverkið 1,39 GWt inn á netið hjá SEV. Hetta svarar til 0,34% av samlaðu framleiðsluni og streym til ársnýtsluna hjá gott og væl 371 húsarhaldum.

P/F Fjarhitafelagið, sum SEV eigur helvt um helvt við Tórshavnar kommunu, leggur komandi tvey árini høvuðsleiðingina lidna millum miðbýin og vesturbýin. Tað verður eitt munadygt stig fyri inntøkugrundarlagið hjá felagnum.

Landstreymsskipanir hava verið umrøddar á fleiri aðalfundum hjá SEV og ætlanin var, at SEV skuldi skipa fyri einum almennum temadegi um hetta evni. Orsakað av Covid-19 ásetingunum er hetta tó seinkað nakað og ætlandi kemur temadagurin á skrá nú til várs.

“Ein seinkað pumpuskipan kann lættliga gerast ein fløskuhálsur á grønu kósini. Tí er tað altavgerandi, at myndugleikin nú viðger og avgreiðir umsóknina”

Samstarvað er við Umhvørvisstovuna og Dansk Energi um at greina búskaparligu treytirnar fyri smærri og størri elframleiðsluverk hjá triðja parti, og serliga um tey viðurskiftini, sum fevna um eginnýtslu. Eginnýtsla kemur fyri, tá ið framleiðslueindin verður íbundin innanfyri elmálaran. Núverandi búskapartreytir hjá SEV innihalda ikki hendan møguleikan, og neyðugt er tí at greina hetta nærri. Harumframt hevur Umhvørvisstovan givið eitt loyvi til eginnýtslu við treytum, ið SEV ikki kann góðtaka, og tí hevur SEV kært hetta mál til Vinnukærunevndina.

SEV er eisini við í trý ára norðurlendskari verkætlan um avlopsorku og flexnýtslu, sum Umhvørvisstovan samskipar fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. 

Aðrar útbyggingar

Stóra verkætlanin við støð 3 á Sundsverkinum er at enda komin. Arbeiðið hevur gingið væl, og ætlanin var at hátíðarhalda yvirtøkuna við tiltaki tann 29. apríl í fjør, har almenningurin fekk høvi at vitja Sundsverkið, men støðan við Koronu loyvdi ikki hesum. Samlaði kostnaðurin er uppgjørdur til 758 milliónir krónur. Tá er ein nýggj koplingsstøð fyri umleið 60 milliónir krónur íroknað. Sostatt helt verkætlanin seg væl innanfyri fíggjarligu karmarnar. Verkið roynist væl, og Føroyar hava fingið alneyðugan tryggan mátt í tøkum tíma.

Nýggju krøvini til brennioljur til skiparakstur, sum vórðu sett í gildi 1. januar 2020, verða eisini galdandi fyri oljusløg, sum SEV brúkar til elframleiðsluna. Elfelagið hevur tó fingið undantak frá nýggju krøvunum galdandi til 1. apríl 2021. Søkt er um leinging av undantaki. Skerpaða kravið setir eyka trýst á elprísin, tá ið tað verður sett í gildi.

Í Vestmanna er nýggj koplingsstøð bygd, sum verður tikin í nýtslu fyrsta ársfjórðing í 2021. Somuleiðis var nýggja 20 kV koplingsstøðin á Sundi liðug og tikin í nýtslu í 2020.

Arbeiðið at leggja 60 kV kaðlar frá Strond til koplings-støðina undir Fossum og víðari til koplingar-støðina Innan Eið gongur eftir ætlan. Kaðalleggingin frá Strond og ígjøgnum Klaksvíkina er liðug, og somuleiðis av Innan Eið og ígjøgnum Norðoyartunnilin.

Arbeiðið at leggja 20 kV kaðlar millum Tvøroyri og Vág er í gongd. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt á leið um 2 ár. Kaðalleggingin millum Hvalba og Trongisvág er liðug.

At kaðalleggja og byggja trafostøðir í Eysturoyartunlinum er eisini gjørt. Tilsamans eru bygdar 11 trafostøðir í tunlinum, og 34 km av kaðlum eru lagdir ígjøgnum tunnilin.

Umvælingararbeiðið av skrivstovubygninginum á Landavegi 92 er stórt sæð liðugt. Kostnaðurin av samlaðu ætlanini verður væntandi uml. 39 milliónir krónur. Umframt eina totala dagføring av bygninginum, er hitaskipanin løgd um til fjarhita, sólpanelir eru á tekjuni, og neyðstreymsanlegg er sett upp.

SEV eftirmetir regluliga bygnað og virksemi sítt, og avgjørt er at dagføra og effektivisera bygnaðin á framleiðslu- og netøkinum. Hetta inniber m.a., at kontrollrúmið er flutt av Fossáverkinum í Vestmanna til fyrisitingarbygningin á Landavegnum í Havn. Manningin á verkinum á Strond í Klaksvík er flutt á Fossáverkið, og verkið á Strond verður, umframt framvegis at vera virkið, karmur um savn. Fossáverkið er heimstaður fyri nýggja deild: Deildin fyri grønu orkuverkini, sum varðar av øllum vatnorku- og vindorkuverkunum í meginøkinum.

Netið og streymslit

Netið verður støðugt dagført og útbygt. Afturat útbyggingunum við koplingsstøðum, verður alt størri partur av elnetinum kaðallagdur fyri at styrkja veitingartrygdina, tryggja eina støðuga elveiting og fyribyrgja streymslitum.

Trupult er tó at sleppa heilt undan einstøkum streymslitum. Í 2020 vóru 18 størri og smærri streymslit, harímillum 5 sonevnd black out í meginøkinum - í februar, í september og trý í november. Hetta eru væl fleiri black out, enn vit annars eru von við í nýggjari tíð. 

Seinasta black out var í sambandi við illveðrið 21. november, meðan black out’ini  4. og 16. november bæði høvdu sín uppruna á koplingsstøðini á Válinum í Vestmanna. Black out í februar og september vóru orsakað av ávikavist tekniskum breki í sambandi við royndarkoyring á Sundsverkinum, og menniskjaligum mistaki hjá undirveitara hjá SEV.

“Sjóvarfalsorka er forsøgin orka, í mun til eitt nú sól og vind. Hetta ger sjóvarfalsorku til eitt rættuliga áhugavert møguligt ískoyti”

Sum áður nevnt, verður nýggj koplingsstøð í Vestmanna tikin í nýtslu fyrsta ársfjórðing í 2021, og loysir av gomlu koplingsstøðina á Válinum.

Elskipanin í Suðuroy er ikki tengd at meginøkinum og verður sostatt ikki ávirkað av streymslitum í meginøkinum. Í 2020 vóru fýra streymslit í Suðuroy. Talan var um eitt kaðalbrek og trý linjubrek, tað seinasta í sambandi við illveðrið 21. november.

Annað nevndararbeiði

Á aðalfundinum á heysti 2016 var spurningurin um nevndarsamsýning hjá SEV umrøddur. Nevndin arbeiðir við hesum máli, og ætlandi skuldi verið komið á mál til eykaaðalfundin í november 2018. Landsumsitingin, ið er góðkennandi myndugleiki hesum viðvíkjandi, arbeiðir við somu spurningum í løtuni. Tí er hóskandi at bíða eftir niðurstøðuni hjá umsitingini, so at nevndin kann hava hetta arbeiðið í huga, tá nevndin heldur fram at viðgera hetta málið um nevndarsamsýning.

Undanfarna nevnd hevur arbeitt við spurninginum um, hvussu nevndarvalið fer fram. Tey hildu, at tað styrkir nevndararbeiðið, um ikki allir nevndarlimirnir standa fyri vali í senn. Tað hevur meira enn so hent seg, at allir sjey nevndarlimirnir eru nývaldir, og er hetta óheppið.

Fyri at optimera nevndararbeiðið, hevur undanfarna nevndin í samráð við uttanhýsis ráðgeva mátað og eftirmett egið arbeiði og arbeiðslag. Harumframt hevur undanfarna nevndin hildið strategidagar og arbeitt við framtíðar skipan av eløkinum.

Roknskaparúrslit 2020

Úrslitið hjá SEV í 2020 er 49,8 milliónir krónur eftir skatt. Hetta úrslit er í lakara lagi í mun til virksemi felagsins. Tó skal sigast, at við avbjóðingunum við Koronu, sum hava verið í ár, er úrslitið nøktandi.

Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hjá SEV, og oljunýtslan tilsamans verður umleið 165 milliónir krónur í 2020. Hetta er í søgu felagsins mesta oljunýtslan í einum ári, bæði í nøgd og í kostnaði. Seinkaður, nýggjur grønur framleiðslumáttur, eitt ár har elframleiðslan við vindi og vatni hevur verið undir miðal og ein stór øking í nýtsluni hava saman elvt til øktu oljunýtsluna.

Lyklatalið fyri skuldina í mun til innløgu (á fakmáli stytt NIBD/EBITDA) verður 6,2 ferðir, sum er 0,2 oman fyri mest “loyvda” sambært innanhýsis áseting hjá felagnum. Hetta er undir markinum í lániavtalunum. Tá ið fíggjarætlanin fyri 2020 bleiv gjørd, var longu greitt, at farið fór at verða út um innanhýsis markið, og at arbeiðast skuldi fyri, at viðurskiftini komu aftur á beint í 2021. Sambært fíggjarætlanina fyri 2021 heldur hendan ætlanin.

Fíggjarætlanin 2021 

Fíggjarætlanin í 2021 er løgd til rættis uttan prísbroytingar. Hon gevur eitt ætlað yvirskot á 61,7 milliónir krónur fyri skatt og 50,6 mió. kr. eftir skatt. Tá er ikki lagt upp fyri øktum útreiðslum til olju við lægri svávulinnihaldi enn tann oljan hevur, sum SEV nýtir í dag.

Hetta er eitt nøktandi úrslit, og lyklatalið (NIBD/EBITDA) verður 6,0 ferðir.

Komandi úrslitini hjá felagnum skulu liggja á hesum støði, nú stórar útbyggingar til gagns fyri veitingartrygdina, veitingarskylduna og grønu kósina eru á skránni, samstundis sum munandi eginfígging skal útvegast.

Elfelagið hevur fingið til vega nýggja fígging í sambandi við vindmylluútboðini. Sambært avtalu við fíggjarveitararnar er minstakravið til eginpeningspartin lækkað úr 37,5% niður í 35% í sambandi við, at SEV vann vindmylluútboðið á Eiði.

Endurfígging av stórum parti av verandi fígging og nýggj projektfígging til eina komandi pumpuskipan skal útvegast sum skjótast, og miðað verður ímóti at fáa hetta liðugt avgreitt í seinasta lagi við ársenda 2021.

Nýhugsan og nýskapan 

Nevndin heldur alla orsøk vera til at halda fram á grønu leiðini við góðum treysti. Nú 100 ár eftir, at fyrsta vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy varð verksett og 75 ár síðan SEV varð stovnað, flytir føroyska elnetið nú brúkaranum elorku framleidda úr fimm ymiskum orkukeldum, harav fýra eru burðardyggar, ávikavist vatn, vindur, sól og biogass. Fyrstu kWt eru eisini komnir úr sjóvarfalli.

Tað skal til eina og hvørja tíð vera fullkomiliga greitt, hvar ábyrgdin av veitingartrygdini, veitingarskylduni og elgóðskuni liggur. Høvuðsendamálið við elskipanini eigur at verða trygg, bílig og burðardygg elorka til brúkaran, vinnulívið og alt tað føroyska samfelagið. Land og kommunur eiga at finna felags stev fram í móti at náa málinum at hava 100% grøna elframleiðslu á landi í 2030.

Kári Johansen
nevndarformaður, 19. mars 2021

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking