Samanumtikið var 2020 eitt hampiliga gott vatnorkuár og eitt vindorkuár undir miðal við brekum í fleiri vindmyllum. Samstundis hendi tað gleðiliga, at elorka á fyrsta sinni var framleidd burtur úr fimm varandi orkukeldum – úr vatni, vindi, sól, biogassi og sjóvarfalli. Kortini kom grøna elframleiðslan bert upp á 38,7 prosent av elframleiðsluni tilsamans.
- Hetta lýsir væl, hvussu nógv ymisk viðurskifti skulu spæla saman, tá talan er um at flyta føroysku orkunýtsluna á landi frá olju til 100 prosent grøna orku. Tá ið tað gongur væl á einum øki, kann tað samstundis ganga verri onkra aðrastaðni í okkara kompleksu skipan, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hann vísir á, at seinnu árini hevur avbjóðingin verið at nøkta óvanliga stóra eftirspurningin eftir elorku, sum stavar frá nógva virkseminum í samfelagnum, samstundis sum seinkingar hava verið í grønu útbyggingunum.
- Tað kann ikki undirstrikast nóg væl, hvussu týdningarmikið tað er fyri Føroya land, at myndugleikarnir skipa karmarnar rundan um grønu útbyggingarnar komandi árini við tí fyri eyga, at tað er bæði skjótt og trygt at byggja grønar okukeldur inn í føroysku elskipanina, staðfestir Hákun Djurhuus.
SEV-stjórin sipar til, at føroyska samfelagið í 2021 aftur missir eitt ár við grønum útbyggingum, hóast bæði SEV og MAGN eru til reiðar at fara í gongd ávikavist á Eiði og í Flatnahaga. Á báðum støðum hava m.a. atgongd til lendi og kærumál seinkað verkætlanunum.
Í 2015 stavaðu 60 prosent av elframleiðsluni frá grønum orkukeldum, og 40 prosent av samlaðu elorkuni vóru framleidd á oljuriknu verkunum. Tað er higartil besta árið við grønari orku. Høgi eftirspurningurin seinnu árini og vantandi útbyggingar á grønu kósini hava vent hesi myndini á høvdið fimm ár seinni.
Hesi fimm árini er elframleiðslan økt 92,4 GWt – úr 314,4 GWt í 2015 upp í 406,8 GWt í 2020. Bara seinastu tvey árini hevur vøksturin í elnýtsluni verið 55 GWt.
Tað gongur sjón fyri søgn, at ætlaðu vindmyllulundirnar hjá SEV á Eiði og hjá Magn í Flatnahaga høvdu havt munað væl í grønu framleiðslutølunum. Um báðar vindmyllulundirnar vórðu reistar í 2021 og fóru at framleiða í august, so hevði hevði úrtøkan frá hesum vindmyllum seinna hálvár 2021 – varliga mett – verið umleið 50 GWt. Framleiðslan á Sundi hevði beinleiðis minkað við sama tali.
Tó er tað ein stórur bati fyri Suðuroynna, sum er leys av meginøkinum, at vindmyllulundin í Porkeri er tikin í nýtlsu. Í Suðuroy økist grøna orkan 21 GWt í 2021, og tað eru samstundis 21 GWt, sum verða spardir í olju á Vágsverkinum.
Um støði verður tikið í 2020-tølum fyri alt landið, so hevði býtið millum grøna og termiska orku í 2021 verið 51 prosent varandi orka og 49 prosent termisk orka – treytað av, at tað hevði eydnast at fingið báðar vindmyllulundir í meginøkinum í rakstur seinna hálvár 2021. Í hesum roknistykkinum hevði talan verið um bert hálvt ár við munandi øktari vindframleiðslu, sum hevði spart føroyska samfelagnum oljuútreiðslur fyri 50 GWt – t.e. 10.500 tons av tungolju.
Havandi í huga, at ongar grønar útbyggingar verða í meginøkinum í 2021, og at vøksturin í elnýtsluni samstundis heldur fram, fer elframleiðslan við olju á Sundsverkinum í 2021 framhaldandi at vera á sama støði sum í 2020. SEV væntar tó eitt vet betri úrtøku úr bæði vindi og vatni í 2021, tí at hesar báðar orkukeldurnar royndust lutfalsliga illa í 2020. Sostatt verður roknað við, at elframleiðslan á Sundi verður umleið 215 GWt í 2021 sammett við 218 GWt í 2020.
- Samanumtikið, tá ið Suðuroyggin er íroknað, verður býtið í samlaðu elframleiðslan í 2021 væntandi 45 prosent varandi orka og 55 prosent termisk orka. Og tá eru vit á sama støði sum í 2005. Tað er tí harmiligt, at vit ikki hava fingið gongd á grønu útbyggingarnar í meginøkinum enn, staðfestir Heri Mortensen. deildarstjóri fyri elframleiðsluni hjá SEV.
Í 2020 stavaðu 38,7 prosent av samlaðu elframleiðsluni frá varandi orkukeldum, og sostatt komu 61,3 prosent frá oljuriknu elverkunum.
Meðan vatnorkuframleiðslan øktist fimm prosent í mun til 2019, minkaði vindorkuframleiðslan 10 prosent. Laka úrtøkan úr vindorku stóðst serliga av, at fleiri vindmyllur bæði í Neshaga og í Húsahaga vóru raktar av generatorbrekum, sum krevja umfatandi umvælingar. Eitt serligt generatortoymi hjá ENERCON í Svøríki tekur sær av umvælingunum, men arbeiðið hevur partvíst verið darvað av koronuavmarkingum.
Biogassverkið, Förka, sum kom í gongd í september 2020, hevur roynst væl, og hetta tíðarskeiðið hevur biogassið umboðað eitt prosent av samlaðu elframleiðsluni. Tað svarar til nýtsluna hjá umleið 1200 húskjum.
Sólorkuverkið í Sumba, sum fór undir royndarframleiðslu móti ársenda 2019, var í rakstri alt árið 2020. Verkið hevur roynst væl við einari framleiðslu, sum liggur beint oman fyri tað, ið var væntað – 169.000 kWt. Tað svarar til árligu elnýtsluna hjá 35 sethúsum.
Sjóvarfallið var fimta varandi orkukeldan í 2020. Talan var um royndarkoyringar við sjóvarfalsdrekanum hjá Minesto í Vestmannasundi móti ársenda 2020, har sjóvarfalsdrekin framleiddi beinleiðis inn elnetið.
Elframleiðslan úr vatni royndist betur enn í 2019 við 108,6 GWt, sammett við 103,5 GWt í 2019. Tað er ein vøkstur á fimm prosent. Tó hevur framleiðslan úr vatni sum heild hilnast eitt vet verri, eftir at vatnorkan setti met tvey ár á rað í 2014 og 2015.
26,7 prosent av samlaðu elframleiðsluni vóru framleidd úr vatni í 2020. Í 2019 var hetta talið 26,8 prosent.
Framleiðslan úr vindi í meginøkinum hilnaðist illa í 2020. Tekniskir trupulleikar tóku seg upp í vindmyllunum bæði í Neshaga og í Húsahaga. Úrtøkan í Húsahaga var 30,6 GWt, og tað er lakasta heila árið, síðan vindmyllurnar í høvuðsstaðnum vórðu settar í rakstur í oktober 2014. Miðalframleiðslan í Húsahaga árini 2015 til 2019 var 34,9 GWt.
Í Neshaga hava stórir trupulleikar staðist av generatorbrekum í trimum av fimm vindmyllum, sum hava staðið stillar stóran part av 2020. Úrtøkan gjørdist sostatt bert 60 prosent av miðalframleiðsluni árini 2015-2019.
Tó skal sigast, at framgongd var staðfest í vindorkuframleiðsluni í Vestmanna hjá P/F Vindrøkt, sum framleiddi 8,3 prosent meira elorku í 2020 sammett við 2019.
Føroyingar brúka streym sum ongantíð fyrr. Samlaða elframleiðslan fór fyri fyrstu ferð upp um 400 GWt í 2020, tá ið elframleiðslan tilsamans var 406,8 GWt, sum er ein vøkstur á 5,4 prosent samanborið við 2019, tá elframleiðslan tilsamans var 386 GWt.
Seinastu 20 árini er elframleiðslan nærum tvífaldað. Í 2000 kom framleiðslan upp á 213 GWt, og í 2020 vórðu slakir 407 GWt framleiddir. Í 2010 var framleiðslan 280 GWt.
Tá vindorkuframleiðslan svíkur, og vatnorkuframleiðslan er undir miðal, samstundis sum eftirspurning-urin eftir elorku er sera stórur, er eyðsæð, at tað áliggur Sundsverkinum at framleiða orkuna, sum manglar úr varandi orkukeldum.
Sundsverkið fór í 2020 fyri fyrstu ferð upp um 200 GWt við eini framleiðslu á 218,5 GWt, sum er 15 prosent meira enn í 2019. Vøksturin í framleiðsluni á Sundsverkinum frá 2018 til 2019 var 25 prosent – úr 151 GWt upp í 189 GWt. Talan er um sløk 45 prosent í øktari framleiðslu á Sundsverkinum seinastu tvey árini.
Síðan 2018, tá samlaða elframleiðslan var 352 GWt, og fram til árslok 2020 hevur vøksturin í elnýtsluni verið 55 GWt – t.e. 15,6 prosent í tvey ár.