Biogassverkið, FÖRKA, sum Bakkafrost eigur, hevur longu gjørt mun á grønu kósini. Verkið fór í gongd í september 2020, og tíðarskeiðið september - desember 2020 framleiddi FÖRKA 1357 MWt til SEV. Tað er eitt prosent av samlaðu elframleiðsluni í tíðarskeiðnum, ið svarar til elnýtsluna hjá 1200 húskjum. Leggja vit hetta út á alt árið 2020, so stóð FÖRKA fyri 0,3 prosentum av elframleiðsluni tilsamans.
Harumframt fekk Fjarhitafelagið, sum SEV eigur helvt um helvt saman við Tórshavnar kommunu, gagn av nýggja virkinum. FÖRKA veitti Fjarhitafelagnum 732 MWt í síðsta ársfjórðingi 2020. Tað svarar til hita og heitt vatn hjá umleið 122 húsarhaldum. Málið er, at Fjarhitafelagið fær 1,3 MWt av grønari hitaframleiðlsu um samdøgrið frá FÖRKA – svarandi til hita og heitt vatn til 400 sethús.
FÖRKA fær hita og elorku burtur úr eitt nú mykju, slógvi og burturkasti frá laksavinnuni. Talan er um lívfrøðiligt burturkast, sum fer ígjøgnum eina tilgongd á virkinum, har lívfrøðiliga gassið frá burturkastinum verður brúkt til ein gassmotor, ið gevur Fjarhitafelagnum hita, og sum veitir elmegi til SEV.
Avlopið frá lívfrøðiligu tilgongdini kemur útaftur sum tøð til landbúnaðin, og tað hevur við sær, at innflutningurin av kunsttøðum kann minka í komandi árum.
- Byrjanin hjá virkinum hevur gingið betur enn væntað, og vit hava tikið meiri biomassa inn, enn vit upprunaliga høvdu roknað við. Frameftir ber til at taka ímóti nógvum øðrum lívrunnum burturkasti, t.d.frá bryggjarí og bakaríum, sum kann vera við til at menna framleiðsluna, sigur Fróði Mortensen, stjóri í FÖRKA.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fegnast um góðu gongdina, sum er eitt gott ískoyti á grønu kósini.
- Tess fleiri ymiskar orkukeldur vit fáa bygt inn í orkuframleiðsluna, tess fleiri bein hava vit sum eitt grønt samfelag at standa á. Og skjótari røkka vit málinum um 100 prosent grøna elorku á landi, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, fegnast eisini um, at biogassverkið er knýtt upp í fjarhitaskipanina.
- Hetta er fyrsti grøni hitin, sum ikki stavar frá brennistøðini á Hjalla ella frá avlopshita frá Sundsverkinum. Og vit ætla at halda fram at byggja bæði vindorku og sjóvarhita inn í skipanina, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.