Miðal vindferðin í Húsahaga í 2019 var 8,1 m/sek. og í Neshaga 9,1 m/sek. Árið fyri vóru tølini ávikavist 8,8 m/sek. og 9,6 m/sek.
- 40% í grønari elframleiðslu í 2019. Tað kann ikki ganga nóg skjótt at reisa næstu vindmyllulundina. Soleiðis ljóðar stutta niðurstøðan hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni hjá SEV, tá ið hann umrøðir tølini fyri elframleiðsluna í 2019.
Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 171,9 GWt í 2018 niður í 156,1 GWt í fjør. Tað er ein lækking á 9,1% í grønu framleiðsluni eftir einum ári. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7% – úr 352 GWt í 2018 upp í 386,1 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3% sammett við undanfarin ár, tá ið grøna elframleiðslan bæði árini var umleið 50%.
Í 2019 stavaðu 52,6 GWt frá vindorkuni, og 103,5 GWt fingust burtur úr vatnorkuni. Restin – 230 GWt – kom frá oljuriknu verkunum. Tað svarar til 60% av samlaðu elframleiðsluni í 2019 upp á 386,1 GWt, ið er hægsta elframleiðsla nakrantíð.
Orsøkin til afturgongdina í grønu tølunum er m.a. at finna í tí sannroynd, at 2019 var turrasta árið seinastu fimm árini. Haraftrat var eisini væl minni av vindi í 2019. Kortini var grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80% í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100% grøn.
- Tølini vísa greitt tørvin á fleiri vindmyllum. Um vit t.d. høvdu havt eina 18 MW vindmyllulund í rakstri alt 2019, so kunnu vit varliga meta, at grøna elframleiðslan hevði ligið uppi á 53%, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7%, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV.
Hann vísir við støði í tølunum frá 2019 á, at 18 MW vindorka svarar til hálvtannað tangaskip av olju ella við øðrum orðum 40 mió. kr. í spardum oljuútreiðslum. Tí fegnast Heri Mortensen samstundis um, at fleiri vindmyllulundir eru settar á breddan.
SEV fer í næstum at seta upp eina 18 MW vindmyllulund á Eiði, eftir at SEV heystið 2019 vann vindorkuútboðið á Eiði, og SEV fer at seta upp eina seks MW vindmyllulund í Porkeri, har elfelagið eisini vann eitt vindorkuútboð í 2019. Harumframt er ein 18 MW vindmyllulund ávegis í miðstaðarøkinum.