Frágreiðing frá nevndini til eigararnar á aðalfundinum 24. apríl 2020

Frágreiðing frá nevndini til eigararnar á aðalfundinum 24. apríl 2020

“Frá okkara byrging á Mýrunum oman fyri Vestmanna kanst tú ganga leiðina niðan á Sneis. Niðan ímóti tindinum gerst heilt bratt, og ein skal vanda sær um hvørt fet og ikki stíga skeivt. Komin uppá, kanst tú ein góðan dag njóta útsýnið og síðani taka undanbrekkuna trygt omanaftur”

Soleiðis ber til at lýsa gongdina á grønu kósini.

Halda vit fast um hesa myndataluna, so ber til at siga, at á veg niðan á tindin hava vit seinastu fimm árini fyrireikað okkum væl til grønu framtíðina, og vit hava í hesum tíðarskeiðnum lært nógv. Nú er klárt at halda leiðina fram.

Tríggjar nýggjar vindmyllulundir verða bygdar í næstum. Tá verður vindorkumátturin meira enn trífaldaður úr 18 MW upp í 60 MW, pumpuskipan verður fyrireikað, umframt at sólorka og sjóvarfalsorka eru í áhugaverdari menningartilgongd.

Vindmyllulundirnar veita okkum eina grønari og bíligari elframleiðslu. Fyri at taka ímóti grønu framleiðsluni og fyri at økja úrtøkuna, mugu eisini aðrar íløgur gerast. Hesar íløgur eru settar út í kortið við tí endamáli at fáa eina trygga, bíliga og grøna elveiting.

Vit settu málið “100% grøn elorka á landi í Føroyum í 2030” – tá vit tóku vindmyllulundina í Húsahaga í nýtslu í oktober 2014. Tvey ár seinni var battarískipanin í Húsahaga, sum er ment serstakt til føroyska elkervið, knýtt upp í skipanina.

Hesi fimm árini hevur verið arbeitt miðvíst við spurninginum um, hvussu vit byggja fleiri óstøðugar orkukeldur inn í okkara elskipan, ið liggur avbyrgd í Norðuratlantshavi, samstundis sum vit varðveita støðufestið og javnvágina í skipanini. Djúpir tøkniligir spurningar eru viðgjørdir í hesum tíðarskeiðnum, har nýhugsan og nýskapan eisini hava verið ein fortreyt fyri at koma longri á grønu kósini. Harumframt skulu vit áhaldandi vísa búskaparligt skynsemi soleiðis, at elprísurin verður so lágur sum gjørligt.

Vit seta ferð á grønu útbyggingarnar eftir eitt týdningarmikið tíðarskeið við kanningum og fyrireikingum. Tað er vert at endurtaka, at vit hava dugnalig, ágrýtin og álítandi starvsfólk, sum trygt føra SEV inn í grønu framtíðina. Og tað krevst sanniliga, tí hetta er ikki hissini verkætlan – ein verkætlan, sum í roynd og veru er grundarlagið undir at lyfta okkara samfelag upp á eitt enn hægri støði. Eitt samfelag í serflokki.

Virksemið hjá SEV síðani seinasta ársaðalfund verður lýst nærri í hesi frágreiðing, har nevndin lýsir tey mál, sum nevndin metir hava størstan áhuga hjá eigarunum. Frágreiðingin verður latin sambært grein 3, stk. 12b og grein 4, stk. 11a í viðtøkum felagsins.

Úrslitið aftaná skatt
Úrslitið aftaná skatt
62,4
Milliónir krónur
Leiðslan er nøgd við úrslitið. Ætlað var við 62,7 mió. Kr.

BULURIN Í ELSKIPANINI

Samstundis sum bygt verður út við grønum orkukeldum, er týðandi at vera tilvitaður um kjarnuvirksemið í einari elskipan, sum er at halda veitingarskylduna og standa fyri veitingartrygdini við einum skynsomum rakstri øllum brúkarum at gagni. Tí reka, styrkja og víðka vit áhaldandi netið. Vit halda eina støðuga elveiting við høgari elgóðsku. Hesar kjarnuveitingar fáast í dag frá oljuverkunum og vatnorkuni, men tá ið oljuverkini í 2030 bert verða brúkt sum tiltakstrygd, verða vatnorkuverkini og pumpuskipanir saman við elnetinum bulurin í allari elskipanini. Tað hevur alstóran týdning fyri eina trygga elveiting í Føroyum, at kjarnuveitingarnar framhaldandi verða saman í einari sterkari eind, sama hvørjar broytingar politiska skipanin annars ynskir at gera á elorkuøkinum í komandi tíðum.

“Tað hevur alstóran týdning fyri eina trygga elveiting í Føroyum, at kjarnuveitingarnar framhaldandi verða saman í einari sterkari eind, sama hvørjar broytingar politiska skipanin annars ynskir at gera á elorkuøkinum í komandi tíðum."

POLITISKA GONGDIN

Sitandi samgonga, ið var skipað 14. september 2019, hevur sambært samgonguskjalinum sett sær fyri, at elskipanin skal endurskoðast. Í brotinum “Orkumál og umhvørvi” verður sagt soleiðis: ”Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og at framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja”.

Orðingin í samgonguskjalinum er helst framhald av løgtingssamtykt nr. 075/2018, har løgtingið í fjør heitti á landsstýrið “um at leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum soleiðis, at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum.”. Løgtingið heitti í sama viðfangi á landsstýrið “um at samskipa frágreiðingina við arbeiðið, sum er í gongd í landsstýrinum, í mun til at fáa sett munandi meira ferð á framleiðsluna av grønari orku - og í hesum sambandi at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni, í tann mun tað gagnar brúkaranum og tænir endamálinum at røkka málinum um, at Føroyar í 2030 á landi burturav verða riknar við varandi orku.” Málið var samtykt 6. mars 2019 við 27 atkvøðum fyri og einari atkvøðu ímóti.

1,9 mió. kr. eru settar av á fíggjarlógini 2020 at kanna møguliga sundurskiljing av elneti og elframleiðslu. SEV vil samstarva opið og jaliga um kanningina, í tann mun kanningarfólkini meta tørv vera á upplýsing og servitan frá SEV. Okkara vón er, at kanningin kann vera við til at stimbra kjakið og geva sakligar orsøkir fyri og ímóti einari møguligari sundurskiljing av neti og framleiðslu.

Elfelagið fer framhaldandi at samskifta við politisku skipanina, vinnuna og eigararnar um hesi viðurskifti, hetta fyri m.a. at skapa eina betri fatan av áskoðanunum hjá hvørjum øðrum. SEV tekur undir við skilagóðum broytingum, og elfelagið kannar eisini sjálvt fyrimunir og vansar við møguligum komandi broytingum í elskipanini. Tað er tó umráðandi at fara fram við skili, og tí er týdningarmikið at virka fyri, at avgerðir verða tiknar til frama fyri føroyska samfelagið. Tað er týdningarmikið at halda fast um kjarnuveitingarnar í einari sterkari eind, og at høvuðsendamálið eigur at verða trygg, bílig og grøn elorka til brúkaran, vinnulívið og alt tað føroyska samfelagið. Tað skal til eina og hvørja tíð vera fullkomiliga greitt, hvar ábyrgdin av veitingartrygdini, veitingarskylduni og elgóðskuni liggur.

Nevndin hevur avgjørt, at felagið skal fáa til vega lýsing av eini broytiligari prísskipan, sum speglar allar kostnaðarlutirnar í elveitingini, har prísurin broytist til dømis dag fyri dag í mun til ítøkiligu kostnaðirnar í elveitingini. Arbeitt verður fram ímóti at kunna seta hetta í verk, og á hendan hátt at náa fult gjøgnumskygni í elkostnaðinum.

BRÚKARIN

Fyri at stuðla undir visiónini at gerast 100% grøn á landi í 2030 er alneyðugt, at brúkararnir frameftir skifta til elloysnir, tá ið talan er um upphiting og flutning. Tiltøkini hjá landinum við MVG-frítøku fyri keyp av hitapumpum og elbilum o.ø. – saman við lægri elprísum til nevndu nýtslubólkar – gera mun.

Politiska skipanin eigur tó eisini at hava í huga, at omanfyri nevndu stuðulsskipanir gera seg inn á kappingarførið hjá P/F Fjarhitafelagnum, sum longu er ein grøn hitaloysn.

Nú verður prísáseting gjørd fyri løðistøðirnar, sum standa á almennum parkeringsøkjum. Ætlandi verða prísirnir settir í gildi fyrra hálvár 2020.

Brúkarin skal hava møguleikan fyri tøttum samskifti við SEV, og elfelagið fer tí at gerast sjónligari við at førka seg inn á nútíðar samskiftispallar, har brúkararnir ferðast hvønn dag. Vit miða eftir at gerast ein natúrligari partur av tilvitskuni hjá brúkarunum. Brúkarin skal altíð í einari handarvending kunna søkja sær ráð, vegleiðing og upplýsing hjá SEV. Nýggja heimasíðan, sum í løtuni er í menning, fer at hava eina samvirkna kundatænastu.

Brúkarin skal verða í miðdeplinum. Júst tað er vert at leggja sær í geyma í hesum tíðum, har alsamt fleiri áhugamál stinga seg upp.

“Vit miða eftir at gerast ein natúrligari partur av tilvitskuni hjá brúkarunum. Brúkarin skal altíð í einari handarvending kunna søkja sær ráð, vegleiðing og upplýsing hjá SEV”

VINDORKUÚTBOÐ

SEV vann triðja vindútboðið hjá Orku, sum fór fram í Porkerishaga. Talan er um eina í vindhøpi avbjóðandi staðseting, og tað hevur eisini tikið langa tíð at fáa “site verification” frá Enercon. SEV hevur gjørt avtalur um veitingarnar, og roknast kann við, at myllurnar verða reistar á heysti í 2020.

Fyri at fáa sum mest burtur úr óstøðugu vindorkuni verða ein synkronkompensator og ein stór battarískipan á seks MW knýttar at vindmyllulundini. Mátturin í battarískipanini er líka stórur sum mátturin í vindmyllunum, og tað merkir, at battaríni einsamøll kunnu bera streymveitingina upp til ein hálvan tíma, um myllurnar brádliga steðga. Hesin hálvi tímin munar sera væl, meðan aðrar framleiðslueindir verða settar í gongd at taka yvir framleiðsluna. Hesi tøkniligu framtøk hava samanumtikið við sær, at elveitingin í Suðuroynni javnan kann vera 100% t grøn.

Fjórða útboðið hjá Orku, har lýst var eftir umsóknum til eina 18 MW vindmyllulund á Eiði við freist at lata inn umsókn 1. august 2019, er framt. Tað vóru SEV og Magn, sum lótu inn boð. 2. oktober 2019 fekk SEV tilsøgn um framleiðsluloyvið. Enn eru ikki øll loyvir komin upp á pláss, og tí verða myllurnar ætlandi reistar í 2021.

Fimta útboðið var í meginøkinum á 18 MW, og tað var grundað á eina “open door” umsókn staðsett á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum. Í mun til øll hini undanfarnu vindorkuútboðini gjørdi Orka einki fyri at útvega lendið til onnur, sum høvdu áhuga at bjóða. SEV gjørdi vart við fleiri viðurskiftir í hesum útboðnum, sum eftir SEV’sa tykki fóru skeivt fram. Inn komu átta boð, eitt frá Vindrøkt, fýra frá Magn og trý frá SEV. Orka gav tilsøgn til framleiðsluloyvi til Magn, sum Vindrøkt hevur kært til Vinnukærunevndina. Vinnukærunevndin spurdi SEV um felagið vildi gerast partur í kærumálinum, og elfelagið læt sínar viðmerkingar inn 13. januar 2020. Sjónarmiðið hjá SEV, ið varð send Vinnukærunevndini, eru áður løgd fyri Orku.

PUMPUSKIPAN Í VESTMANNA

Arbeitt verður fram ímóti at gera skipanaruppskot fyri pumpuskipan í Vestmannaøkinum. Ætlandi kann hetta fyriliggja í summar. Talan er um eina sera stóra og slóðbrótandi verkætlan, sum verður krumtappurin í nýggju grønu elskipanini. Verkætlanin verður ikki framd eftir einum degi. Hendan verkætlanin verður avgerandi fyri, hvussu nógv vindorka fæst inn á elskipanina. Tað er alneyðugt, at borið verður skjótt at, so at ein væntandi pumpuskipan ikki gerst ein fløskuhálsur á grønu kósini. Um somu tíð, sum arbeitt verður við at gera omanfyri nevnda skipanaruppskot, verður eisini kannað, um tað gevur meining at fara undir at gera pumpuskipan í Suðuroy. Teir tríggir møguleikarnir 1) ein pumpuskipan í Vestmanna og ein 60 kV sjókaðal av Sandi til Suðuroyar, 2) ein pumpuskipan í Vestmanna og ein í Suðuroy og 3) ein pumpuskipan í Vestmanna, ein í Suðuroy og ein 60 kV sjókaðal av Sandi til Suðuroyar skulu lýsast nærri, so at støða kann takast til, hvat gerast skal.

Vatnorka (GWt)
104
2018: 108 GWt
Vindorka (GWt)
53
2018: 64 GWt
Olja (GWt)
230
2018: 180 GWt
Sólorka (KWt)
135
2018: 0
Løðistøðir (stk.)
12
2018: 12

ONNUR GRØN ÁTØK

Ein royndarverkætlan við sólpanelum er sett upp í Sumba. Talan er um eitt 250 kW anlegg, og hetta fyllir tann hálva fótbóltsvøllin, sum SEV hevur leigað frá Sumbiar kommunu til endamálið. Higartil hevur sólskipanin roynst væl.

Royndirnar við tveimum 100 kW sjóvarfalsdrekunum hjá Minesto halda fram, og ætlandi verða teir settir út í Vestmannasund til várs. Drekarnir, ið verða festir í eitt søkk á botni, sveima runt í sjónum í einum liggjandi áttatali. Á hvørjum drekanum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir el. Á heimasíðuni hjá SEV sæst, hvussu drekin virkar.

Nú ber eisini til hjá øðrum enn SEV at framleiða inn á elkervið við sól-, vind- og vatnorkuverkum. Tó hevur ávís ónøgd stungið seg upp viðvíkjandi teknisku og búskaparligu treytunum. Avtalað er millum SEV og Orku, at greiningar av viðurskiftunum verða gjørdar í 2020.

Biogassverkið á Skarðshjalla fer undir sína framleiðslu innan stutta tíð. Ein gassmotorur er á verkinum, sum framleiðir el, og SEV skal keypa tann partin, sum verður til avlops.

P/F Fjarhitafelagið, sum SEV eigur helvt um helvt við Tórshavnar kommunu, byggir nógv út og leggur komandi tvey árini høvuðsleiðingina lidna millum miðbýin og vesturbýin. Hetta fer at víðka inntøkugrundarlagið hjá felagnum munandi.

Landsstreymsskipanir hava verið umrøddar á fleiri aðalfundum hjá SEV. Støðan er, at munandi íløgur skulu gerast við atløgubryggjur og umborð á skipunum. Í tann mun at skipini og havnarløgini gera hesar íløgurnar og biðja um elveiting, veitir SEV streym á vanligan hátt. Verður talan um at skipa hetta á annan hátt, luttekur elfelagið gleðiliga í tí samskiftinum eisini.

Íløgur
342
Milliónir krónur
Flestu innan framleiðslu, men netið verður eisini áhaldandi styrkt og bygt út

AÐRAR ÚTBYGGINGAR

Arbeiðið at byggja støð 3 á Sundsverkinum hevur gingið væl. 29. apríl 2020 verður almennur hátíðardagur á verkinum í sambandi við, at SEV hevur yvirtikið verkið. Samlaði kostnaðurin fer væntandi at liggja umleið 750 mió. kr. Tá er ein nýggj koplingarstøð fyri umleið 60 mió. kr. íroknað. Útbyggingin hevur við sær, at Sundsverkið verður uppstigað til at hava ein motormátt svarandi til nakað meira enn mestu lastina í meginøkinum. Stóri vøksturin í eftirspurninginum eftir elmegi í løtuni viðførdi, at í fjør summar var neyðugt at keypa og uppseta átta MW av motorkapasiteti eyka á Sundi. Talan er um motorverk í bingjum, ið verða rikin við gassolju, og sum kunnu flytast runt í landinum ella seljast aftur.

Nýggju krøvini til brennioljur til skiparakstur, sum vórðu sett í gildi 1. januar 2020, verða eisini galdandi fyri oljusløg, sum SEV brúkar til elframleiðsluna.

Elfelagið hevur tó fingið undantak frá nýggju krøvunum galdandi til 1. juli 2020. SEV skal í hesum sambandi lata Umhvørvisstovuni eina frágreiðing, sum lýsir ymisku møguleikarnar fyri oljunýtslu. Frágreiðingin skal verða liðug í mai 2020.

Tað er helst eisini hendan yvirgongdin til nýggjar oljugóðskur á oljumarknaðinum, sum var atvoldin til, at bæði Sundsverkið og Vágsverkið fingu munandi avbjóðingar av oljuveitingini í fjør summar. Semja bleiv gjørd við veitaran um at taka oljuna aftur, og arbeitt verður í løtuni við at gera endurgjaldið upp, og verður veitarin biðin um at rinda endurgjald fyri teir skaðar og ampar, sum hetta viðførdi.

Vaksandi eftirspurningurin eftir elmegi, sum serliga kemur frá alingini og uppsjóvarvinnuni, hevur eisini við sær munandi útbyggingar á netinum. Nýggju koplingarstøðirnar í Runavík, innan Eið nærhendis Kambsdali og norðuri á Strond í Klaksvík eru sjónlig dømi um hetta. Saman við útbyggingunum fer eisini umfatandi kaðallegging fram. Stóru útbyggingarnar innan alivinnuna stava m.a. frá, at smolt verða ald longri tíð á landi, áðrenn tey verða latin á sjógv. Umleggingin heldur fram nøkur ár aftrat. Nýggj koplingarstøð verður bygd í Vestmanna, og støðin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í summar.

Í fjør summar byrjaði umvælingararbeiðið av skrivstovubygninginum á Landavegi 92, sum eisini fevnir um eina dagføring, soleiðis at bygningurin lýkur nýggjastu krøvini. Tekjan, vindeygu og klædningur verða skift, og nýggjur høvuðsdurur verður eisini gjørdur við góðari kundamóttøku, samstundis sum bygningurin verður dagførdur innan. Hetta er samlað mett at kosta 29,9 mió. kr., og arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst. Sólpanelskipan, fjarhitaskipan og neyðstreymsveiting skulu ætlandi eisini gerast, og tann kostnaðurin er ikki við í nevndu meting.

ANNAÐ NEVNDARARBEIÐI

Á aðalfundinum á heysti 2016 var spurningurin um nevndarsamsýning hjá SEV umrøddur. Nevndin arbeiðir við hesum máli, og ætlandi skuldi verið komið á mál til eykaaðalfundin í november 2018. Landsumsitingin, ið er góðkennandi myndugleiki hesum viðvíkjandi, arbeiðir við somu spurningum í løtuni. Tí er hóskandi at bíða eftir niðurstøðuni hjá umsitingini, so at nevndin kann hava hetta arbeiðið í huga, tá nevndin heldur fram at viðgera hetta málið um nevndarsamsýning.

Nevndin hevur arbeitt við spurninginum um, hvussu nevndarvalið fer fram. Nevndin meinar, at tað styrkir nevndararbeiðið, um ikki allir nevndarlimirnar standa fyri vali í senn. Tað hevur meira enn so hent seg, at allir sjey nevndarlimirnir eru nývaldir, og hetta er óheppið.

Nevnd og leiðsla frá vinstru: Jón Nielsen, deildarstjóri, Jónsvein Hovgaard umboðandi Suðuroynna, Heri Mortensen, deildarstjóri, Marin Katrina Frýdal umboðandi Tórshavnar kommunu, Kristian Eli Zachariasen umboðandi Norðoyggjar, Hans Jákup Johannesen, næstformaður, umboðandi Eysturoynna, Sune Jacobsen umboðandi Vágoynna, Bogi Bendtsen, deildarstjóri, Hákun Djurhuus, stjóri, John Zachariassen, nevndarformaður, umboðandi Norðstreymoy og Vinjard Tungá umboðandi Sandoynna.

ROKNSKAPARÚRSLIT 2019

Úrslitið hjá SEV í 2019 verður uml. 62 mió. kr. eftir skatt. Hetta er eitt nøktandi úrslit, sammett við virksemi felagsins. Tað er neyðugt við úrslitum á hesum støði, tá ið stórar íløgur við tilhoyrandi eginfígging framhaldandi standa fyri framman.

Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hjá SEV, og oljunýtslan tilsamans var 143,9 mió. kr. í 2019. Hetta er ein øking á 38,1 mió. kr. sammett við 2018, og talan er um eina samlaða øking upp á 59,2 mió. kr. sammett við 2017.

Lyklatalið fyri skuldina í mun til innløgu (á fakmáli stytt NIBD/EBITDA) er nú 6,1 ferðir, sum er 0,1 oman fyri mest “loyvda” sambært innanhýsis áseting hjá felagnum.

Tøkt gjaldføri
690
Milliónir krónur
Í árinum er nýggj fígging á 350 mió. kr. fingin til vega til íløgur og rakstur komandi árini

FÍGGJARÆTLANIN 2020

Fíggjarætlanin í ár er løgd til rættis við einari príshækking á fimm oyru/kWt uttan MVG fyri vanligar kundar og 10 oyru/kWt fyri “ídnaðarkundarnar”. Hon gevur eitt ætlað yvirskot á 41,5 mió. kr. fyri skatt og 34,0 mió. kr. eftir skatt.

Hetta er ikki eitt nøktandi úrslit, og lyklatalið (NIBD/EBITDA) fer upp á 6,9 ferðir. Ein príshækking, sum einans skuldi tryggjað, at lyklatalið ikki fór upp um 6,0 ferðir, hevði verið so stór, at hetta hevði skapt órógv í samfelagnum. Tí verður hækkingin gjørd yvir tvey ár, soleiðis at skilja, at roknast má eisini við einari príshækking á fimm oyru/ kWt í 2021 fyri allar kundarnar. Samskiftið við Elveitingareftirlitið fevnir um hetta, og eftirlitið viðurkennir tørvin, soleiðis sum ætlanin sær út í løtuni. Hetta skal viðgerast ítøkiliga við støði í teimum til ta tíð givnu fortreytum.

Í løtuni verður mett, at úrslitið fyri 2021 verður 68 mió. kr. eftir skatt, og at lyklatalið (NIBD/ EBITDA) tá verður 5,5 ferðir.

Komandi úrslitini hjá felagnum skulu liggja á hesum hægra støði, nú stórar útbyggingar til gagns fyri veitingartrygdina, veitingarskylduna og grønu kósina eru á skránni, samstundis sum munandi eginfígging skal útvegast.

Elfelagið hevur fingið til vega nýggja fígging í sambandi við vindmylluútboð. Sambært avtalu við fíggjarveitararnar verður minstakravið til eginpeningspartin lækkað úr 37,5% niður í 35% í sambandi við, at SEV vann vindmylluútboðið á Eiði.

“Politikarar, vinnulív og fólk flest hava hetta fimm ára tíðarskeiðið ásannað, at tað er bara ein leið frameftir – tað er grøna kósin”

VIRKISHUGUR OG NÝHUGSAN

Vit síggja tindin, og skjótt fer at ganga undan. Henda myndin kann hóskandi minna okkum á, at eftir tógvið stríð at leggja fakliga, tøkniliga og búskaparliga undirstøðið undir grønu útbyggingarnar, so hómast lættin longri frammi á leiðini.

Í komandi árum fara vit at síggja grønar útbyggingar gera mun bæði umhvørvisliga og búskaparliga. Vindorka, pumpuskipan, sólorka og møguliga eisini sjóvarfalsorka fara at geva okkum munandi meira grøna orku inn í elskipanina, og oljuútreiðslurnar fara at minka í stórum lopum.

Tá vit soleiðis standa á gáttini til eitt nýtt og spennandi tíðarskeið í orkusøgu Føroya eftir bert fimm árum, har vit hava ment visión 2030 til eitt ítøkiligt frambrot, so eru fimm ár eitt stutt tíðarskeið í stóra samanhanginum. Og hesum eiga vit at vera errin av. Hesum kunnu vit takka okkara samhaldsføstu og fólksligu elskipan fyri, tí tað var her málið um “100% grøna elorka á landi í Føroyum í 2030” byrjaði.

Politikarar, vinnulív og fólk flest hava hetta fimm ára tíðarskeiðið ásannað, at tað er bara ein leið frameftir – tað er grøna kósin. Vit vilja halda fram við góðum samskifti og samstarvi við landsmyndugleikar, privatar fyritøkur og øll tey, sum vilja ganga grønu kósina á ein tøkniliga, umhvørvisliga og búskaparliga skynsaman hátt.

SEV vil hava framburð, sum gagnar øllum samfelagnum, og sama hvussu elorkuøkið verður skipað í framtíðini, so verður Elfelagið SEV ein sera týðandi leikari á orkuøkinum. Felagið er gróðursett í kommununum, sum eru evsti myndugleiki bæði at seta kósina og at verja borg, tá ið tað er neyðugt.

Vit kunnu takka virkisfýsnum undangongufólkum og samhaldsføstu elskipanini fyri, at vit í dag eiga eitt so gott og trygt elnet í Føroyum, sum eisini verður grundarlagið undir tryggari, bíligari og grønari elorku komandi árini, tá ið tað tvífalda av verandi orkunýtslu skal flytast ígjøgnum netið.

Í meira enn 70 ár hevur SEV slóðað fyri framburði, og vit skulu áhaldandi vera ein livandi felagsskapur, ið dugir at laga seg eftir nýggjum tíðum, samstundis sum vit varðveita eitt dygt kommunalt fótafesti.

Nevndin í SEV

21. februar 2020

John Zachariassen
John Zachariassen
Nevndarformaður
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking