Sev sóknast eftir tænastusinnaðum og væl skipaðum skrivstovufólki til fulltíðarstarv.
Sum skrivstovufólk verður tú partur av fyrisitingartoyminum á høvuðsskrivstovuni hjá Sev við Landavegin í Tórshavn. Trý starvsfólk starvast í løtuni í toyminum, sum veitir øllum deildum hjá Sev fyrisitingarligar tænastur, og tí er umráðandi, at tú vísir tænastusinni og smidleika í mun til at lofta skiftandi arbeiðsuppgávum.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og í høvuðsheitum er talan um:
· journalisering
· samskipan av fundum, ferðum, vitjanum, undirvísing o.l.
· fyriskipa nevndar- og aðalfundir, eigarafundir, hátíðarhald o.a.
· vera við til at gera skriv, framløgur, frágreiðingar, mannagongdir og vegleiðingar
· leypandi menning av intranetinum “Heimabeitið”
· umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur
Talan er um eina uppnormering, tí toymið hevur seinasta árið loftað fleiri og nýggjum uppgávum, og harvið er arbeiðsøkið víðkað munandi.
Av nýggjum uppgávum kunnu úr rúgvuni nevnast, at nevndararbeiði er umskipað og verksett í nýggjari skipan, talgild journal er avhendað, toymið tekur sær av ymiskum uppgávum í sambandi við tryggingar, og í næstum verður nýggj kundaskipan verksett, sum tú eisini fert at fáa høvi at arbeiða við í uppstartsfasuni.
Tað er ein treyt, at tú hevur royndir við Public 360°, sum vit brúka til journalisering, og Sharepoint, sum okkara intranet er bygt á.
Tú verður við í tilgongdini at víðarimenna okkara intranet.
Tú
Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving og royndir innan fyrisiting umframt góðar KT førleikar. Tú ert stinn/ur í føroyskum, donskum, og enskum í skrift og talu. Tú hevur góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir. Tú trívist við støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum innan okkara arbeiðsøki, eins og tú tolir, at arbeiðsuppgávurnar broytast yvir tíð.
Alneyðugt er, at tú hevur góðar sosialar førleikar og góð samstarvsevni. Tú veitst, at við stuðlandi og góðum hugburði, megna vit nógv meiri í felag. Tú dugir at skipa og raðfesta arbeiðið, so tað er væl úr hondum greitt og til tíðina, eins og tú fert undir arbeiðsuppgávurnar við jaligum hugburði.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.
Vit bjóða:
· smidligar arbeiðsumstøður
· fjøltáttaðan arbeiðsdag
· ávirkan á egið arbeiði
· fakliga menning
· viðkomandi skeið
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8-16. Men roknast má við, at arbeiðsuppgávur av og á koma fyri uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Løn
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Margrethu Otthamar, leiðara fyri fyrisitingartoyminum á tel: 225620.
Umsóknin Send okkum umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum til starv@sev.fo í seinasta lagi 17. februar 2025.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.