Stk. 1. | Elfelagið er interkommunalt lutafelag við avmarkaðari ábyrgd, jbr. 10. grein, stk. 3-5. |
Stk. 2. | Navn felagsins er hitt interkommunala elfelagið SEV. |
Stk. 3. | Heimstaður felagsins er Vestmanna. |
Stk. 4. | Endamál felagsins er at fáa til vega elmegi og býta hana millum íbúgvar limakommunanna. Endamál felagsins skal fremjast sambært vinnuligum meginreglum, á búskaparliga tryggum støði og við fyriliti fyri náttúru og umhvørvi. Eftir nærri ásetan av nevndini, kann felagið reka annað virksemi, sum hevur samband við framleiðslu av elmegi, heruppií virksemi í samband við útvegan og flutning av avlopshita, olju, gassi, eins og orku í øðrum líki. |