Klaksvíkar kommuna hevur síðani fyrra heimsbardaga arbeitt fram ímóti at fáa eitt vatnorkuverk til íbúgvarnar og kommunurnar í Norðoyggjum. Tað var við nógvum mótgangi, at kommunan stríddist fyri hesum ynski, men leingi er tað, ið væl skal vera.
Eftir fleiri samráðingar og orðaskifti ímillum nevndarlimir og verkfrøðingar, vóru fleiri møguleikar á Borðoynni til staðseting av komandi elverkinum.
Tað vóru tríggjar vatnorkukeldur, ið G. Sætersmoen vísti á, og vóru tað Stórá, Svartidalur og Gravará. Av teimum trimum var Stórá mett at vera besta valið.
Arbeiðið byrjaði í mai 1930. Tað vóru langir dagar fyri arbeiðsfólkið. Tímalønin ljóðaði á 85 oyru og ongin var løn fyri yvirtíð. Arbeiðið dró út og ætlanin um at leggja ljós til jóla í Klaksvík varð ikki hildin.
Vatnorkuverkið á Strond stóð liðugt 14. juli í 1931, og Klaksvíkingar kundu fáa gagn av elektrisiteti. Í fyrsta umfari var tað bert Klaksvík, sum fekk streym frá elverkinum. Seinni var hetta útbygt til at lata streym til aðrar bygdir í Norðoyggjum. Sev yvirtók vatnorkuverkið á Strond í 1960.
Tørvurin á elorku vaks skjótt, og verkið á Strond er seinni útbygt við motorum.