Fyrstu royndirnar at lata vindorku inn á netið hjá Sev vóru gjørdar í sjeytiárunum. Brøðurnir, Birgir og Helgi Enni á Tvøroyri, sum mettu vindorkuna vera ein sjálvsagdan møguleika í Føroyum, stóðu fyri hesum royndum. Oljukreppan, ið merkti heimin í sjeytiárunum, og sum eisini rakti Føroyar, birti undir hugin at kanna, hvørjar aðrar orkukeldur kundu roynast umframt ta innfluttu oljuna.
Í 1979 tók Sev ímóti fyrstu vindorkuni frá einari myllu á Hválinum á Tvøroyri, sum var bygd á smiðjuverkstaði í Jyllandi og send til Tvøroyar. Danmark var um hetta mundið millum fremstu tjóðir í heiminum innan vindorkuframleiðslu. Í seinnu helvt av sjeytiárunum arbeiddi Birgir Enni í Danmark í fleiri umførum hjá roynda og víðagitna myllubyggjaranum, Christian Riisager, fyri at nema sær nærri kunnleika um tøknina.
Í 1981 var ein vindmylla, sum var royndarkoyrd á Giljanesi, knýtt í netið hjá Sev. Talan var um eina royndarverkætlan, sum smiðjan J. K. Joensen í Miðvági stóð fyri. Hest kommuna hevði bílagt mylluna, sum fyrst skuldi roynast á Vesturtúgvu oman fyri skúlan á Giljanesi. Myllan var kortini ongantíð sett upp í Hesti. Orkuráðið stuðlaði verkætlanini.
Fyrst í áttatiárunum framleiddi J & K Joensen í Miðvági – í samstarvi við Riisager og Birgir Enni – vindmyllur til útflutnings. Talan var um 13 vindmyllur til ein keypara í Kalifornia.
Í 1988 var ein mylla sett upp við smoltstøðina Laxsá á Hellunum. Myllan framleiddi streym til smoltstøðina, meðan avlopsstreymurin var latin inn á netið hjá Sev. Myllan var tikin úr rakstri av tekniskum ávum.
Tað vísti seg at vera torført at fáa vindmyllur, sum hóskaðu til eirindaleysa, føroyska veðurlagið. Vetrarvindurin fór illa við øllum myllunum, og eingin helt leingi.
Í sambandi við vindmylluroyndina á Vesturtúgvu í Vágum setti Sev eina vindmátimastur upp á staðnum. Henda mastur var seinni flutt inn í Neshaga á Toftum.
Í 1993 setti Sev sína fyrstu vindmyllu upp í syðra parti av Neshaga á Toftum, grundað vindmátingarnar á staðnum. Talan var um eina 150 kW Nordtank vindmyllu, sum royndist sera væl. Myllan framleiddi inn á netið hjá Sev fram til 9. november 2021, tá hon fórst av snarljósi.
Aðrar royndir við vindorku hava eisini verið gjørdar, men hesar hava ikki verið knýttar í netið hjá SEV.
Um aldarskiftið metti Sev tíðina vera búna at taka spurningin um vindorku uppaftur í einari royndarverkætlan, eftir at menning var farin fram innan vindmyllutøkni, umframt at Sev hevði gjørt sær royndir við Nordtank mylluni í Neshaga. SEV gjørdi í hesum sambandi avtalu við donsku fyritøkuna, Nordtank, um eina serbygda 750 kW myllu aftrat í Neshaga. Henda ætlan fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá veitarin bar seg undan, beint áðrenn keypssáttmálin skuldi endaliga undirskrivast. Í fráboðanini vísti veitarin á truplu vindviðurskiftini í Føroyum, og at tað kundi fáa neiliga ávirkan á umdømið hjá Nordtank, um teirra vøra ikki stóð seg væl í Føroyum. Felagið fór stutt eftir á húsagang.
Í 2002 samtykti umboðsnevndin hjá Sev at seta 15 mió kr. av til fíggjarárið 2003, sum skuldu brúkast til at útbyggja vindorkuna í Neshaga við trimum vindmyllum. Samstundis vóru samráðingar við Sp/f Røkt um eina royndarverkætlan við vindmyllum í Vestmanna.
Í 2003 setti Sp/f Røkt tríggjar vindmyllur upp á Mýrunum oman fyri Vestmanna. Sev gjørdi avtalu við Sp/f Røkt um íbindingarloyvi til tríggjar Vestas vindmyllur á 660 kW av sama slag, sum Sev skuldi seta upp í Neshaga. Avtalan var galdandi í 10 ár til fastan framleiðsluprís alt tíðarskeiðið. Framleiðslan byrjaði í september 2003.
Í 2005 setti Sev tríggjar Vestas vindmyllur á 660 kW upp í Neshaga. Framleiðslan byrjaði í juli 2005, og tá var vindorkumátturin í føroysku elskipanini tilsamans góð fýra MW – íroknað gomlu Nordtank mylluna og vindmyllurnar hjá Sp/f Røkt. Danski vindmylluframleiðarin, Vestas A/S, var um hetta mundið heimsins størsti veitari av vindmyllum.
Í 2007 samtykti løgtingið elveitingarlógina, sum ásetir, at vindorkuloyvi skulu bjóðast út í fríari kapping.
Í 2011 var fyrsta útboðið av vindorku veruleiki, tá ið 2,7 MW av vindorku vóru boðin út í Neshaga á Eystnesi sunnan fyri Toftir. Sev vann hetta útboðið og fór undir verkætlanina, sum tó var nakað seinkað, orsakað av kæru frá Sp/f Vindrøkt.
Í 2012 setti Sev fimm nýggjar vindmyllur, á 900 MW hvør, av slagnum ENERCON E44, í rakstur í Neshaga. Tað hendi, eftir at tvær av Vestas myllunum frá 2005 fórust í ódnarveðri, og tann triðja tískil varð tikin niður. Tvær av nýggju myllunum komu í staðin fyri Vestas myllurnar, og hinar tríggjar vóru settar upp, grundað á loyvið, sum Sev vann í fyrsta almenna vindorkuútboðnum í 2011. ENERCON myllurnar, sum høvdu ein mátt á 900 MW hvør, vóru alment tiknar í nýtslu á hátíðarhaldi í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni 23. november 2012.
Í 2012 var næsta vindorkuútboðið lýst sambært elveitingarlógini. Talan var um loyvi til vindorku í Húsahaga oman fyri Havnina, ið Sev vann í januar 2013. Verkætlanin var seinkað, tí Sp/f Vindrøkt kærdi avgerðina, sum tó varð staðfest.
Í 2014 var vindmyllulundin hjá Sev í Húsahaga alment sett í rakstur. Tað hendi á hátíðarhaldi á Hotel Føroyum 9. oktober 2014. Í Húsahaga eru 13 vindmyllur av slagnum ENERCON E44, á 900 MW hvør – tilsamans 11,7 MW. Tá vindmyllulundin í Húsahaga varð tikin í nýtslu, kunngjørdi Sev eisini grønu kósina – 100% grøn elorka á landi í 2030.
Í 2020 varð vindmyllulundin hjá Sev í Porkerishaga á tilsamans seks MW sett í royndarframleiðslu, og 11. februar 2021 yvirtók Sev formliga vindmyllulundina á lítlari samkomu.
Í 2022 varð vindmyllulund hjá Effo og Vindrøkt á Gellingarkletti uppi yvir Havnini tikin í nýtslu. Tær 6 myllurnar eru av slagnum Vestast V117 á 4,2 MW hvør.
Í 2023 varð vindmyllulund hjá LÍV og Magn í Flatnahaga uppi yvir Havnini tikin í nýtslu. Tær 6 myllurnar eru av merkinum Enercon E82 á 3 MW hvør.